Manningarparturin er yvir 700.000 krónur

Tað hevur gingið óføra væl hjá leirvíkstrolarunum Polarhavi og Stjørnuni í ár, og manningarparturin er rættiliga góður

Fiskivinna

Partrolararnir, Polarhav og Stjørnan, hava gjørt eitt ógvuliga gott ár í ár. Skipini hava higartil fiskað fyri meira enn 42 mió krónur, og tað gevur ein manningarpart, sum fer yvir 700.000 krónur.
Teir, sum sigla við hesum skipum, plaga at vænta sær einar 17.000 krónur í part fyri hvørja miljón, sum skipið avreiðir fyri. Falda vit 17.000 ferðir 42, fáa vit eitt tal, sum liggur omanfyri 700.000 krónur, sum er manningarparturin higartil í ár.
Oljan hevur verið dýr, og hóast prísirnir eru lækkaðir nakað, er hugsandi, at árið í ár lutfalsliga roynist betri hjá manningunum enn hjá reiðarínum, hóast reiðaríið ikki kann lata illa at.
Fiskiskapurin hjá Polarhavi og Stjørnuni hevur verið so mikið góður í ár – og skipini hava selt so væl, at reiðaríið klárar bæði rentur, avdrøg og nakað aftrat.
Oljuútreiðslurnar í ár hava verið millum 3 og 4 miljónir til hvørt skipið, og tað er fleiri ferðir prísirnar, sum skipini fingu oljuna fyri í ár 2000.
Sama nøgd av olju, sum í ár er keypt fyri einar 6-8 mió krónur, hevði reiðaríið fingið fyri einar 2 mió krónur í ár 2000.
Tá ið skipini vórðu bygd fyri fáum árum síðan, varð mett, at tey skuldu fiska fyri einar 27-28 mió krónur tilsamans, um raksturin skuldi hanga saman, men nú oljan er dýrkað so nógv, skulu tey helst fiska fyri einar 36 mió krónur, um skil skal vera í.
At tað hevur gingið so væl hjá Stjørnuni og Polarhavi í ár í mun til hjá øðrum skipum av somu stødd, merkir ikki, at leirvíkstrolararnir neyðturviliga hava fiskað so nógv betur.
Royndin hjá teimum hevur hinvegin verið størri, tí tey hava verið í vinnu alt árið.
Bæði Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava ligið ein part av árinum vegna klassing, og Vestmenningur og Fram eru longdir.
Stívliga tríggjar manningar eru knýttar at Polarhavi og Stjørnuni, sum hava tilsamans fýra skiparar, stýrimenn og maskinmenn.
Um summarið fiska Polarhav og Stjørnan gulllaks – og um veturin upsa.
Sum skilst, gekk væl við gulllaksinum í farnu vertíð, og væl hevur gingið at fingið fatur á upsa.
Samanlagt eitt gott ár hjá skipum og manningum.
Men tað gongur ikki bara uppeftir í fiskivinnuni, hvørki á sjógvi ella landi.
Partrolararnir høvdu eisini nøkur vánalig ár herfyri – við smáum upsa og lágum fiskaprísi.
Nú gongur betur eina tíð, og soleiðis er tað nú einaferð við fiskivinnuni.