Tríggjar systrar doyðu í skriðulopi í Noregi

Skriðulopið við Jamtfjelltind í Noregi í gjár kravdi fýra mannalív. Upprunaliga varð sagt, at tvey fólk høvdu latið lív, og at leitað varð eftir tveimum øðrum. Tey eru ikki funnin, og løgreglan í Helgeland metir, at tey eru deyð.

Talan er um fýra kvinnur. Tríggjar teirra eru systrar, føddar í 1964, 1966 og í 1980, sigur løgreglan við blaðið VG.

-Vit hava at kalla onga vón um at finna nakran teirra aftur á lívi, sigur løgreglan.

Skriðulopið var seinnapartin í gjár, men løgreglan fekk ikki boð um tað fyrr enn stutt fyri midnátt í gjárkvøldið.