Minningarorð um Atla á Plógv

Fyrrverandi skiparin hevur mynstrað av. Í dag, hin 9. apríl, hevði svágurin, Atli á Plógv, rundað 74 ár. Men so­leið­is bleiv ikki, tí hin 8. feb­ruar 2025 legði fyrr­ver­andi skiparin, ár­ar­nar inn, eftir at hava stríðst móti krabba­sjúku í nakað meira enn eitt ár

Atli á Plógv varð fødd­ur og vaks upp í Sanda­­vági.

 

Fað­ir­in var skip­ari, og ein av und­an­gong­u­monn­u­num inn­an før­oyska rækju­vinnu. Har­um­framt høvdu eisini flestu pápa­beiggj­ar­nir hjá Atla sína yrkisleið á sjón­um.

 

Tað sama gjørdi seg galdandi í móð­ir­ætt, har flest allir mamm­u­beiggj­arnir eisini høvdu sína yrk­is­leið á sjónum. Verður farið long­ur aftur í tíðina, so vóru eis­ini aðrir undangongumenn inn­an føroyska fiski- og sjóvinnu í móð­ir­ætt hjá Atla.

 

Tann kendi Suðuroyar-Dán­j­al (1787-1874), sum kom til Sand­a­vágs fyri umleið 200 árum síð­ani, var við til áhaldandi roynd­ir við skips­fiski­skapi ­og var stig­takari til fyrsta, skipaða før­oyska nav­i­ga­ti­óns­skúl­an, sum var í Sand­a­vági, har menn, eftir lidna und­ir­vísing, fingu nav­i­ga­tiónsprógv frá fút­anum.

 

Eisini kann nevnast, at mammu­beigg­in, Pet­ur á Steig, í nógv ár mynd­aði reiðaríið P/F Sam­vinnu­fel­ag­ið, har Atli kom at starv­ast sum skipari stóran part av yrk­is­leið síni.

 

Bóklig útbúgving var ikki nak­að sum hevði serligan áhuga hjá Atla, og tí var tað ikki óvæntað, at hann longu sum 14 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips, eins og søg­an nær­um varð skriv­að framm­an­ud­an, at Atli fylgdi í fóta­spor­u­num á faðirinum, tá hann nøk­ur ár seinni tók næsta stigi, og fór á skiparaskúla í Havn.

 

Tá ein annar úrmælingur inn­an fjar­fisk­i­skap, vestm­enn­ing­ur­in John Dam, í 1969 legði lunnar und­ir rækju­veiðu á opn­um hav­ið í Norð­urat­lants­hav­i­num, gekk ikki long tíð til at eis­ini aðr­ir avgjørdu at royna seg í hesi vinnu. Í 1975 keyptu Atli á Plógv sam­an við fað­ir­i­num, Jóhan á Plógv, og svágri hans­ara, Godt­fred Joensen í Miðvági, stóra trol­aran sum fekk navnið V. U. Hamm­ers­haimb, og var út­gjørd­ur til rækjuveiðu.

 

Atli var tá bert 24 ára gamal, og hann og faðirin skiftust at føra skip­ið í tey 5 árini, til tað varð selt. Tíverri hepnaðist ikki so væl við hes­um annars stóra og stás­i­liga skipið, sum ikki færri enn tvær ferðir varð herj­að av elds­bruna. Men hetta tíðarskeiði var tó tað sum nógv minnast sum tað veruliga rækjuævintýri í før­oysk­ari fiskivinnusøgu.

 

Í fleiri ár førdi Atli eisini ís­fisk­a­­trol­ar­ar hjá P/F Sam­vinnu­fel­ag­num. Nøkur ár eftir at fel­agið í 1984 tók sítt størsta tak nakr­antíð, og lat byggja tann størsta og mest fram­k­omna rækj­u­trol­ar­an tá á døg­um, fór Atli umborð – fyrst sum stýrimaður, og seinni sum skipari.

 

Tað var ikki so sjálvdan, at Atli vísti sítt hegni sum skipari. At fiska í ísi og illveðrið við Eyst­ur­grøn­land ella við Svalbard kravdi dugn­a­semi og góðan sjó­mans­skap. Tað kom meira enn so fyri, at Atli fór við stóra ov vælbygda skip­ið sínum at hjálpa øðrum skip­um leys, sum vóru blivin føst í ísi­num, ella at sleipa skip við mask­in­breki í fleiri dagar til nærm­astu havn.

 

Í 1993 byrjaði eitt nýtt kap­it­ull í før­oyskari rækjusøgu, tá rækju­veiða tók seg upp á Flem­ish Cap. Ein dagin ringdi Atli av skip­i­num, har teir vóru staddur við Eyst­ur­grøn­land. Hann hevði fingið fræn­ir av, at íslendsk skip gjørdu royndir á Flemish Cap og fingu nógv­ar rækjur har.

 

Tað var sera lítið at fáa við Eyst­ur­grøn­land tá, og Atli setti tí kós móti Flemish Cap, har hann nakr­ar dagar seinni gjørdi sítt fyrsta kast, sum tað fyrsta fyrsta før­oyska rækj­u­skipið.

 

Á­grýtni og dirvi hjá Atla bar á­vøkst­ur, tí Flemish Cap gjørdist høv­uðs­leiðin hjá øllum føroyska rækju­flot­a­num í mong ár eftir hetta, og tey skip, skiparar og mann­ing­ar sum troyttu hesar leiðir, hava tryggja Føroyum stór søg­u­lig rækjurættindi á Flem­ish Cap. Men Atli var altíð á­grýt­in og altíð til reiðar at royna nakað nýtt. Tað gekk tí ikki long tíð til hann sum tann fyrsti, fór á royndarveiðu eftir rækj­um í altjóða sjógvi á Grand Bank eisini. Og hesin hugurin at royna at nakað nýtt kom eisini til sjóndar, tá Atli fór undir at rigga skip sítt og fiskireiðskapin til, so skipið kundi fiska rækjur við dupult­trolið.

 

Nógvir høvdu til fánýtis roynt at fáa hetta at rigga áður, men eft­ir stutt­ari tíð hevði Atli og mann­ing hansara funnið fram til eina loysn sum riggaði. Hetta var eitt stórt frambrot, og bæði før­oysk og útlendsk rækjuskip gjørdu seg seinni út á sama hátt. Í dag er tað púra vanligt at fiski­skip hava bæði 2 og 3 trol.

 

Hendan tíðin á Flemish Cap og Grand Bank var áhugaverd men eisini ein avbjóðandi tíð fyri før­oysk­ar rækju­skip­ar­ar og reið­ar­í­ir, tí Canada royndi av øllum alvi at leggja forðingar fyri føroysku roynd­ar­veiðuni serliga á Grand Bank, men eisini at avmarka rækju­veið­una á Flemish Cap. At enda fór Canada so langt sum at steingja sínar havnir fyri før­oysk­um skipum.

 

Tíðliga í 90'unum flutti Atli til Hirts­hals har hann í 1993 giftist við før­oysku Hallu Bang, fødd Jo­han­sen, ið sum ung genta flutti sam­­an við foreldrum og systkjum sín­­um til Hirtshals. Sama árið fingu tey sonin Jóhan. Atli átti 4 børn framm­anund­an, Jenny, Bar­baru, Arnfinn og Janny - og Halla, ið gjørdist einkja ung, tá fyrri mað­ur­in doyði av sjúku, átti børn­ini Gitte, Lone og Kenneth.

 

Atli hevði ikki búð leingi í Hirts­hals, tá hann keypti sær ein út­róð­r­ar­bát har, sum hann fiskaði við tá hann var heima millum rækj­u­túr­arnar. Í 2005 gavst Atli at sigla við langfaraskipi, og tá brúkti hann eitthvørt høvi at fara út við gørnunum í baldruta far­vatni­num við Norðurjylland.

 

Donsku útróðrarmenninir í Hirts­hals høvdu stóra virðing fyri dugn­a­­sem­i­­num, veiðievnunum og dirv­inum hjá Atla, tí tá teir hildu at tað var ikki ”havvejr”, so fór Atli út sum einsamallur bát­ur. Fyri hann var tað næstan altíð ”hav­vejr”.

 

Tá Atli varð jarðaður í Em­mers­bæk kirkju hevði presturin eina sera bein­rakna lýsing av Atla. Atli var á mangan hátt sín eg­in og fylgdi síni egnu kós. Hann ball­aði ikki nakað inn, men segði tað hann hevði uppá hjarta utt­an utt­an­umtos, men oftast við ein­um skálka­lig­um smíli. Hann gekk al­oftast í sínum eyðkendu, bláu smekk­buksum og tuflum, og hann koyrdi fleiri ferðir um dag­in við sínum skutara oman á kai­na at hyggja at bátinum. Hann hevði við sínum vinarliga og ser­liga lyndi eitt serligt pláss í hjart­a­num á nógvu abba- og omm­u­børn­u­num hjá sær og Hallu, og hon­um dámdi sera væl at fáa vitj­an av sínum nærmastu.

 

Atli hev­ur á mangan hátt ver­ið ein slóðari og hevur hav tein týð­andi leiklut í nýggjari før­oysk­ari fisk­i­vinn­u­søgu.

 

Tá Atli gjørdist sjúk­ur av krabb­a­meini, lat hann hvørki seg sjálv­an ella onn­ur á nakran hátt merkj­ast av hes­­um, hóast hann var full­­væl vitandi um álvarsligu sjúk­­una. Hann ynskti ikki at tos­að um støðuna hjá sær, tí so koma prát­ið at snúgva seg um hann, og hann ynskti ongantíð at verða í mið­dep­l­i­num, hvørki í sínum ar­beiðs­lívi, ella privat.

 

Hóast livdi við støðuni sum hon var, og gjørdi onki hóvasták burt­ur­úr, men tók sær av sínum nærm­astu og av sínum báti, og róði út so leingi orkan var til tað.

 

Hin 8. februar 2025 var sein­asti sjógv­urin tó rógvin, og Atli legði ár­ar­nar inn, umgyrdur av sín­um nærmastu.

 

Við hesum orðum lýsi eg frið yv­ir minni á svágrinum og dugn­a­liga úr­mæl­ing­i­num, Atla á Plógv.

 

 

 

9. apríl 2025

 

JEH