við Jamtfjelltind í Noregi í gjár kravdi fýra mannalív. Upprunaliga varð sagt, at tvey fólk høvdu latið lív, og at leitað varð eftir tveimum øðrum. Tey eru ikki funnin, og løgreglan í Helgeland metir, at [...] at tey eru deyð. Talan er um fýra kvinnur. Tríggjar teirra eru systrar, føddar í 1964, 1966 og í 1980, sigur løgreglan við blaðið VG. -Vit hava at kalla onga vón um at finna nakran teirra aftur á lívi [...] lívi, sigur løgreglan. Skriðulopið var seinnapartin í gjár, men løgreglan fekk ikki boð um tað fyrr enn stutt fyri midnátt í gjárkvøldið.
umfatandi vatnflóð í Týsklandi komið upp á 156 fólk. Í Belgia eru 27 fólk deyð. Ritzau skrivar, at landslutirnir Rheinland-Pfalz og Nordrhein-Westfalen eru harðast raktir – teir liggja har vesturi í Týsklandi. [...] fer at vaksa, sigur løgreglan í Reinhland-Pfalz í einari fráboðan. 670 fólk hava fingið størri og smærri snuddir í vatnflóðini. Vatnflóð hevur eisini rakt Belgia hart, og í Suðurtýsklandi, Hollandi, Luksemborg
eitt lítið flogfar datt niður í amerikanska statinum Montana seint í gjárkvøldið Flogfarið gjørdi seg til at seta seg á flogvøllin í býnum Butte, tá tað brádliga datt niður í ein kirkjugarð einar 150 metrar [...] úr Kalifornia. Tað skuldi upprunaliga til býin Bozman, men flogskiparin gjørdi av at lenda í Butte. Eitt felag í statinum Oregon átti flogfarið. [...] metrar frá lendingarbreytini. -Fyribilsupplýsingar siga, at 17 eru deyð, teirra millum fleiri børn, sigur ein talsmaður fyri loftferðslumyndugleikarnar við AFP. Flogfarið, sum var av sveisiska slagnum Pilatus
Í minsta lagi 21 fólk eru deyð í ógvusligum regni og torusláttri í útnyrðingspartinum av Pakistan. Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur. Deyðsføll og oyðilegging [...] g eru fráboðað í økjunum, Karak, Bannu og Lakki Marwat. Keldan er Taimur Ali, sum er talsmaður fyri kreppuátakið í regiónini. Sambært átaksmanninum fer talið av deyðum helst at veksa. Í síðsta mánaði doyðu [...] doyðu tíggjutals fólk av skalvalopi í ógvusligum kavaveðri í sama øki. Tíðindastovan NTB veit at siga, at kavaveður er óvanligt á hesum leiðum hesa tíðina av árinum.
Í minsta lagi 16 fólk eru deyð í einum herviligum illveðri, sum hevur rakt fleiri statir í USA. Tað veit tíðindastovan, AP, at siga seinnapartin í dag. Sagt verður, at í Missouri hava í minsta lagi tíggju [...] lív og mong eru løstað, sigur løgreglan í økinum. Illveðrið hevur eisini elvt til sandstormar, og fleiri enn 100 skógareldar og aðrir eldar hava tikið seg upp. Í statunum, Arkansas og Texas, eru higartil [...] higartil komnar fráboðanir um, at tilsamans seks fólk hava latið lív - trý í hvørjum stati.
landið í heiminum, har flest fólk í løtuni eru kannað positiv. Síðani koma Italia og Spania og Kina. Mált í tali av deyðum stendur ringast til í Italia, har yvir 11.000 fólk eru deyð av virusinum. Í Italia [...] vorðin staðfest frísk aftur. Í kvøld er talið av deyðum í heiminum av koronavirus farið um 35.000. Harav 25.000 í Evropa. Tað tann sera smittandi koronavirusið tók seg upp í Kina í desember, og hevur síðani [...] verið av fríggjadagin, heldur fram í tvær vikur afturat.l Í Spania hækkaði talið av deyðum triðja dagin á rað av koronavirus við yvir 800. Tilsamans eru yvir 7.000 nú deyð í landinum. Spania stongdi landi
Seint í gjárkvøldið fóru ísraelskar deildir inn í palestinska økið Gazageiran sum liður í eini hernaðaratsókn ímóti Hamas-rørsluni. Tað upplýsir ísraelski herurin í einum tweeti sambært AFP. Alopið frá [...] ísraelsku strondina eins og í økinum við Ben Gurion-floghavnina miðskeiðis í landinum. Tað førdir til, at øll flogfor, sum skuldu lenda í Ben Gurion, vórðu víst til eina aðra floghavn í syðra parti av landinum [...] og Gazageiran, har tann islamistiska Hamasrørslan hevur ræðið. Yvir 100 fólk eru deyð í stíðnum seinastu fýra dagarnar. Í gjár var støðan, at fýra dagar við bumbuálopum hava kosta 103 palistinum lívið.
Kvinnan, sum varð funnin niðurkøld í kavanum og seinni varð staðfest deyð á sjúkrahúsinum í Molde í Noregi, er nú útskrivað og er sloppin heim aftur til síni kæru. Løgreglan hevði fingið boð um eitt deyðfall [...] Tey ynskja ikki at koma í samband við miðlarnar, men upplýsa, at kvinnan er útskrivað. Hetta eru boðini, sum VG hevur fingið í telduposti frá fakliga stjóranum á sjúkrahúsinum í Molde, og lagt verður aftrat [...] var TV2 í Noregi, sum var fyrst at bera søguna um kvinnuna, sum varð funnin niðurkøld úti í kavanum. Á sjúkrahúsinum eydnaðist ikki at bjarga henni, hildu tey, og tískil varð kvinnan staðfest deyð. Á sj
sjúkrahúsunum. Tann fyrsti, ið varð stungin í armin í dag, var Adrienne Kertesz, sum er lækni á sjúkrahúsinum Del-Pest í ungarska høvuðsstaðnum Budapest. Ungan hevur í fyrstu syftu finigð koppingarevni til 4 [...] við koronuvirus í ár. Av teimum eru sløk 9.000 deyð. Í løtuni eru fleiri enn 6.000 koronasjúklingar innlagdir á landsins sjúkrahúsum. Tað økir trýstið á heilsuskipanina. Hópkoppsetingin í Evropa er eitt [...] dóttir okkara hevur finigð eitt barn í Frankaríki í síðsta mánaði, og vit vilja fegin vitja tey. Vit tora ikki at ferðast, fyrr enn vit eru koppsett, sigur Zsuzsa Takacs. Í Ungarn - sum hevur 10 milliónir íbýgvar
iraksku sendistovuna í afghanska høvuðsstaðnum, kabul. Tað verður skotið í økinum, skriva altjóða tíðindastovur. Enn eru ikki upplýsingar komnir um deyð ella særd. Tveir embætismenn í innanríkisráðnum siga [...] framman fyri sendistovuna. Fleiri vápnaðir menn royndu í kjalarvørrinum av bumbuspreinginini at sleppa inn í bygningin. Sendistovan liggur í miðbýnum í Kabul. /ritzau/