Minningarorð um Sólgerð Djurhuus

fyristøðukvinna á Ellis- og Umlættingarheiminum
f. 04.02.41 ? d. 03.07.03

Góða Sólgerð.
Undarliga óveruligt kennist tað at tú ikki ert millum okkum longur!
Tað verða skjótt 19 ár, síðani tú var sett sum leiðari á Umlættingarheiminum við V. U. Hammersheimbsgøtu og legði tú stevið har so væl og umhugsið, at har bleiv gott at vera, bæði hjá bú- og starvsfólki.
Nøkur ár seinni, tá so Ellis- og Umlættingarheimið vóru løgd saman, átók tú tær hesa uppgávu við! Tað skein ígjøgnum alt, sum tú hevði við at gera, at tú vart ein eyðmjúkur persónur. Tey gomlu stóðu tínum hjarta nær, og rættindi teirra var tú altíð klár at verja. Siðsemi var í hásæti, og tað kunnu vit bara hava størstu virðing fyri.
Sólgerð, tú gjørdi ikki nógv burtur úr tær sjálvari, men harafturímóti vísti tú bæði umsorgan og áhuga fyri familju tíni og starvsfólkunum og teirra familju. Tá ið á stóð, vart tú altíð klár við eini hjálpandi hond. Sjálv bar tú sjúku og mótgongd í tolni. Tú var ikki ein, ið dámdi at standa fram, helst tvørtur ímóti, men arbeiðið kravdi hetta til tíðir. Og so hevði tú hendan eginleikan, sum næstan er við at doyggja út, sum fekk tey tú hevði »undir« tær, at slappa av saman við tær. Einki við at gera »honnør« nei! Tað er bara je! Tað verður sagt um summi, at tey eru heldur »kantut«! Tú var »rund« Sólgerð, og kanska til tíðir alt ov góð av tær! So er tað sagt.
Palli, eftir øll hesi ár hava vit ikki kunnað annað, enn lagt til merkis hvør ómetaligur stuðul, tú hevur verið Sólgerð, og ikki at gloyma allar tær ferðir tú hjálpti til á bæði ein og annan hátt í sambandi við hugnakvøld, jólahald, bara fyri at nevna nakað! Vit hugsa ofta um teg og tann sakn tær hevur verið fyri, má Guð styrkja teg og hjálpa tær at líta frameftir, hóast alt!
Sólgerð! Takk fyri at tú var akkurát sum tú var!
Friður veri yvir minninum um teg!

N. B. Einaferð segði tú, kanska mest sum í spølni, men tað vóru nøkur, ið festu sær tað í minnið! Tá ið je fari til gravar, skulu tygur syngja hendan sangin!

Tá ið endar mítt stríð og útrunnin mín tíð
skal eg náa ta himmalsku strond.
Jesus eyga mítt sær, og tá vísir hann mær
naglamerkini í síni hond.

Niðurlag:
Eg skal ganga við lívsvatnsins strendur
hoyra pálmanna friðsæla sús
eingin synd eingin sorg
er í himmalsins borg
men bert songur sum havsbylgjubrús.