Norrøna: Millum tey 1.038 ferðafólkini, ið vóru við Norrönu til Danmarkar fríggjadagin, vóru 28 bridgespælarar. Hetta var árliga bridge-ferðin, sum Smyril Line og Per Kallsberg skipa fyri á hvørjum ári. Hetta er sætta ferðin.
Hesa vikuna verða seinastu túrarnir hjá Norrönu eftir summarferðaætlanini avgreiddir. Síðani nýggja Norröna fór í sigling 10. apríl hava gott og væl 100.000 fólk siglt við skipinum. Alt árið í fjør sigldu 87.000 fólk við gomlu Norrönu.
Túrarnir við kortspælarunum plaga at verða í endanum av summarsiglingini, og soleiðis var eisini hesaferð.
? Tað er sjálvandi fyrst og fremst hugnin og tað at vera saman í felag, ið fær okkum avstað ár eftir ár, sigur Per Kallsberg, íðin bridgespælari, sum fyriskipar ferðina. Tí verður eisini dentur lagdur á máltíðirnar og hugnan um kvøldið, sigur hann.
? Tiltakið er fyri øll sum hava áhuga fyri brigdespæli, tað er eingin treyt, at tú ert limur í nøkrum bridgefelag, sigur Per Kallsberg. Vanliga eru eini 5-7 borð við ? millum 25 og 30 fólk. Á ferðini verður bara kappast fyri pør.
Sum fyriskipari plagar Per Kallsberg sjávlur ikki at hava nakran makkara.
? Tí so kann eg altíð traðka til, um onkrum vantar ein makkara, ella um onkur av hinum ferðafólkunum hevur hug at royna seg, sigur hann. Og soleiðis var eisini, tá vit hittu Per í brigdspælinum. Makkari hansara var ein dani, sum var millum ferðafólkini, og sum hevði hug at royna seg í kortspælinum.
Hóast eingin »Norröna-meistari í bridge« verður skírdur á hesum ferðunum, so vinna kortspælararnir tó matbillettir o. a., sum njótast kann umborð. Per leggur dent á, at tað er hugnin og samveran, sum er í hásæti. Hann sigur eisini, at nógvir av bridgespælarunum eru teir somu ár um ár, og at onkrir teirra hava veri við øll árini. Smyril Line letur teimum avsláttur í ferðaseðlunum, og tí eru tað eisini nógvir makar við í ferðalagnum, sum tó ikki spæla bridge, men einans eru við fyri at hugna sær.
Í næstu viku fer Norröna at sigla eftir vetrarferðaætlanini, og har er tann broytingin gjørd, at Norröna nú eisini fer at sigla til Noregs á vetri. Á ferðini til Danmarkar leggur Norröna at í Hetlandi bæði á veg heim og á veg niður. Mánadag verður nú siglt til Bergens í Noreg, har eisini lagt verður at í Hetlandi á báðum ferðunum. Sostatt verður Norröna nú at síggja í Hetlandi fýra ferðir um vikuna.