Steingrim Joensen á Argjaboða fyllir 85 ár sunnudagin tann 3. januar 2010. Vit hava verið á gátt hjá honum, og hevur hann greitt frá nøkrum hendingum í sínum langa lívi.
Steingrim er føddur og uppvaksin á Argjaboða. Hann er sonur Johannu, ættað úr Kollafirði og Óla Jákup Joensen, ættaður av Argjaboða.
Steingrim leggur dent á, at hann er ikki Argjamaður. Argjaboði er nevniliga ikki Argir. Argir var grundað í 1826, meðan Argjaboði er grundaður í 1836, uppkallaður eftir boðanum fram við landi. Langabbi og langomma Steingrim komu av Skælingi og búsettust á Argjaboða í 1845. Tey vóru av fyrsta ætt, sum búsettust á Argjaboða.
Steingrim er yngst av trimum systkjum. Elstur var Zacharias á Argjaboða f. 1918, og næst var Merry, sum doyði 3 ára gomul av menigitis.
Steingrim varð smittaður av tuberklum sjey ára gamal og kundi tí ikki fara í skúla fyrr enn hann var átta ára gamal. Hann misti tískil ein skúlaflokk og fór úr 1. flokki í 3. flokk. Hetta helt hann hava darvað sær rættiliga nógv.
Og at ganga í skúla var ein rættiligur teinur. Tað var enn longri av Argjaboða enn av Argjum. Men kortini vóru tey ongantíð ov sein. Tey fóru heimanifrá klokkan 20 minuttir yvir sjey á morgni fyri at vera frammi klokkan átta, og tað vóru tey eisini altíð. Men tað kundi saktans henda seg, at havnarbørn í grannalagnum komu tuskandi í seinastu løtu.
Ofta var veðrið tó so ófantaligt, at børnini av Argjum vóru vát ígjøgnum, tá ið tey komu í skúla.
Tað hendi seg enntá, at tey vórðu biðin um at fara til hús aftur, so illa tey vóru fyri. Men Steingrim hevði tó bestilt ein tjúkkan frakka frá Bulldog, og var hann ofta hentur.
Tá var einki, sum æt kantina í skúlanum. Steingrim hevði onkuntíð nøkur oyru við sær. Tá plagdi hann at fara til bakaran Poul Kjelnæs, aftanfyri hjá Katrinu Christiansen, at keypa sær eitt vinarbreyð fyri seks oyru. So var farið út í Árnafjørð á Reyni til ommusystrina Marionnu at eta.
Til Áirnar eftir tvøsti
Tá ið tíðini var ikki so høgligt at fáa sær døgurðamat sum nú á døgum, men tað var í hvussu er bíligari. Tey áttu eitt lítið fýramannafar við einum 2½ hesta Gøta perfekt mortori. Hetta var ein longri teinur við einum slíkum fari, einar 2 tímar hvønn vegin. Tá tørvur var á tvøsti varð siglt norður til Áirnar at keypa uppí bátin. Eitt mál var um 200 pund, og tað kostaði sum Steingrim minnist tað 6 kr. Tvøstið var saltað í tunnur og kundi soleiðis røkka langt sum døgurðamatur. Tað ráddi um at fáa av aftara parti av hvalinum, tí her var tvøstið betri.
Torv skóru tey úti á Gulanum, norðanfyri gilið á Glyvursnesi og longri uppi. Torvið var borið til hús í leypi. Tað vóru einir 40 minuttir hvønn vegin. Miðskeiðis er Hvílingasteinurin, har enn síggjast merki av leypinum, har hann varð settur.
Skúlabarnaferðin í 1938
Í 1938 var Steingrim ein av teimum 100 hepnu børnunum, sum sluppu eina skúlabarnaferð við Tjaldrinum.
Hetta var eitt ótrúligt upplivilsi hjá børnum tá í tíðini. Steingrim minnist, tá ið teir sóu land og Erik Mohr, skiparin, rópti av brúnni, at hetta er Noreg. Tá sóu tey eitt tok koyrandi á landi. Hetta er eisini spennandi, tí tok høvdu føroyskt børn jú ikki sæð fyrr.
Í Keypmannahavn gistu tey umborð á fregattini Jylland, sum nú er eitt sjósavn í Ebeltoft í Jyllandi.
Børnini vóru býtt upp í bólkar, og 16 børn við tveimum lærarum fóru til Fyn. Her búði Steingrim á einum bóndagarði saman við trimum øðrum dreingjum í ferðalagnum. Steingrim hevur til fyri kortum havt samband við familjuna hjá donsku vertunum, men nú eru tey øll farin.
Ein dagin fóru tey øll á súkklu til Odense, har tey eisini vóru uppi í Odinstorninum. Hetta var eisini spennandi.
Á garðinum var gott at vera. Her vóru nógv neyt og onnur djór. Her vóru eisini jørðberð, sum teir hjálptu til at fáa til sættis. Ein sjálvsøgd máltíð var jørðber við róma.
Eitt var kanska ikki so væl umhugsað. Børnini skuldu marsjera í Keypmannahavn í føroyskum klæðum. Men tað var so heitt, og tað var strævið at vera so ílætin, meðan onnur vóru meira ella minni úrlatin. Men tey vóru á veg út til Tuborg. Har fingu tey okkurt leskiligt at svala sær við!
Men túrurin var minniligur.
Krígstíðin
Krígstíðin kom sjálvsagt eisini at vera minnilig. Tað vóru nógvar serligar hendingar. Ein var tá ið svenska farmaskipið Vreta Holm rendi á Glyvursnes í fínasta veðri, men tað var mjørki, so einki sást. Argjamenn hoyrdu á buldrinum, at okkurt var áfatt, og Steingrim fór við Rólanti Patursson - við báti hansara - at kanna hvat var hent.
Tá síggja teir, at skipið hevur rent stevnið uppá land. Teir eru tá við at flyta barlastina aftur í skipinum. Tá hetta var gjørt bakkaðu teir út frá. Skipið hevði dupult stevni, so teir sluppu væl burtur úr hesum. Steingrim hevði myndatól við og fekk tikið myndir av skipinum.
Bretska hervaldið heitti annars á fólk um at siga frá, um tey sóu okkurt, sum kundi vera illgrunasamt. Ein dagin Steingrim og vinmaðurin Vilmund eru í haganum omanfyri Kirkjubø síggja teir menn í uniformi. Teir prátaðu við hesar hermenn, sum søgdu seg hava gjørt tænastu í Norðurafrika.
Hóast hetta sá tilforlátiligt út, so boða teir frá í Havn. Tað gjørdist stórur útrykningur, tí í Havn vistu teir einki um hetta, sum gekk fyri seg í haganum. Men tað vísti seg, at hesir hermenn vóru komnir úr Vágum og høvdu ikki sagt frá á røttum stað.
Men seinni fingu teir takkarskriv frá bretska hervaldinum fyri sítt ansni.
Nýpuberg fer á land
Tann 23. august 1950 var ein minniligur dagur. Zacharis og beiggin Steingrim vóru farnir í bøin at sláa. Tað var so nógv toka, at tað sást ikki oman á sjógv.
Knappliga hoyra teir eina skipsfloytu ýla heilt inni á boðanum. Líggjarnir verða tveittir og so teir at renna. Løtu seinni kemur Steingrim rennandi og segði, at tað var trolarin Nýpuberg, sum var farin á land suðuri á Boðanum. Hann var komin úr Hvítahavinum og var á veg til Miðvágs, har hann hoyrdi heima. So var hjá Steingrim at renna til fyrstu telefonina at boða frá. Hetta var hjá handilsmanninum Richardi Mortensen, sum eisini var reiðari fyri trolaran, so boðini komu bæði so og so á rætta stað. Ein løtu seinni kemur manningin heim eftir. Teir vóru farnir upp á land. Zacharias hevði slept sær umborð og hjálpti til at fáa skipið til kaj, har pumpur fingu skipið lens.
Steingrim og Zacharias fingu 500 krónur í part í bjargingarløn. Ein hampilig mánaðarløn tá. Tað var sagt, at hetta var fyrstu ferð, at bjargingarløn fyri bjarging av skipi varð latin til fólk á landi.
53 ár saman við og hjá Thomas Dam
Lívsstarvið hjá Steingrim gjørdist hjá Thomas Dam. Tað kann vera grund fyri at gera nakað burtur úr hesum, tí í ár eru tað júst 100 ár síðan, at Thomas Dam var føddur. Eisini er tað í ár 70 ár síðan, at Steingrim kom at arbeiða saman við Thomas Dam.
Tað var 1. april 1939, at Steingrim kom at arbeiða í virkinum hjá Ludvig Poulsen. Ludvig var deyður í 1938 og virkið fór á aðrar hendur. Í fyrsta umfari var tað danska fyritøkan Møllers Enke, sum hevði mann, Frank Poulsen, í Føroyum at leiða fyritøkuna. Hann slapp ikki heimaftir og bleiv verandi alt kríggið.
Thomas Dam fór at arbeiða hjá Ludvig Poulsen sama ár sum Steingrim. Hann hevði lært hjá Sam Olsen. Men eftir kríggið hendir tað, at Ludvig Poulsen fer til aðrar eigarar undir navninum Maria Poulsen, sum framvegis er eitt kent handilsnavn.
Í 1946 stovnar Thomas Dam handil undir navninum Thomas Dam & Co við undirnavninum Ludvig Poulsens efterf. Hann byrjar handil við ísinkram, har ítróttarhandilin hjá Thomas Dam nú er á Áarvegnum.
Her kom Steingrim at arbeiða. Hann gjørdi alt møguligt, men tað týdningarmesta var at avgreiða viðskiftafólk.
Hetta gekk væl. Ein dagin kemur Thomas inn í handilin við einum knýti, innballað í eina Dimmalætting. Tá er hetta kr. 40.000 í reiðum peningi, sum skal brúkast til at keypa húsini hjá prestinum Grøn. Hesi hús skuldu hýsa einum nýggjum handli. Men býráðið ætlaði tá at breiðka Niels Finsensgøtu, so fyrst máttu húsini flytast. Hetta er handilin sum vit minnast við postalín og glasvørum, har Telebúðin er nú.
Samstundis hevði Thomas Dam heilsølu, og tá kom Steingrim at ferðast nógv út á bygdirnar sum handilsreisandi.
Útróðrarmenninir fingu alt frá Thomas Dam
Tað mesta sum var at gera var, tá íð útróðrarmenn fóru til Grønlands um várarnar. Tá skuldu teir hava útgerð til bátarnar, men umframt hetta komu teir ofta til oyðin pláss. Tí máttu teir hava alt við sær úr Føroyum.
Tí vóru tað 100-tals lutir, sum teir skuldu hava við sær. Hetta fingu teir frá Thomas Dam. Fyrstu tíðina komu teir ein dag og skuldu hava alt dagin eftir. Hetta bar so ikki til í longdini. So varð ásett, at bíleggjast skuldu í góðari tíð, so útgerðin kundi vera klár, tá ið brúk var fyri henni.
Eitt, sum nógv varð brúkt av, vóru serligir bakaraovnar við primussi undir, sum vóru væl umtóktir. Men knappliga boðar verksmiðjan frá, at hesir ovnar verða ikki framleiddir longur. Hon tilskilar tó, at um Thomas Dam bílegði 100 ovnar, so skuldi teir framleiða hetta talið. Hetta ljóðaði sum ein stórur biti, men teir tóku kjansin og sluppu eisini av við allar ovnarnar.
Thomas var ein góður forrætningsmaður. Hann hevði verið á handilsskúlanum Købmandshvile. Hann byrjaði við at hava egnan handil heima hjá sær sjálvum úti á Argjum, sum Poul Arne Joensen, tann gamli útvarpsjólamaðurin, stóð fyri.
Thomas Dam dugdi væl at fáa inntøkur, men hann dugdi eisini at ansa eftir útreiðslunum.
Steingrim minnist, tá ið teir riggaðu til jólahandilin í 1941. Tað var sera ringt veður. Hetta var sama veðrið, sum beindi fyri jólaskipinum í Fugloyarfirði. Eftir ein langan dag væntaði Steingrim, at Thomas fór at leiga ein hýruvogn at koyra teir til hús úti á Argjum. Men tað gjørdi hann ikki. Teir fingu spart nakrar krónur við at fara til gongu út á Argir í hesum ringa veðrinum. Um slíkt arvast, so er nýggi formaðurin í Búskaparráðnum, abbasonurin Thomas Dam, tann rætti maðurin til jobbið!
Ein søga, sum fortaldist um Thomas í síni tíð, var, at tá ið hann bað um eina kostnaðarmeting fyri eitt arbeiði, so tvífaldaði hann altíð talið í sínum metingum, og arbeiddi út frá tí. Gjørdist kostnaðurin minni enn hetta, so helt hann, at væl var sloppið. Hann hevur eisini verið realist!
Í 1960 bygdi Thomas yviri í Jónas Bronksgøtu. Hann ætlaði at fara at framleiða hegn, men hetta gjørdist kortini av ongum. Har hevur eisini handil verið.
Seinni hava teir eisini bygt uppi á Hálsi. So hóast Thomas Dam doyði í 1986, so livir hansara navn enn í besta blóma.
Steingrim arbeiddi hjá Thomas til 1993. So sigast hann, at hann arbeiddi saman við og fyri Thomas Dam í heili 53 ár. Hetta sigur nakað um trúfesti, sum er eitt eyðkenni fyri Steingrim.
Familjan
Steingrim giftist í 1947 við Henriettu, kallað Jetta, fødd Niclasen úr Miðvági. Tey vóru 11 systkin frá tveimum giftum. Ein systir hennara var Margretha Egholm, sum búði Havn. Hon bleiv 105 ár og gjørdist ein tann elsti føroyingur yvirhøvur.
Steingrim og Jetta bæði fingu fýra synir: Óli f. 1949, Jóannes f. 1954, Bogi f. 1961 og Regin f. 1964. Steingrim bleiv einkjumaður í 1994.
Í síni frítíð hevur Steingrim røktað seyð og fiskað. Eisini hevur hann koyrt motorsúkklu. Aftaná kríggið seldu bretsku hermenninir sínar motorsúklur. Fleiri argjamenn keyptu. Ein teirra var Sverri Mortensen, sum nústani hevur sett motorsúkluna 87 ára gamal. Steingrim keypti tvær motorsúklur og fekk eina burturúr, so hann hevur eisini dugað við hondunum. Men nú verður ikki meira koyrt.
Aftaná at Steingrim bleiv pensioneraður, tóku hann og nakrir Argjamenn seg
saman og fingu undirhúsið á Argjum sett á stovn. Tað eitur Andrasarstova eftir fyrsta niðursetumanninum á Argjum. Har hevur Steingrim sína dagligu gongd.
Steingrim eigur 8 abbabørn og 5 langabbabørn, sum hann hevur stóra umsorgan
fyri.
Sosialurin ynskir Steingrimi hjartaliga til lukku við 85 ára føðingardegnum.
Dagurin verður hildin í AB-húsinum sunnudagin kl. 13-17, og eru øll vælkomin.
ó.










