Fyrstu Mitsubishi Lancer komu á danska og føroyska marknaðin fyri 25 árum síðan, tá fingust teir sum sedan, hatchback og stationcar.
Hóast vit ikki hava sæð so nógv til nýggjar Mitsubishi seinnu árini, hava teir eina stóra vøruskrá. Umframt Pajero jeeparnar, hava teir Lancer, Carisma, Galant, Space Star, Space Wagon, og nýggja frítíðarbilin, Airtrek
Í nýggju verkætlanini hjá Mitsubishi er ætlanin at koma við 14 nýggjum modellum til evropeiska marknaðin komandi árini. DaimlerChrysler eiga ein stóran part í Mitsubishi. Umframt ein nýggjan Mitsubishi Colt, ið er komin á japanska marknaðin, er ein heilt nýggjur Lancer komin á evropeiska marknaðin. Hesin Lancer Station Wagon er ein væl gjørdur og elegantur stationvognur við góðum, tryggum og sportligum koyrieginleikum. Bilurin er í sama klassa sum t.d. Toyota Corolla, VW Golf, Peugeot 307 og Opel Astra. Talan er um ein bil sum avgjørt verður kappingarførur í prísi og dygd.
Comfort og Sport
Lancer fæst í fyrstu atløgu við tveimum motorstøddum, einum 1,6 litur við 98 hk, og einum 2,0 litur við beinleiðis bensininnspræning og 135 hk. Hvat útgerð viðvíkur fæst bilurin t.d. í Comfort og Sport. Í Comfort útgávuni er bilurin sera væl útgjørdur við t.d. aircondition, ABS bremsum við EBD og skivubremsum á øllum fýra hjólunum, el-síðurútum framman og aftan, fjarstýrdum sentrallási, eisini á trygdarøkinum við airbag framman, í síðunum og gardinairbag, 3-punkts trygdarbeltum við øll sitiplássini, og fimm nakkapútur ið kunnu stillast, elektroniska startsperru og leðurratt og girknøtt.
Í Sport útgávuni er bilurin t.d. senkaður, hevur 16" sportfelgur, sportratt og sportsetur, sterkt tónaðar rútar á síðuni aftan og baklúkuni. Alt hetta er standard og originalt á Sport útgávuni, sum bert kostar 20.000 krónur meira enn Comfort. Lancer bilarnir hava 3 ára garanti ella 100.000 km, tað sum kemur fyri fyrst.
Bilurin verður sýndur fram á bilasøluni Ivan Johansen Bilar, Hoyvíksvegur 63.
Myndatekstur:
Mitsubishi Lancer Station Wagon 2,0 Sport
Motorurin2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk
0-100 km/t10,0 sek
Bensinnýtsla11,6 km/l
Dekkstødd195/50-16
Stødd og vekt:
Longd448,5 cm
Breidd169,5 cm
Hædd148,0 cm
Eginvekt1250 kg
Viðførisrúm591 litrar
1079 litrar (v. baksetrunum niðri)
Prísurkr. 218.000,- (Sport)
kr. 198.000,- (Comfort)
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo