'Viðmerking til grein í Sosialinum

hósdagin 31.05.01 um bræv frá Miðvágs-Sandavágs skúla til MMS og skúlanevndina á staðnum um munnligu próvtøkurnar í summar

 

Vegna Miðvágs-Sandavágs skúla


Emmy S. Joensen, skúlastjóri


Jákup Egholm, lærararáðsformaður

??????????????????????????????




Fríggjadagin 25.05.01 sendu vit eitt bræv til avvarðandi skúlamyndleika, t.v.s. skúlanevnd og Mentamálastýrið, har vit vístu á, at vit harmaðust støðuna, sum næmingar okkara, sum skuldu til munnliga próvtøku, vóru í, um ikki skjótt endi kom á verkfallinum. Grundgevingarnar vóru, at serliga næmingar í 9. flokki høvdu ikki havt vanliga undirvísing í fleiri vikur orsakað av, at páskafrí, verkætlanaruppgávan, starvsvenjingin, skrivliga próvtøkan, og oman á alt verkfallið, rann saman, og tí høvdu lærararnir trupult við at náa tann setning, sum teir sambært krøvum og ársætlanum høvdu sett sær fyri.


Brævið varð lagt út á ráðstevnuna hjá lærarum í fólkaskúlanum til kunningar, og høvdu vit hildið, at brævið hevði almennan áhuga, høvdu vit sent tað til fjølmiðlarnar eisini. Tað mettu vit ikki tá og enn minni nú, ið verkfallið er av.