Sjógæti fekk menningarkvotu í fjør. Hetta eru fýra ára kvotur, sum kunnu broytast í stødd – alt eftir, hvussu stór føroyska makrel-og sildakvotan verður tey næstu árini.
Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti, sigur, at felagið saman við øðrum hevur keypt virkið hjá Vaðhorn Seafood á Eiði, og tað verður her, at verkætlanin við makrelinum og sildini verður førd út í lívið.
Partarnir í samstarvinum saman við Sjógæti eru Palli hjá Marionnu og North Pelagic í Klaksvík, sum saman hava keypt sjálvt virkið og eiga ein triðing hvør.
Men, tað verður Sjógæti, sum kemur at standa fyri rakstrinum og virkseminum á Eiði, og North Pelagic kemur at marknaðarføra og selja royktu vørurnar hjá virkinum.
Hans Marius í Byrgi sigur, at tey 1000 tonsini av makreli og 500 tonsini av sild, sum Sjógæti fekk í menningarkvotu í fjør, eru fiskað, og fiskurin liggur á goymslu í Ánunum.
- Tá klárt er at byrja á Eiði, vónandi um páskirnar, verður fiskurin tiðnaður so hvørt og verður royktur á virkinum, sigur stjórin, sum hevur fingist við fiskaframleiðslu í nógv ár.
Hann vísir á, at talan er um eina stóra íløgu, og tí vóna eigararnir sjálvsagt, at tingini kunnu fáast at hanga saman beinanvegin, hóast talan verður um lutflsliga stórar nøgdir.
Seinastu trý árini hevur Sjógæti gjørt royndir við at roykja á virkinum við Norðskála. Vørurnar eru seldar bæði í Føroyum og uttanlands, og áhugin fyri vørunum hevur verið veksandi.
- Jú, áhugin fyri royktu vørunum, eitt nú laksi, makreli og svartkalva, hevur alla tíðina hevur verið veksandi, og vit vóna og trúgva upp á, at tað eisini fer at bera til at selja hesar vørur í munandi størri nøgdum.
Hans Marius í Byrgi sigur, at veitararnir hava lovað, at klárt verður at byrja á Eiði um páskirnar, og málið er, at her skulu eini 20-30 fólk hava fast arbeiði, tá framleiðslan er komin í eina fasta legu.
Stjórin vísir á, at umstøðurnar, sum Sjógæti fær á Eiði, slett ikki kunnu samanberast við umstøðurnar, sum tey í dag hava á lutfalsliga lítla virkinum við Norðskála.
Lesið eina størri samrøðu við Hans Marius í Byrgi í vinnublaðnum, sum er í VikuskiftisSosialinum í dag, fríggjadagin.