Landsliðsbókin er eitt stórverk

Fótbóltur: Nýggja landsliðsbókin er góð sum lesnaður hesi myrku vetrarkvøld, men sjálvt tá hon er væl og virðliga gjøgnumlisin kann hon ikki goymast burtur, tí hon er framúr sum uppslagsverk

Í samfull 10 ár hava føroyskir fótbóltsspælarar tikið tøk í altjóða fótbólti. Teir hava ferðast úr Akranesi í norði og suður á Kreta, úr Moskva í eystri til Belfast í vestri.

51 FIFA-skrásettir landsdystir eru spældir á leikvøllunum í Føroyum og kring um í Europa hesi seinastu 10 árini, og úrslitini hava verið bæði góð og vánalig. Stórtapini gjørdust ongantíð so stór, sum fólk væntaðu at byrja við, men dyggir ósigrar hava eisini merkt liðið, og inn ímilum hava bæði spælarar og Føroya fólk eisini smakkað sigurssæluna.

Ítróttarskrivararnir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal hava í nýggju bókini Fótbóltslandsliðið ? í altjóða fótbólti í 10 ár tikið saman um okkara fyrstu tíð millum teir stóru í heiminum, og bókin er eitt stórverk, sum við greiðum og neyvum upplýsingum staðfestir gongdina frá byrjanin og fram til dagin í dag.

231 síður fullar av frásagnum, samrøðum, myndum, hagtølum og øðrum eru innihaldið í nýggju landsliðsbókini, sum er ein framúr ferð gjøgnum spennandi fótbóltstíðir.


Samrøður við

sentralar persónar

Finnur Helmsdal hevur skrivað bók um fyrstu undankappingina hjá føroyingum, og tí ger hendan nýggja bókin minni burtur úr tí kappingini. Meiri verður gjørt burtur úr trimum teimum næstu undankappingunum.

Farið verður væl um allar dystirnar, greitt verður í stuttum frá gongdini, og nógvar myndir lýsa avrikini á vøllinum. Bókin gerst ongantíð bara ein endurtøka av øllum tí, sum áður hevur frammi, lagt er betur til rættis enn so, og nógvu smáu søgurnar, sum standa í marguni, eru við til at krydda bókina.

Samrøður eru gjørdar við sentralar persónar í altjóða ævintýrinum hjá føroyskum fótbólti, og ikki minst samrøðan við FSF-formannin Tórleif Sigurðsson er áhugarverd. Eisini samrøðurnar, sum eru gjørdar við landsliðsvenjaran Allan Simonsen og mesta roynda føroyska spælaran, Jens Martin Knudsen, eru við til at lýsa gongdina betur.

Tað er gott at fáa teirra hugsan um tey 10 árini í aljtóða fótbólti og hvat fram-tíðin kanska hevur at bjóða.


Hagtølini

eru framúr

Tær mongu frásagnirnar eru spennandi lesnaður, og myndirnar siga sína heilt greiðu søgu, men bókin hevur við framúr góðu hagtølunum vunnið sær virðið sum nógv meiri enn bert ein søgubók.

Í bókini eru yvirlit yvir allar teir 51 landsdystirnar FIFA-skrásettu landsdystirnar, sum spældir eru seinastu 10 árini. Uppgivið verða allar uppstillingar hjá føroyska landsliðnum í teimum 51 dystunum, hvussu útskiftingarnar eru farnar fram, málskjúttar, gul og reyð kort og eisini hvørjir spælararnir vóru á mótstøðuliðnum.

Men hagtølini verða ikki bert slongd út í endaleysum banum, tey eru eisini sett upp í yvirlit av alskyns slagi, og tað er gjørt so áhugavera, at tú verður at lesa tey, og altíð kann tríva í bókina aftur, skuldi bara okkurt smátingi verið av ivast í viðvíkjandi landsliðnum.

Bæði í yvirlitunum aftast í bókini og eisini aðrastaðni í bókina verða alskyns hagtøl borin fram, bæði í kendum og minni kendum uppsetingum.

Staðfest verður sjálvandi hvussu nógvar landsdystir teir ymsu spælararnir hava spælt, nær og hvar, hvussu nógv mál teir hava skorað og hvat felag teir hava umboðað. Allir teir spælararnir, sum gjøgnum seinastu 10 árini hava spælt á landsliðnum, eiga sín part í bókini. Greitt verður frá nær teir eru føddir, hvussu nógv teir viga, hvørjum teir búgva saman við, um teir eiga børn og so víðari.

Bæði í greinum og stubbum verða ymisk hagtøl sett fram sum smáar søgur, til dømis hvør hevur oftast verið liðførari, hvør hevur skorað oftast ímóti okkum, hvussu nógv brotsspark Jens Martin Knudsen hevur bjargað og annað.

Bókin er góð sum lesnaður hesi myrku vetrarkvøld, men sjálvt tá hon er væl og virðiliga gjøgnumlisin, kann hon ikki goymst burtur, tí hon er fram úr sum uppslagsbók.

Finnur Helmsdal og Jóannes Hansen hava skrivað ein framúr bók, og hon er ein gáva til allar fótbóltsáhugaðar føroyingar.