17 deyð í flogvanlukku í USA

Minst 17 fólk doyðu, tá eitt lítið flogfar datt niður í amerikanska statinum Montana seint í gjárkvøldið Flogfarið gjørdi seg til at seta seg á flogvøllin í býnum Butte, tá tað brádliga datt niður í ein kirkjugarð einar 150 metrar frá lendingarbreytini.

-Fyribilsupplýsingar siga, at 17 eru deyð, teirra millum fleiri børn, sigur ein talsmaður fyri loftferðslumyndugleikarnar við AFP.

Flogfarið, sum var av sveisiska slagnum Pilatus PC-12, kom úr Kalifornia. Tað skuldi upprunaliga til býin Bozman, men flogskiparin gjørdi av at lenda í Butte.

Eitt felag í statinum Oregon átti flogfarið.