VW Touareg - luksus "off-roadari" í milliónalkassanum

Á Bilasøluni v/ Øssur Johannesen í Hoyvík hava teir fingið luksus "off-roadaran" VW Touareg. Hetta er ein bilur í fínastu útgávuni við V10 turbo dieselmotori og ikki minni enn 313 hk

VW Touareg er eitt úrslit av, at VW nú eru farnir at gera bilar í størra og dýrara luksusklassanum. Bilurin er bygdur yvir sama plattform sum Porsche Cayenne, eisini hava teir somu hjólupphang og nógv annað til felags.
Hóast Touareg er ein luksusbilur í allar mátar, er hann samstundis ein 4x4 við off-road eginleikum sum ein jeepur. Umframt 6-trins automatgirkassan har man eisini kann skifta manuelt, hevur hann eitt reduktiónsgir, sum verður sett til við einum knøtti inni í bilinum. Hann hevur miðdifferentiali og elektroniskt stýrda sperru, sum gjøgnum bremsurnar ávirkar øll fýra hjólini. Hetta merkist best um bilurin koyrir á sløttum og brøttum lendi, so kemur hann spakuliga og trygt fram.
Vanliga er fríhæddin á Touareg 24 cm, men við luft-fjaðraskipanini kann fríhæddin broytast upp til 30 cm, hetta ger góðan mun í koyring uttan fyri vanliga koyrivegin. Bilurin er gjørdur til at kunna koyra gjøgn áir og vøtn, sum eru upp til 58 cm djúp.
Tá bilurin koyrir við hægri ferð minkar fráhæddin, og bilurin liggur stúttur og fastur á vegnum.

Har manglar einki

Bilurin er ein sannur luksus bilur at koma inn í, leðursetur og træpanelir yvir tað heila, gott útsýni og bilurin er heilt einfalt sum ein stórur luksusbilur at koyra. Vit kenna til V6 og V8 motorar, men ein V10 er nakað fyri seg, motorurin er ein uppliving í sær sjálvum, bæði ljóðið og kraftin, hann hevur ikki minni enn 313 hk.
Men bilurin útstrálar eisini, at hann er nakað serligt. Undir kúfangaranum aftan eru tvey útstoyt, og á takinum aftan er ein stórur blankur spoilari, sum eisini kann brúkast sum viðførisberari. Síðublunkljósini eru í síðuspeglunum.
At tosa um standard og eykaútgerð á einum bili í milliónklassanum, kann næstan vera líka mikið, har er alt, men vit kunnu nevna t.d. aircondition sum kann stillast inn til fýra ymisk øki í kabinuni, antispinn, fartpilot, leðurratt, sum kann stillast allar vegir, stoytdoyvarar sum kunnu stillast inn til automatic, sport ella comfort, xenon forlyktir og handskarrúm við køling.
Umframt hendan 5,0 litur V10 turbo dieselmotorin við 313 hk, fæst Touareg eisini øðrum motorum sum t.d. einum 3,2 litur V6 bensinmotori við 220 hk. Í bíligastu útgávuni, ið er ein 2,5 R5 TDI við 174 hk, kostar ein Touareg 559.000 krónur.

VW Touareg Top 5,0 V10 TDI

Motorurin5,0 litur 10 syl. við 313 hk
turbodiesel V-motorur

0-100 km/t7,8 sek

Oljunýtsla8,2 km/l

Dekkstødd255/55-18

Stødd og vekt
Longd475,4 cm
Breidd192,8 cm
Hædd172,6 cm
Eginvekt2524 kg
Viðførisrúm555 litrar

Prísurkr. 1.028.000,-

SøluumboðBilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.audi-vw.net