Staðfest deyð: Er nú sloppin heim

Hin 8. mars varð kvinnan, sum varð staðfest deyð á sjúkrahúsinum í Molde í Noregi, útskrivað.

Kvinnan, sum varð funnin niðurkøld í kavanum og seinni varð staðfest deyð á sjúkrahúsinum í Molde í Noregi, er nú útskrivað og er sloppin heim aftur til síni kæru.

 

Løgreglan hevði fingið boð um eitt deyðfall, men tá tey komu á sjúkrahúsið, tí neyðugt varð at útiloka, at kvinnan hevði verið fyri einari møguligari brotsgerð, vísti tað seg, at kvinnan rørdi seg og gav ljóð frá sær.

 

Nú váttar fakligi stjórin á sjúkrahúsinum í Molde fyri VG, at kvinnan er sloppin heim aftur av sjúkrahúsinum, og at tað gongur framá hjá henni.

 

- Vit hava verið í samband við avvarðandi hjá kvinnuni, sum varð funnin niðurkøld hin 19. februar. Tey ynskja ikki at koma í samband við miðlarnar, men upplýsa, at kvinnan er útskrivað.

 

Hetta eru boðini, sum VG hevur fingið í telduposti frá fakliga stjóranum á sjúkrahúsinum í Molde, og lagt verður aftrat, at kvinnan er vorðin útskrivað longu hin 8. mars.

 

Tað var TV2 í Noregi, sum var fyrst at bera søguna um kvinnuna, sum varð funnin niðurkøld úti í kavanum. Á sjúkrahúsinum eydnaðist ikki at bjarga henni, hildu tey, og tískil varð kvinnan staðfest deyð.

 

Á sjúkrahúsinum í Molde hevði hon fingið hjartasteðg, og fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa hana til lívs aftur. Men, sambært sjúkrahúsinum eydnaðist tað ikki. Tí boðaði sjúkrahúsið løgregluni frá deyðsfallinum.

 

Og tað var, tá løgreglan kom á sjúkrahúsið og ætlandi skuldi í gongd við sínar kanningar av deyðsfallinum, at kvinnan raknaði við aftur - og í dag situr hon heima hjá familju síni og hevur tað eftir umstøðunum gott.