Í minsta lagi 16 fólk eru deyð í einum herviligum illveðri, sum hevur rakt fleiri statir í USA.
Tað veit tíðindastovan, AP, at siga seinnapartin í dag.
Sagt verður, at í Missouri hava í minsta lagi tíggju fólk latið lív og mong eru løstað, sigur løgreglan í økinum.
Illveðrið hevur eisini elvt til sandstormar, og fleiri enn 100 skógareldar og aðrir eldar hava tikið seg upp.
Í statunum, Arkansas og Texas, eru higartil komnar fráboðanir um, at tilsamans seks fólk hava latið lív - trý í hvørjum stati.