Dánjal Johannus var farin bert 31 ára gamal. Tíðin steðgaði, og tárini vóru ikki til at halda aftur.
Hví og hví hann? Spurningar, sum fara at standa ósvaraðir. Harrans vegir eru ikki okkara vegir.
Tankarnir leita aftur í tíðina, tá barnaskógvarnir vórðu traðkaðir í heimbygdini. Minnist ta ferðina, vit báðir fóru á Vatnsnes at fiska síl. Túrurin endaði tó á einum bilverkstaði í Vági, hagar bilurin varð sleipaður, eftir at hol fór á botnkarið á veg niðan á Vatnsnes. Onki síl, men eitt upplivilsi ríkari.
Starv títt hevði tú á smoltstøðini í Grønadali. Arbeiðssemi var títt sermerkið, og ringt verður at taka arbeiðið upp eftir teg á smoltstøðini, har tú við tíni vitan eftir nógv ár vart álitismaður.
Títt stóra ítriv var seyður, og hetta legði tú nógva tíð og stóra orku í. Og væl bar til. Í vetur slaktaði tú ein tann størsta veðrin, ið menn vita at siga um í Føroyum. Lítillátin vart tú sum fáur, og neyvan var tað tú sjálvur, sum syrgdi fyri, at tíðindini um veðrin bórust í bløðunum.
Sum seyðamaður hevði tú altíð tín góða vin, hundin, við í fylgi. Á túri okkara á Vágfelli, seinast eg var heima, hugtókst tú meg vid tí samarbeiði, sum tú og hundurin høvdu. Eftir tínum boðum rak hundurin seyðin, júst so sum tú hevði vant hann at gera. Upplæring av hundi krevur bæði hegni og tol, sum tær var ognað í ríkiligt mát.
Á ferð tíni í stórbýnum fyri tíð síðani stakst tú inn á gólvið. Hugnaligt var at práta um gamlar dagar. Títt góða lag og blíða lyndi hevði tú við tær, har tú vart.
Dánjal Johannus upplivdi sítt lívsins summar, nú deyðin kom sníkjandi og eirindaleyst rykti hann burtur. Tú og Dóris høvdu valt eina felags framtíð, men lagnan unti tykkum bert stutta tíð saman. Góða Dóris, okkara tankar eru hjá tær í hesi sváru tíð.
Foreldur og systkin og øll tit, ið hava mist, má Harrin styrkja tykkum.
I slíkari stund eru orð fátøk. Friður veri við minninum um Dánjal Johannus.
Ein vinur