Tað vísti seg tó, at tann eina dunnan var ein roykt høna, men hon hevði í minsta lagi meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum [...] tapandi hanan heim við til døgurðapottin, so hesin eigarin fekk tveir! Triði dysturin var millum hanan frá fyrsta dysti og ein annan, og hin fyrri fekk loyvi at hava tveir knívar, bæði tí hann var minni og [...] markið til landið, byrjaðu hesir risastóru bygningarnir at reisa seg. Singapore er eitt land, ein oyggj og ein stórbýur. Okkara fyrsta møti við Singapore bý var ikki serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu
Hoydølum, sum var liðugt í 1908. Tann medalja, sum hann fekk uttan nakrantíð at vita tað, var fyri bjargingini av einum smádrongi, sum var dottin á sjógv. Mamman, Jóhanna, tók alt sítt lív missin av soninum [...] við børnunum og seinni so langt sum til New Zealand. Tað frættist, at ein dóttir, Vilborg, gjørdist vakurleikadrotning. Um hetta er ein áhugaverd grein í Dimmalætting nr. 77 frá 1927, og er hon soljóðandi: [...] . Skipari var Napoleon Andreasen, Poli í Dali, sum var sera væl kendur innan fleiri øki. Hann var ein framúr framburðsmaður bæði á sjógvi og landi. Umframt tað var hann var eisini frammarlaga í Brøðr
fortaldi mær, at ein katolikkaprestur búði i Elduvík. Hann segði eisini, at ein búði í Oyndarfirði. Mus æt hann. Músasteinur er eitt minni um hann. Har, sum kirkjan í Elduvík stendur nú, var ein grótgrund [...] oyndfirðingar. Tað var bara ein háttur at koma hagar, og tað var til gongu. Tað var ein tími at ganga hvønn vegin. Hetta kundi vera vandamikið, og tað eru hendar vanlukkur. Ein var, tá ið tveir funningsmenn [...] hjálp og trolarin Mollyhawk fór til teir og blakaðu teimum ein trossa, sum teir smoygdu um framstavnin og inn undir fremsta toftubekk, og ein maður helt um endan. Tveir mans har frammi syrgdu fyri at halda
av teirra kosti. Her er Hilmar í fimm ár. Ein av stuttligu søgunum frá Nyborg, er, at ein dagin eru Hilmar og ein annar deyvur maður farnir á tandem-súkklu ein túr. Teir eru helst komnir ov tætt, har ið [...] minnist bert eina ferð at vera farnan í ein kjallara vegna luftávaring. Hilmar var farin út at spáka. Tá kemur ein eldri kona rennandi móti honum og fer oman í ein kjallara. Hann fer aftaná, tá ið hann skilir [...] inn á dekkið. Knappliga reistist ein sjógvur fimm metur yvir skipið og breyt inn á dekkið. Hetta var so ógvusligt, at tað kendist sum ein bilsamanstoytur. Skipið fekk stóra slagsíðu. Eg datt í egning
túr til skips, eins og søgan nærum varð skrivað frammanudan, at Atli fylgdi í fótasporunum á faðirinum, tá hann nøkur ár seinni tók næsta stigi, og fór á skiparaskúla í Havn. Tá ein annar úrmælingur [...] Atli á Plógv varð føddur og vaks upp í Sandavági. Faðirin var skipari, og ein av undangongumonnunum innan føroyska rækjuvinnu. Harumframt høvdu eisini flestu pápabeiggjarnir hjá Atla [...] faðirinum, Jóhan á Plógv, og svágri hansara, Godtfred Joensen í Miðvági, stóra trolaran sum fekk navnið V. U. Hammershaimb, og var útgjørdur til rækjuveiðu. Atli var tá bert 24 ára gamal, og
gjørdist kendur trúboðari. Ein beiggi var Sofus Bech, ein koyrari á sjónum, sum komið verður aftur til. Beiggin Zakaris Bech búði í Havn og var kendur sum snikkari, og ein beiggi var Palli, sum búði í [...] aftur frá teimum. Ein kendur pápabeiggi var Hans Jacob, vanliga kallaður Grani. Hann var ikki sum onnur fólk, heldur ikki var hann nakar innløgumaður. Men hann dugdi væl at taka til. Ein søga er um, at hann [...] hevur nakað við søguna hjá Brøðrasamkomuna, sum kom til Porkeris í undanfarnu øld og longu í 1907 fekk ein fundarsal, Bethania. Tá hendi tað, at hann sum plagdi at lesa lestur í kirkjuni, fór yvir til B
hann var átta ára gamal. Hann misti tískil ein skúlaflokk og fór úr 1. flokki í 3. flokk. Hetta helt hann hava darvað sær rættiliga nógv. Og at ganga í skúla var ein rættiligur teinur. Tað var enn longri av [...] Steingrim hevði myndatól við og fekk tikið myndir av skipinum. Bretska hervaldið heitti annars á fólk um at siga frá, um tey sóu okkurt, sum kundi vera illgrunasamt. Ein dagin Steingrim og vinmaðurin Vilmund [...] fer á land Tann 23. august 1950 var ein minniligur dagur. Zacharis og beiggin Steingrim vóru farnir í bøin at sláa. Tað var so nógv toka, at tað sást ikki oman á sjógv. Knappliga hoyra teir eina skipsfloytu
bygdafólkið var tá, eins og í dag, einamest fiskafólk, sum livdu av tí, sum havið gav – at fiska, selja og keypa – og so ein jarðarlut til kúnna og nøkur epl. Tað var tað. Men Skopun var eisini ein bygd, sum vegna [...] lovaði ein dusør upp á 5000 kr. Men mong ár seinni, tá Petur Mohr Dam var løgmaður, varð hann boðsendur til ein mann, sum lá at doyggja. Hesin bekenti nú sína synd og bað um fyrigeving. Tað fekk hann, og [...] frælsi at búgva, har tað er gott at vera; har ein og hvør skal kunna forsyrgja sær og sínum, og øll hava fría atgongd til lærdóm, upplýsing og mentan, óansæð um ein er ríkur ella fátækur av burði. Hetta stríð
lagi ein dag longri, enn um veðrið hevði verið hampiligt. Kortini roknaðu vit við at fáa ein heilt góðan túr, tí Brandur, sum seldi nakrar dagar undan okkum, seldi fyri 17.000 pund. Hetta var ein av teimum [...] hevði eisini týdning, at manningin varð vird av yvirmonnunum. Hans Pauli var ein slíkur maður, at hevði hann nakað at siga uppá ein mann, so segði hann tað við viðkomandi í einrúmi. Tá ið vit byrjaðu við [...] fast við Longva 2 og at skaffa onkran mann afturat, sum var kendur við trol. Eg fekk so Poul Holm við mær, hann var ein raskur og royndur trolmaður. So vit vórðu tveir porkeningar við, og tað vóru eisini
á Suðurlandinum. Onkur dagløn var fingin við tilrigging. Eg fekk so uppgerð beint fyri jól, sum var tað vanliga. Eg fekk peningin í ein konvolutt. Tá eg fór heim og legði hann á borðið, fór mamma at [...] farið norður eftir við fiskinum, sum hann flutti seg. Eg minnist ein dagin, vit vóru í Dýpinum. Tá fingu vit 10.300 stórar toskar. Hetta var ein grovur dagur. Tann dagin fingu allir bátarnir fýra ferðir uppí [...] hjá tí fremsta. Tað var ein partur av órættvísinum við sjálvdrátti, at fiskatalið hjá hvørjum einstøkum fiskimanni eisini valdaðist, hvar á skipinum, ið hann stóð. Tí var tað ein fyrimunur at fiska frá