ikki at hava nakran makkara. ? Tí so kann eg altíð traðka til, um onkrum vantar ein makkara, ella um onkur av hinum ferðafólkunum hevur hug at royna seg, sigur hann. Og soleiðis var eisini, tá vit hittu [...] hásæti. Hann sigur eisini, at nógvir av bridgespælarunum eru teir somu ár um ár, og at onkrir teirra hava veri við øll árini. Smyril Line letur teimum avsláttur í ferðaseðlunum, og tí eru tað eisini nógvir makar [...] túrarnir hjá Norrönu eftir summarferðaætlanini avgreiddir. Síðani nýggja Norröna fór í sigling 10. apríl hava gott og væl 100.000 fólk siglt við skipinum. Alt árið í fjør sigldu 87.000 fólk við gomlu Norrönu
størra og dýrara luksusklassanum. Bilurin er bygdur yvir sama plattform sum Porsche Cayenne, eisini hava teir somu hjólupphang og nógv annað til felags. Hóast Touareg er ein luksusbilur í allar mátar, er [...] vanliga koyrivegin. Bilurin er gjørdur til at kunna koyra gjøgn áir og vøtn, sum eru upp til 58 cm djúp. Tá bilurin koyrir við hægri ferð minkar fráhæddin, og bilurin liggur stúttur og fastur á vegnum. Har manglar [...] træpanelir yvir tað heila, gott útsýni og bilurin er heilt einfalt sum ein stórur luksusbilur at koyra. Vit kenna til V6 og V8 motorar, men ein V10 er nakað fyri seg, motorurin er ein uppliving í sær sjálvum
festu sær tað í minnið! Tá ið je fari til gravar, skulu tygur syngja hendan sangin! Tá ið endar mítt stríð og útrunnin mín tíð skal eg náa ta himmalsku strond. Jesus eyga mítt sær, og tá vísir hann mær naglamerkini [...] hjarta nær, og rættindi teirra var tú altíð klár at verja. Siðsemi var í hásæti, og tað kunnu vit bara hava størstu virðing fyri. Sólgerð, tú gjørdi ikki nógv burtur úr tær sjálvari, men harafturímóti vísti [...] »rund« Sólgerð, og kanska til tíðir alt ov góð av tær! So er tað sagt. Palli, eftir øll hesi ár hava vit ikki kunnað annað, enn lagt til merkis hvør ómetaligur stuðul, tú hevur verið Sólgerð, og ikki at
árum síðan, tá fingust teir sum sedan, hatchback og stationcar. Hóast vit ikki hava sæð so nógv til nýggjar Mitsubishi seinnu árini, hava teir eina stóra vøruskrá. Umframt Pajero jeeparnar, hava teir Lancer [...] standard og originalt á Sport útgávuni, sum bert kostar 20.000 krónur meira enn Comfort. Lancer bilarnir hava 3 ára garanti ella 100.000 km, tað sum kemur fyri fyrst. Bilurin verður sýndur fram á bilasøluni Ivan [...] Motorurin2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk 0-100 km/t10,0 sek Bensinnýtsla11,6 km/l Dekkstødd195/50-16 Stødd og vekt: Longd448,5 cm Breidd169,5 cm Hædd148,0 cm Eginvekt1250 kg Viðførisrúm591 litrar 1079 litrar
sett sær spurningin "Hat gera vit fyri at fáa ávirkan"??, ístaðin fyri blanda alt saman: persónar, fakfeløg, verkføll, politkk og hvat veit eg. Tá vildi tað verið nemmari at veri Javnaðarflokkur og javnaðarfólk [...] okkum, hann letur ikki serliga væl at tá talan er um politiska orðaskiftið: "tónin í Føroyum er mangan harður ja, næstan hatskur.." Tað er sjálvandi ílagi at hava eina meining um støði sum kjakast verður [...] - tankin er góður. Men tað er ikki ókent at mangan er langt millum orð og gerð - tá má so sanniliga bara staðfestast tá oddagreinin er lisin. Hatski tónin og javnaðarflokkurin... Eftir eina rímuliga góða
børn. Jú, okur, ið tá vuksu upp í Toftalíð, hava nógv at takka teimum eldru fyri. Flest øll teirra hvíla undir grønutorvu, og friður veri við minnunum um tey. Signheðin, nú eru vit báðir farnir at eldast [...] javnaldrar, og vuksu vit báðir upp í Toftalíð í friðarligum og hjartagóðum umhvørvi. Toftalíð var tann nýggjari parturin av Vági, ið liggur uttanfyri gamla bøgarðin, og tá ið vit vóru óvitar, vóru tað [...] Hovseggina, so hyggur hann altíð inn á gólvið hjá okkum. Sigast má, at vit báðir hava altíð verið nær knýttir hvør at øðrum, og takk skalt tú hava frá mær, fyri,at tú altíð hevur verið trúfastur, tí mangan hevur
valdað í slíkum prosessum, og kanska hava tað ikki altíð verið røttu áhugamálini, sum hava stýrt teimum. Men skulu vit meta avrikið, skulu vit meta um politikararnir nú hava fingið tað, teir ynsktu. Tað er [...] Alt ov nógv fólk hava fingið alt ov stórt vald í mun til tað, tey megna. Nú skulu vit ikki vassa víðari soleiðis, at ávís skulu kunna profittera upp á tann hurlivasa, sum valdar. Vit hava dugnalig starvsfólk [...] stjórin sigur, tá ein hevur megnað at tulka ivasama lógargrein soleiðis, at viðskiftafólkið einki fekk, hóast tørvurin var eyðsýndur, ella tá ein hevur handfarið eitt mál á rættan hátt, ella tá ein er farin
millum elsta og yngsta systkinabarnið, hava vit altíð øll verið sera góð. Av tí at Karl Martin var mitt í flokkinum av okkum, er tað eitt sindur ymiskt hvussu vit minnast hann. Tey elstu minnast hann væl [...] at verða eftir hann. Altíð tá familjan fer at verða saman um eitt hvørt, fer hann at mangla. Okkara troyst er tó at vit skula síggja hann aftur ein dag, heima hjá Gudi. Vit vita at hjá tykkum, Kjartan [...] hin sami: barnsins sanna gagn og frami Væl tær veri, lítla skara Jakups Gud teg væl skal varða; honum, sum fekk megi alla, fíggindar til jarðar falla. Og tá her er farin dagur, neyð er lokin, tagna klagur
bleiv brúkt. Vit kliptu og teknaðu, eg og mínir 4 beiggjar og allir hava teir listagávur, og míni foreldur vóru sera lagalig. Tá eg kom í 5. flokk í skúlanum, fingu vit leir í skúlanum, og tá gjørdist hugurin [...] lagnu tað fær, tað vita vit ikki. Ein onnur standmynd er formað sum ein sirkul. Vit síggja eitt nýtt barn koma til verðina. Barnið er hvítt, barnið er reint og óskyldugt. At vit øll eru fødd sum syndarar [...] Serliga lærdi eg at hugsa ótraditionelt. Vit høvdu eisini ein góðan lekara á skúlanum, ið æt Holm Olsen. Annars endaði eg við at hava Bjørn Nørgaard sum professara, og tá var tað ikki ópopulert at arbeiða figurativt
bond. Hetta er ikki minst týdningarmikið komandi árini, tá vit helst fara at síggja økt virksemi á oljuøkinum. Við sínum nærum 30 ára royndum hava skotar og ikki minst aberdeenbúgvar nógv gott at geva okkum [...] Tí mugu vit bara vóna, at føroyska flogfelagið heldur fram við at røkja hesa rutu. Tað eru so helst mong, sum eisini sóu, at sjóvegis samband var millum plássini. Men tað er so nakað, sum vit enn bara [...] bara kunnu hava í okkara ynskiverð, tí soleiðis sum siglingin hjá eitt nú Norrønu er, vendist neyvan aftur til gomlu rutuna hjá Smyrli á sinni. Vit mugu so kortini royna at troyta allar hugsandi møguleikar