Í oddagrein í Sosialinum týsdagin 19/09/2003 - viðgerð oddagreinskrivarin hvussu fólkaræði hevur tað - í Norðanlondum og her heima hjá okkum, hann letur ikki serliga væl at tá talan er um politiska orðaskiftið: "tónin í Føroyum er mangan harður ja, næstan hatskur.."
Tað er sjálvandi ílagi at hava eina meining um støði sum kjakast verður á, og at mæla til at støði skal verða sømiligt og sakligt - tankin er góður.
Men tað er ikki ókent at mangan er langt millum orð og gerð - tá má so sanniliga bara staðfestast tá oddagreinin er lisin.
Hatski tónin og javnaðarflokkurin...
Eftir eina rímuliga góða byrjan, fellur alt so logandi til jarðar í greinini, og alt steðgar upp. Eyðkendi javnðarstílurin skínur ígjøgnum, og greinskrivarin slær fast at tann "hatski" tónin sum eyðkennir politiska orðaskifti í Føroyum "gongur mest út yvir tey sum ikki taka undir við fullveldispolitikkinum" og hann heldur fram "..serstakliga gongur hetta út yvir javnaðarflokkin og út yvir fólk, ið verða hildin at hava samhuga við hesum flokki".
Álvaratos greinskrivarin og øll sum tíma at fylgja bert eitt sindur við í politiska orðaskiftinum í Føroyum vita at tað sum er blivi sagt og skriva um fullveldisætlanina og tey sum stuðla fullveldisætlanini fyri ein stóran part als ikki er borðbart. Hvør tosaði um "krystalnáttina" í samband við politiskt orðaskiftið??, ella ein yvirskrift hjá Hans Paula Strøm: "Tjóðin hildin fyri spott av fjølmiðlatølaranum og fólkavillaranum" - ein grein sum leggur formann tjóðveldisfloksins undir líkt og ólíkt, ella brot úr grein hjá Katrin Dahl Jacobsen: "Tað var tann tíð, tá Høgni var umgyrdur í allar ættir av fjarstýrdum mailskipaðum altíð-prefabrikeraðum-skriviklárum-grátifólki" - og hildi kundi verið fram, nei einki líður Javnaðarflokkurin ella javnaðarfólk undir nøkru "hatskum" orðaskifti í Føroyum.
Tær "óseku" oddagreinirnar...
Oddagreinirnar í Sosialinum heva heldur ikki verið so tannleysar tá talan hevur verið tann "hatska" tónan - og Tjóðveldisflokkurin og tjóðveldisfólk hava verið viðgjørd við vendingum sum als ikki hoyra heima í einum orðaskifti og so slettis ikki í einari oddagrein.
Brot úr aðrari oddagrein: "Tjóðveldisflokkurin provokerar ikki bert í landsstýrinum, hann provokerar eisini í løgtinginum".
Í seinastu viku var yvirskriftin "Væntandi fólka-ræði" og enn ein oddagrein sum viðgjørdi Tjóðveldisflokkin, har oddagreinin legði ósannindi og pástandi fyri dagin: "..ein veikleika í
Tjóðveldisflokkinum og vantandi fólkaræði í flokkinum." og víðari "..at fólk av røttum kunnu seta spurnartekin við fólkaræðið í Tjóðveldisflokkinum". Jú, Sosialurin kann av sonnum gera sítt til fyri at draga áðurumtalaða støði niður.
Sosialurin vil sleppa at viðgera Tjóðveldisflokkin og innanhýsis viðurskiftið í flokkinum; hví veit eg ikki, tað má verða tí at skili í Javnaðarflokkinum er so framúr.....
Javnaðarflokkurin í sjónligari kreppu
Hetta at Sosialurin javnt og samt vil gera fullveldispolitikki og viljan at klára seg sjálvan til eina brotsgerð, og alment taka synd í Javnaðarflokkinum og javnaðarveljarum, vísir ein flokk í sjónligari kreppu, sum ikki enn hevur megna at endurnýggja seg, vit minnast "Fólkið fyrst" til seinasta løgtingsval - eitt herróp sum var kopierað av heimasíðuni hjá danska javnaðarflokkinum, ikki ein gang eitt "valslogan" kann flokkurin framleiða; vit minnast eisini sjabbi um eina alheims "javnaðarfamilju" - tað bráðtagnaði tá Javnaðarflokkurin í Bretlandi fór í kríggj móti Irak vegna hópoyðingarvápn - sum ikki eru funnin enn!
So skuldi ein sviði koma at hjálpa Føroya Javnaðarflokki - tað kunngjørdi formaður Javnaðarfloksins fyri opnari mikrofon....hví kann slíkt ikki viðgerast í einari ella fleiri oddagreinum í Sosialinum?? Ella hvussu var tað við stríðnum millum flokkin og Gerhard Lognberg???
Øll vita at áralanga atfinningin móti Tjóðveldisflokkinum einans skal fjala útyvir ein Javnaðarflokk, sum hevur trupuleikar á øllum økjum, bæði tá tað snýr seg um sakligar politikarar, ein politik sum kann standa seg í gerandiskjakinum, ein politikk á ríkisrættarliga økinum o.s.fr.
Javnaðarflokkurin skuldi sett seg niður og sett sær spurningin "Hat gera vit fyri at fáa ávirkan"??, ístaðin fyri blanda alt saman: persónar, fakfeløg, verkføll, politkk og hvat veit eg.
Tá vildi tað verið nemmari at veri Javnaðarflokkur og javnaðarfólk og so var tað heldur ikki so synd í tykkum, tá "hatska" orðaskiftið leikar á.