so tey passa til tær veruligu umstøðurnar, so mugu vit sum eiga bátar í bólki 5 ásanna, at ikki hava øll í Grunninum somu møguelikar fyri útgjaldi. Vit gjalda barnsburðarfarloyvi og fáa einki haðani, (tey [...] aldurin) vit gjalda til ALS, og hava ongar møguleikar at fáa nakað haðani, og nú so eisini til Trygdargrunn Fiskivinnunnar, og so als onga møguleika, sum er, at fáa nakað haðani. Ikki kunnu vit royna at [...] nøkur oyru við síðuna av útróðrinum, tá ringastu umstøðurnar eru, tí so raka vit loftið fyri, hvat loyvt er at forivnna við síðuna av útróðirinum, og so missa vit fiskiloyvið. So ikki kann sigast, at
hugsa um lív og tilveru okkara. Teirra skapandi virksemi hevur tí stóran týdning fyri okkum øll. Vit hava øll brúk fyri listafólkunum. Skapandi virksemi teirra hevur ikki bert týdning fyri okkara trivnað [...] hevur eisini búskaparligan týdning og týdning fyri okkara umdømi úti í heimi. Vit eiga øll at sýna listafólkum virðing, og vit eiga at stuðla teimum bæði so og so. Í einum altjóðagjørdum heimi hevur kap [...] verk, ið okkara listafólk skapa. Í hesum líkjast vit okkara grannalondum. Eisini privatar fyritøkur nýta verk hjá okkara listafólki til branding, tað veri seg innan tónleik, leiklist, myndlist ella bókmentir
fíggjarligum førleika hava givið sínum børnum tann møguleikan, sum er tann besti, hetta at hava sítt egna instrument at spæla uppá. Men nógv hevur restað í til tann tørv, sum er, og tá serliga til keyp av [...] ljóðføri í hendurnar, sum hava góðan ljóm, og tí eru hesar smáu violinir líka dýrar sum tær í fullari stødd. Tørvurin bara á hesum øki er tí ikki minni enn tað 10-faldaða av tí, vit her fingu at ráða yvir [...] Tá tað almenna ikki heldur seg hava møguleikar - ella politikararnir ikki vilja - at seta nóg mikið av pengum av til mentanina í landinum, so er neyðugt at taka til onnur ráð. Eitt øki, sum hevur verið
íslendskum eita oyggjarnar Færeyjar, hetta umseta vit uttan himpr til Føroyar, skal tað vera nøkur meining í at hava oyggjar uppí í Førjum, skuldi tað veri Føroyggjar. Tann vanliga úttalan er Førjar. Sama [...] álítandi, álítandi fólk eru tey, sum eru fødd við eini meining og halda fast við hana alt lívið. Tað at vit hava fingið orðaskifti um málið hevur nógv at siga og har hevur André gjørt so væl at leggja sakliga [...] onki við sakina at gera. Viðmerkingarnar frá Svenning Tausen hava onki við bókina hjá André at gera, men eru ósaklig og persónlig álop. Tá eg gekk í skúla var málreinsingin komin væl ávegis, Svenning Tausen
mín Hans Petur. Orð tykjast so fátøk, tá eg skal lýsa tað menniskja, sum hevur staðið mær so nær og hevur verið sum ein bróður fyri meg. Eg kom at kenna Hans Petur, tá eg byrjaði at koma í barnaheim hansara [...] Peturi eitt síðsta farvæl. Tað er svárt hjá tykkum Kirstin og Halli, sum hava mist tykkara kæra mann og pápa. Men eg veit, at tit hava mangar og góðar løtur at minnast á, sum fara at styrkja tykkum í tykkara [...] tók hond í við teimum. Hans Petur var eisini barnavinur og var sera góður við dreingirnar hjá okkum. Vit høvdu nógvar góðar og hugnaligar løtur saman í Sumba og seinni í heiminum hjá Hans Petur og Kirstin
20-30 fólk hava fast arbeiði, tá framleiðslan er komin í eina fasta legu. Stjórin vísir á, at umstøðurnar, sum Sjógæti fær á Eiði, slett ikki kunnu samanberast við umstøðurnar, sum tey í dag hava á lutfalsliga [...] tíðina hevur verið veksandi, og vit vóna og trúgva upp á, at tað eisini fer at bera til at selja hesar vørur í munandi størri nøgdum. Hans Marius í Byrgi sigur, at veitararnir hava lovað, at klárt verður at [...] Sjógæti fekk menningarkvotu í fjør. Hetta eru fýra ára kvotur, sum kunnu broytast í stødd – alt eftir, hvussu stór føroyska makrel-og sildakvotan verður tey næstu árini. Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti
til hjá øðrum skipum av somu stødd, merkir ikki, at leirvíkstrolararnir neyðturviliga hava fiskað so nógv betur. Royndin hjá teimum hevur hinvegin verið størri, tí tey hava verið í vinnu alt árið. Bæði [...] Fiskivinna Partrolararnir, Polarhav og Stjørnan, hava gjørt eitt ógvuliga gott ár í ár. Skipini hava higartil fiskað fyri meira enn 42 mió krónur, og tað gevur ein manningarpart, sum fer yvir 700.000 krónur [...] vænta sær einar 17.000 krónur í part fyri hvørja miljón, sum skipið avreiðir fyri. Falda vit 17.000 ferðir 42, fáa vit eitt tal, sum liggur omanfyri 700.000 krónur, sum er manningarparturin higartil í ár.
føst býarmynd á ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk. Og vit báðir Njál hava havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld. Kenslan av at vera niðri [...] okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur [...] ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið, og mann kendi seg upplyftan og sum part av hægri eind. So mong okkara hava upplivað
systkin hevur hon virkað sum ein mamma, síðan mamma okkara doyði. Tað er hana vit fara til, tá onnur fara til mammu sína. Skulu vit gera blóðpylsu ella leggja einar buksur upp, er hon altíð klár. Eisini er [...] Nógv kók av fiski hava vit eisini fingið. Heimið hjá teimum ber eisini brá av, at Jón er sera fittur í hondunum. Alt sum er gjørt rundanum húsini, hevur hann gjørt sjálvur, tað veri seg at laga garð ella [...] Leirvíkar í 1972, tá hon fór í framhaldsdeild í Fuglafirði, har hon tók realprógv í 1976. Eftir loknan skúla fór hon til Klaksvíkar at arbeiða í handlinum hjá Kristian Hvidbro og tá búði hon hjá yngstu
Harrans vegir eru ikki okkara vegir. Tankarnir leita aftur í tíðina, tá barnaskógvarnir vórðu traðkaðir í heimbygdini. Minnist ta ferðina, vit báðir fóru á Vatnsnes at fiska síl. Túrurin endaði tó á einum b [...] hjá tær í hesi sváru tíð. Foreldur og systkin og øll tit, ið hava mist, má Harrin styrkja tykkum. I slíkari stund eru orð fátøk. Friður veri við minninum um Dánjal Johannus. Ein vinur