Embætismenn upplýsa, at ein bilbumba er brostin framman fyri iraksku sendistovuna, og at vápnað fólk royna at sleppa sær inn.
Ein bumba er brostin framman fyri iraksku sendistovuna í afghanska høvuðsstaðnum, kabul. Tað verður skotið í økinum, skriva altjóða tíðindastovur.
Enn eru ikki upplýsingar komnir um deyð ella særd.
Tveir embætismenn í innanríkisráðnum siga við AP, at tað var ein bilbumba, sum varð sprongd framman fyri sendistovuna.
Fleiri vápnaðir menn royndu í kjalarvørrinum av bumbuspreinginini at sleppa inn í bygningin. Sendistovan liggur í miðbýnum í Kabul.
/ritzau/