Ungarn tjóvstartar koronukoppseting

Ein ungarskur lækni hevur sum tann fyrsti fingið fyrstu koppsetingina, dagin fyri at restin av ES fer at koppseta borgarar.

Eitt samdøgur fyri hini ES londini er Ungarn í dag farið at koppseta nøkur av teimum mest útsettu bólkunum ímóti koronuvirus.

Ungarn er við at býta út koppingarevni frá heiligvágsfeløgiunum Pfizer og BioNTech til eitt nú heilsustarvsfólk á intensivdeildum á sjúkrahúsunum.

Tann fyrsti, ið varð stungin í armin í dag, var Adrienne Kertesz, sum er lækni á sjúkrahúsinum Del-Pest í ungarska høvuðsstaðnum Budapest.

Ungan hevur í fyrstu syftu finigð koppingarevni til 4.875 fólk, skrivar ungarska tíðndastovan MTI.

Nøkur teirra, sum bíða eftir teirra túri, er hjúnini Zsuzsa og Antal Takacs sum eru ávikavist 68 og 75 ár.

– Vit eru sera fegin um, at koppingarevnið er komið, sigur parið.

– Vit vilja koppsetast, tí dóttir okkara hevur finigð eitt barn í Frankaríki í síðsta mánaði, og vit vilja fegin vitja tey. Vit tora ikki at ferðast, fyrr enn vit eru koppsett, sigur Zsuzsa Takacs.

Í Ungarn - sum hevur 10 milliónir íbýgvar – eru yvir 315.000 fólk staðfest smittað við koronuvirus í ár. Av teimum eru sløk 9.000 deyð.

Í løtuni eru fleiri enn 6.000 koronasjúklingar innlagdir á landsins sjúkrahúsum. Tað økir trýstið á heilsuskipanina.

Hópkoppsetingin í Evropa er eitt stórt stig ímóti at koma koronufarsóttini til lívs.

Men útrbeiðslan av koppingarevnini frá Pfizer og BioNTech er krevjandi, tí koppingarevni skal goymast við einum temperaturi upp á umleið minus 80 stig.

Kring heimin eru yvir 1,7 milliónir fólk deyð við koronuvirus.

Farsóttin hevur trýst búskapirnar í flestu londum og hevur forkomi milliónum av arbeiðsplássum kring heimin.

/ritzau/AFP