siga tað. Tað skulu nógvir pengar til, so sjálvt um eg havi tilfarið tøkt, so kann eg ikki bara fara í gongd. ? Fólk verða javnan spurd um, hvat tey høvdu gjørt, um tey vunnu eina millión, og har hevði eg [...] okkara heilt frægu sangarar, og uttan mun til um talan er um harðan rock ella inniligar, romantiskar balladur, so finnur hann natúrliga tónan, sum skal til. Jákup Marnar Anthoniussen er kendur í fleiri [...] var løgið um hann ikki var tað. Herluf Sørensen stóð fyri tónleikinum á Til allar vinir, og hesaferð hevur Finnur Hansen staðið fyri tí mesta. Herluf var við at byrja við, men fór so burtur, og so hevur Finnur
føddir, hvussu nógv teir viga, hvørjum teir búgva saman við, um teir eiga børn og so víðari. Bæði í greinum og stubbum verða ymisk hagtøl sett fram sum smáar søgur, til dømis hvør hevur oftast verið liðførari [...] eru spældir á leikvøllunum í Føroyum og kring um í Europa hesi seinastu 10 árini, og úrslitini hava verið bæði góð og vánalig. Stórtapini gjørdust ongantíð so stór, sum fólk væntaðu at byrja við, men dyggir [...] fótbólti í 10 ár tikið saman um okkara fyrstu tíð millum teir stóru í heiminum, og bókin er eitt stórverk, sum við greiðum og neyvum upplýsingum staðfestir gongdina frá byrjanin og fram til dagin í dag. 231 síður
n. Hann stúrir ikki fyri jólunum, og er fegin um hvønn dag hann kemur fram. Tað kemur ikki fyri, at hann keðir seg. Í hugnaligu stovuni eru eingi tekin um, at jólini nærkast í stórum. Øll eru farin - Tá [...] døgurða jólaaftan? - Eg havi ikki hugsað um tað enn, men eg eigi tartelettir og okkurt fyll at koyra í, so tað verður helst tað - og so onkran fiskarætt, sum eg fari at fáa mær jólaftan. Gerandisdagurin er [...] sjónvarpinum. Hann skilir ikki hesi fólkini, sum halda alt vera so torført og sum stúra fyri øllum. - Tað ræður um at síggja tað stuttliga í øllum, so er tað ikki torført at sita einsamallur. Skrivað jólakort
og so tað sama sum tann fyrri, ja, og tú skalt hava eina eskju av pikantum smyrjosti og so tað sama sum tann fyrri.« Okkum nýttist einki at siga, hvat vit skuldu hava. Stungu vit nøsina inn um, so fór [...] Skæling hugdi so vitugur upp um sínar brillur, tá ið vit stukku inn á gólvi. Í sínum gula kitli minti hann nógv um teir dugnaligu serfrøðingarnar á Kap Canaveral - (Kap Kennedy) Vit hugsaðaðu um, hvar hann [...] Móti jólum gjørdust hesi Havnareygu so orðarík, at tutlið frá teimum sjarrandi ísblómunum, bóru jólaløg við sær úr aðrari verð. Ikki so sjaldan legðist murrukavi um náttuna av Tinghúsvegnum, Oman á Vaglið
rullaðar út um um dagin og koyrdar burtur á vogni við gráskjórutum belgiskum heystum spentum fyri. Hann mælti: ? Eru tygum í trupulleikum? Eg hoyri, at kona tygara liggur har og stunar. Um so er, vil eg [...] lesnaðin, tí havi eg rætt at kalla meg mister. Um kvinnan er sjúk, so høvdu tygum neyvan fingið nakran betri nekara at møtt her?? Gýðingurin hevði ikki givið sær far um tað, sum mister Matumbwe segði; hann turkaði [...] upp at húsalonini og lyfti halarnar uppfrá, men sakk so við og við eitt sindur saman, sum um hann gjørdi seg til reiðar at seta seg niður. Hann stóð so inntonktur í sissheimi og fanglaðist við fingrarnar
45 árini, so eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðslu - og ferðslu sum heild. Tá í tíðini vóru ikki nógvir bilar í landinum, og bera vit saman við støðuna í dag, so vóru so gott sum [...] ein part á sjálva brúnna og so yvir móti Lucas Debesargøtu. Hetta var ein snøgg støð eftir tátíðar byggisniði við avgreiðslurúmi, køki, bíðirúmi, stórari garasju við grøv í, so bilførararnir sjálvir kundu [...] hava í huga, at tað vóru nógv, sum ikki høvdu telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili. Um sama mundið komu eisini telefonir í bilarnar, og var tað
Vindeyguni standa eina stund og stara fram fyri seg, so suffa tey: »Ja, ja, ein ætt søkkur í grøv, ein onnur sprettur upp, so er lívið.« Rútarnir døggast, vindeyguni gerast so rørd, at tey tára; tí døggast tey [...] uttan sjálvt húsið, men tað skal eisini seljast, so flyta onnur fólk inn, so verður aftur lív og virkan í teim stóru stovunum, men tá verða tær heldur ikki so, sum tær vóru; tí hvør ætt hevur sítt merki og [...] burtur í fleiri ár. Eg mundi ikki kent hann.« »So, var tað hann?« siga vindeyguni. »Ja, her hava verið so nógv børn, at vit ongantíð hava vitað skil á teimum. So var tað eisini hann, sum sat her inni í stovuni
malay og so eitt sindur av upprunafólki úr ættarbólkunum á Borneo. So løgið tað ljóðar, so búgva 85% av fólkinum á fastlandinum, meðan bert 15% úti á Borneo. Tíverri hava vit sum áðurnevnt ikki so góða tíð [...] almenninginum. Vit hugsaðu ikki um, at vit skuldu verða í longum buksum og troyggjum við ermum, so vit og tey flestu av hinum ferðafólkunum har, blivu stillaði í eina kø, har vit so fingu niðurdeil/buksir og [...] Vit vórðu biðin um at gera tað sama sum tey, so vit fóru úr skónum, keyptu roykilsispinnar og blómur, og løgdu okkum á knæ framman fyri tí eini Buddah-standmyndini. Har offraðu vit so blómurnar, meðan
stýriborð var nú høgt at leypa, tí slagsíðan var vorðin so stór. Men vit vórðu væl kunnaðir um, hvussu farast skuldi fram. Leypast skuldi so, at vit komu so flatir sum møguligt niður á takið fyri ikki at skræða [...] gjøgnum nøkur sund har norðanfyri, men tað var ikki hugsingur um at koma ígjøgnum tøttu ísbrúnna. Vit fóru so suður um Kappan, og ætlaðu so norður aftur ígjøgnum ísin. Har vísti tað seg at vera eitt sindur [...] vælkendur við farvatnið har um leiðir. Hann helt bestu ráðini vera at fara norður aftur vestanfyri, tí har var ísurin minkaður so mikið, at sleppast kundi inn um ísbrúnna og so bar til at sigla innanskers
vit klára at skapa karmarnar, so øll verða nøgd at búgva her. Og heldur henda gongdin fram, verður tað ómøguligt hjá okkum at fylgja við, tí vit fáa ikki útbygt Havnina, so hon klárar at taka ímót hesum [...] borgarin vil hava kommununa at gera. Hann hugsar serliga um trupulleikar við barnaansing og eldrarøkt, men eisini um neyðugar íløgur í havnalagið og um ábøtur á vegir og almennar bygningar, sum eru forfallin [...] tænastur út á bygdirnar kring landið. Kommunurnar mugu byggjast út, so at tað ber til hjá ungum húskum, við útbúgvingum at liva úti um landið, so at Havnin ikki er teirra einasti møguleiki. Leivur Hansen sigur