Ein heilsan til Kathrinu og Jón

15. des hava Kathrina og Jón Olsen í Klaksvík verið gift í 25 ár.

Kathrina er dóttir Maritu og Jóhan Christian Foldbo í Leirvík og er hon elst av 4 systkjum. Jón er úr Klaksvík, sonur Sunnivu og Frits Olsen. Hann er miðlingur av trimum.

Kathrina vaks upp á Toftum. Saman við familjuni búði hon í barnaheiminum hjá pápanum saman við ommuni og abbanum. Marita og Jóhan Christian fluttu til Leirvíkar í 1971 og bygdu hús har. Kathrina gjørdi barnaskúlan lidnan á Toftum og flutti til Leirvíkar í 1972, tá hon fór í framhaldsdeild í Fuglafirði, har hon tók realprógv í 1976. Eftir loknan skúla fór hon til Klaksvíkar at arbeiða í handlinum hjá Kristian Hvidbro og tá búði hon hjá yngstu mostrini Signbrún og har treivst hon væl. Tá Jón var liðugur í skúlanum, fór hann í læru sum elektrikari hjá Tummas Thomsen. Í Klaksvík møttust Jón og Kathrina og blivu góð.

Um Ólavsøkutíð í 1980 fór Jón til Odense at læra til el-installatør. Kathrina fór við og ætlaði sær eisini at læra, men lagnan vildi tað øðrvísi. Tey høvdu nóg illa funnið seg til rættis í Odense, tá Kathrina fekk deyðsboð av mammu síni, sum doyði av krabbamein 46 ára gomul. Kathrina valdi at koma heim og vera um systkini hjá sær og pápa sín. Yngsti beiggin var bert 10 ár tá. Hesa ábyrgd tók hon á seg og arbeiddi okkurt fyrifallandi arbeiði í heimbygdini. Jón gjørdi seg lidnan í Odense og kom so heimaftur.

Kathrina og Jón eiga 3 gentur og 2 ommu og abbabørn, sum tey taka sær ógvuliga væl av. Marid er 27 ár og býr í Keypmannahavn saman við Tom og eiga tey dóttrina Aliyu. Sunnvør er 23 ár og býr saman við Eliseusi í Keypmannahavn, har hon lærir til kostráðgeva. Bjørg býr í Fuglafirði saman við Einari og tey eiga sonin Jón Ari.

Kathrina er ógvuliga still av lyndi og er altíð klár at veita eina hjálpandi hond. Um tað so er at vaska kirkju ella at baka eina kaku til onkran. Er ein føðingardagur í familjuni, er Kathrina altíð klár at hjálpa. Fyri okkum systkin hevur hon virkað sum ein mamma, síðan mamma okkara doyði. Tað er hana vit fara til, tá onnur fara til mammu sína. Skulu vit gera blóðpylsu ella leggja einar buksur upp, er hon altíð klár. Eisini er Jón altíð klárur at hjálpa. Skulu nakrir leidningar dragast, so er hann góður at heita á. Nógv kók av fiski hava vit eisini fingið. Heimið hjá teimum ber eisini brá av, at Jón er sera fittur í hondunum. Alt sum er gjørt rundanum húsini, hevur hann gjørt sjálvur, tað veri seg at laga garð ella okkurt annað. Alt er sera snøgt og væl úr hondum greitt. Eisini er Jón inniløgumaður burturav og hevur hann fingið nógvar døgurðar til høldar.

Trúføst eru tey bæði. Jón hevur arbeitt hjá SEV í meir enn 25 ár og Kathrina hevur arbeitt við børnum næstan alt sítt vaksna lív, fyrst sum dagrøktari og nú í barnagarðinum. Hetta er hon sera væl egnað til. Hon er sera góð við børnini og fer um tey við sínum stilla lyndi og tollyndi. Børnini í familjuni njóta eisini gott av at hava eina so góða mostur og fastur. Eisini hava tey verið nakrar túrar saman við Jón í bátinum ella hjá seyðnum, og tað dámar teimum væl.

Kathrina og Jón eru burturstødd silvurbrúdleypsdagin. At enda vilja vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum og alt tað besta í framtíðini. 


sf