Óli Jacobsen
----
7. partur
Eg fór aftur við Yvonnu í 1948. Hetta var eitt sera gott ár. Fyrst fóru vit til Íslands, men vit fingu kortini ikki so nógv á Suðurlandinum, tað var so sjaskut veður. Eg haldi, at vit høvdu eini 300 skippund, so tað var ikki nógv.
Men so varð farið til Grønlands um somu tíð sum árið frammanundan. Vit komu inn har suðuri í Grønlandi og fiskaðu við ísblinkin eina tíð. Vit fingu væl av fiski. So fóru vit norður eftir. Tá fiskaðu vit eisini frá skipinum umframt bátunum. Tað var nógvur fiskur at fáa, men so fóru vit til Ravnoynna, har vit lógu eina tríggjar vikur. Har á leið fingu vit gott fiskarí við bátunum. Tað mesta vit fingu, var innanfyri oynna inni í Bjarnoyarfjørðinum. Eg minnist, at bátarnir mangan vóru so tungir, at vit ofta kundu vera bangnir fyri teimum, tí ikki skuldi tá nógv til áðrenn teir drukku sjógv, um teir til dømis fingu alduna av einum øðrum báti. Tað kundi vera ógvuliga vandafult.
Fiskur omaná
Eg minnist eina ferð vit komu úr Bjarnoyarfjørðinum, tá ið vit dreygaðu um pyntin vestanfyri oynna. Vit høvdu fullan bát, ella meira enn fullan kann eisini sigast.
Nú verður havið so sprenfult av fiski, sum svimur omaná sjónum. Veðrið var gott, tað var vist sólin, sum lokkaði fiskin upp.
Eg stóð í forskutinum og fór at krøkja fisk inn í bátin, meðan vit sigldu. Men hetta var betur ógjørt. Tað var longu so nógvur fiskur í bátinum, at tað var óráð at tyngja hann enn meira. Men so nógvur var toskurin tá undir Grønlandi.
Vit landaðu 300 skippund í Føroyingahavnini fyri at gera tað rúmligari í lastini. Tað vóru ikki allir, sum dámdu, at vit skuldu landa, tí hetta longdi um túrin, men hetta gjørdist kortini úrslitið. Fyri hesi skippundini, ið vit landaðu í Grønlandi, fingu vit 900 kr. í part, og tað var ikki so galið og eitt gott ískoyti til túrin.
Skiparin, Dánjal, var kringur í so máta, at hann fylgdi væl við, hvussu fiskurin gekk. Fyrru tíðina varð hildið at vera best har suðuri og sum frá leið varð so farið norður eftir við fiskinum, sum hann flutti seg.
Eg minnist ein dagin, vit vóru í Dýpinum. Tá fingu vit 10.300 stórar toskar. Hetta var ein grovur dagur. Tann dagin fingu allir bátarnir fýra ferðir uppí. Hetta var ógvuliga strævið. Oman á alt skuldi hvør einasti fiskur blakast uppá skipið. Onkuntíð kundi onkur av skipinum tó loysa av, meðan vit kundu fara upp á skipið at fáa ein drekkamunn.
Tað einasta vit høvdu við okkum at eta á bátinum, vóru tær stóru keksirnar við margarin, og so høvdu vit vatn. Menn vóru ikki so kræsnir, so hetta riggaði fínt.
Vit royndu eina ferð norðan fyri Holsteinsborg við Kusit oyggjarnar. Tá varð knappliga frá einum báti skotið eftir okkum. Vóru eftir øllum at døma komnir ov nær landi. Hetta mundi meira vera eitt ávaringarskot. Undan krígnum høvdu verið nógvir trupulleikar hjá føroyingum undir Grønlandi, men hesir vóru loystir tá.
Sambandið heim
Vit plagdu eisini at vera inni í Føroyingahavnini at taka útgerð ella onkur onnur ørindini. Tá fóru vit altíð niðan á føroyska sjómansheimið. Her lá væl fyri at skriva brøv heim. Eg minnist, at tað vóru tvær gentur, sum arbeiddu á sjómansheiminum. Onnur teirra gekk framvið og glósaði við, at “hasin er góður við mammu sína”. Men tað var so sjálvsagt, at man lat altíð hoyra frá sær, um tað var møguligt. Tá vóru ikki aðrir samskiftismøguleikar enn at skriva.
Tá ið fiskað varð frá skipinum, vóru nógv snøri og tá vísti tað seg, at fiskurin tók mest í annan endan á skipinum. Viðhvørt kundi tað vera hjá aftasta manni og viðhvørt hjá tí fremsta. Tað var ein partur av órættvísinum við sjálvdrátti, at fiskatalið hjá hvørjum einstøkum fiskimanni eisini valdaðist, hvar á skipinum, ið hann stóð.
Tí var tað ein fyrimunur at fiska frá bátum, tí tá vóru snørini meira spjadd. Tá kundi eisini fáast nokk so nógv frá skipinum av teimum monnum, sum tá vóru eftir. Men her var kortini samveiða, allir fingu somu avrokning.
Hetta árið royndu vit eisini út í september mánað. Eitt, sum vit vóru ógvuliga glaðir fyri, var at sleppa at lána bátarnar at fara í land at henta hesi svørtu berini, tá vit lógu inni sunnudagar. Tað var bara at taka hondina gjøgnum lyngin, so fekst uppí hondina. Hesi vórðu koyrd í blikk og kundu goymast í nógvar dagar.
Farmaskip kom eisini nakrar ferðir til Grønlands. Tá kundi fáast pakki heimani frá. Hetta var eisini sera hugaligt.
Sum túrurin gekk og tíðin nærkaðist heimferðini, varð farið inn í Føroyingahavnina at taka fiskin umborð, sum vit høvdu lagt upp. Vit fóru so úr Føroyingahavnini 7. september og høvdu logn til vit komu i Julianehåbsbuktina.
Møti, grindaboð og illveður
Tá varð ein sunnudag trupulleiki við motorinum, sum mátti steðgast, meðan hann varð afturgjørdur. Josva Poulsen var motorpassari. Meðan bíðað var, varð møti hildið í kahúttini. Allir vóru við, og hetta var ein hugnalig løta. Tað var sungið og nakrir høvdu orðið.
Men nú fer onkur upp á dekkið, og hann hoyrist rópa “grindaboð”. Tá lógu vit i einum stórum grindaflokki. Hvalirnir stóðu beint upp og niður. Hetta var ein vøkur sjón. Josva, motorpassarin, hevði allan grindareiðskap við sær umframt riflu. Hann skeyt nakrar hvalir, men hesum fingu vit ikki nakað burtur úr, tí teir sukku við brestin.
Vit settu so ein bát út. Tá hevði grindin spjatt seg eitt sindur orsakað av skotunum. Vit fingu tá skutlað ein hval og sleipaðu hann at borði. Hann bleiv so taklaður inn á dekkið. Vit fingu tilsamans tríggjar hvalir, so vit vóru væl forsýnaðir við grind og spik. Hetta endaði alt við, at vit dansaðu grindadans í lugarinum um náttina. Tað er kanska einastu ferð, at hetta er hent so nær Kappanum.
Vit fóru so at sigla suðureftir. Veðrið var gott. Tá ið vit koma suður um Kappan verður illveður vestaneftir. Vit fingu fleiri skvampar og fleiri av bátunum brotnaðu. Skipið var jú so tungt í sjónum. Vit høvdu 1111 skippund og 25 føt av lýsi. Vit høvdu lýsismeltarí umborð. Ein gjáarmaður, sum var við, dugdi so væl at fáast vit hetta.
Tað varð lagt til um náttina, tí veðrið bleiv so ringt. Onkur náttin var so mikið ring, at vit fingu ikki lagt skipið uppí ættina. Tá máttu vit liggja spakuliga undan. Seglini vóru uppi og so mátti tann, sum stýrdi ansa væl eftir, at seglini ikki fóru at flaksa. Tá kundu bummar og annað brotna.
Eg minnist tað eina kvøldið, tað varð avloyst. Veðrið var so mikið ringt, at tað var ikki ein og hvør, sum kundi fara til róðrið. Ein svágur mín, Poul Veihe, var við og hann stýrdi alla náttina.
Vit komu so gjøgnum tað veðrið, men vit fingu eina ringa ferð av Kappanum og heim til Føroya.
Tað var so myrkt i veðrinum, at vit fingu ongantíð at vita, hvar vit vóru. Vit kundu bara sigla uppá kumpass og logg, sum mátaði teinin, ið vit sigldu.
Men tá ið vit vóru komnir so langt, at roknast kundi við, at vit vóru komnir inn á landgrunnin, tá var loddað. Tá var einki sum æt ekkolodd, so dýpið mátti finnast at blaka eitt lodd við snøri í endanum. So kundi dýpið metast eftir hvussu nógv av snørinum, ið rann út.
Tá fingu vit botn, men tað var djúpt, eini trý stykkir, 180 favnar
Nú var veðrið batnað nokk so nógv, hann var blivin útnyrðingur í ættini.
So tað bleiv siglt víðari. Hetta var í evstu hoyggingartíð. Tá er tað onkur, sum sigur seg kenna hoylukt. Hetta vóru serlig evni, sum summir menn høvdu.
So bleiv skipið lagt til og Emil Djurhuus, bestimaður, fór upp á gossið, tað ovasta á mastrini, og tá rópar hann ”Beinisvørð í ein útnyrðing”. Hetta var hugaligt at hoyra. Men tað tók framvegis meginpartin av einum samdøgri, áðrenn vit komu inn á fjørðin.
Og so aftur at vaska á sama hátt sum fyrr er greitt frá. Nú var gott at fáa slætt undir fótum.
Mamma græt, tá hon sá so nógvan pening
Pápi sigldi við Ósa tá. Dagin eftir, at vit vóru komnir, komu teir heim av túri og skuldu niður at selja. Pápi hevði hug at vera heima, so eg fór so niður við. Tað var sjálvsagt eisini eitt stórt upplivilsi hjá mær at sleppa til Bretland og Aberdeen, har vit seldu.
Hendan túrin við Yvonnu, fingu vit knapt 1.400 skippund. Vit fingu 6.400 krónur í avrokning og hetta var nógv tá í tíðini. Umframt hevði eg fingið kr. 2.000 á Suðurlandinum. Onkur dagløn var fingin við tilrigging.
Eg fekk so uppgerð beint fyri jól, sum var tað vanliga. Eg fekk peningin í ein konvolutt. Tá eg fór heim og legði hann á borðið, fór mamma at gráta. Eina slíka rúgvu av pengum hevði hon ikki sæð fyrr. Tá var tað eisini vanligt, at synir, sum fóru til skips, stuðlaðu heiminum fíggjarliga.
Við Agnes Louise
Eg skuldi fara við Yvonnu triðja árið, í 1949, men tá fór hon so seint avstað, tí hon skifti til ein størri motor.
Fleiri av manningini fóru við Agnes Louise, og teir bóðu meg um at koma við. Skipari var Lars Larsen, Lars í Gjørðum. Hann átti skipið saman við teimum á Løghamri. Lars var ein ógvuliga álvarsamur maður. Tað eru fáir, sum hava ført sama skip so mong ár, sum hann.
Vit fóru avstað um hálvan mars ella kanska eitt sindur fyrr. Mannagongdin var tann vanliga. Fyrst at fara á Drelnes at fáa salt og síðani til Havnar at fáa tuberklabevís og so avstað.
Ferðin gekk væl. Vit kastaðu vestan fyri Vestmannaoyggjarnar. Vit høvdu ein rakstur fram við drangunum har og vit fingu 500 stórar toskar. Tá siglast skuldi upp aftur var okkurt galið við motorinum. Hann koblaði ikki í, so vit máttu heilt til Reykjavíkar at fáa hann gjørdan aftur. Tá kundi vit sigla við seglum. Hetta tók eitt samdøgur. Vit komu at liggja heilar 9 dagar á Reykjavík, so vit komu at missa nógv fiskarí orsakað av hesum breki.
Pengar fyri kjólastykki til mammuna
Vit vóru 19 menn, og nógvir vóru ungir. Av manningini vóru 16 porkeningar og 3 vóru av Sandi. Allir vildu hava nakrar krónur, so teir millum annað kundu sleppa í biograf. Tað bleiv til, at vit fingu 10 krónur í part.
Eg keypti fyrst eitt brýni. Skuldi ein flekja, so var tað fremsta treyt at kunna hava knívin hvassan. Hetta kostaði 7 krónur. Fyri restina keypti eg mær eitt glas av mjólk við einum wienarbreyði afturvið. Hetta var gott at fáa, tí mær dámdi so væl wienarbreyð.
Onkrir vildu hava meira av peningi, men Lars var ógvuliga trekur. Honum dámdi ikki drekkarí, og hesum kundi vandi vera fyri, um menn fingu ov nógvan pening um hendur. So teir løgdu saman ráð um at fáa ein teirra at fara til Lars um at fáa pening, tí hann ætlaði sær at keypa mammuni eitt kjólastykki. Lars lat sær siga, og so var sloppið, men tað er óneyðugt at siga, at kjólastykki varð ikki keypt!
Vit fóru so út aftur og royndu í Faksabuktini og so aftur á Suðurlandið. Vit fingu onkrar góðar dagar, upp til 1400 fiskar um dagin, so tað var gott. Vit fóru i Faksabuktina og so í Breiðubuktina. Vit fingu onkran hampiligan dag, men tað var smærri fiskur. Men nú fiskaðu vit í felag, so allir fingu tað sama burtur úr.
Vit ætlaðu so at fara eftir norðurlandinum, men tá vit komu norður um, lá ísur líka at landi, so har gjørdist einki, og vit fóru heim. Vit fingu 280 skippund, so hetta gjørdist ikki nakar góður túrur. Men tað hjálpti um, at prísurin var nokk so góður tá.
---
Komandi Miðvika
Í komandi Miðviku verður greitt frá vanlukkuni við torvbátinum í 1952, tá ið fýra menn doyðu