fór á ungum aldri til Havnar at ganga á preliminer skúla. Seinni fór hann á Studentaskúla. Hann tók matematiskt studentsprógv í 1956. Eftir at hava verið lærari í heimbygdini eitt skifti, fór hann á læraraskúla [...] haldi ikki, at næmingarnir eru broyttir sum persónar, men tað eru meira rammurnar rundanum, sum eru broyttar við tíðini. Tað er jú stórur munur á samfelagnum í sekstiárunum og tí í dag, sigur Hanus Samuelsen [...] øllum førum 2000 næmingar undir hond. Hetta eru so nógvir, at tað er mestsum vónleyst at minnast allar, men treyðugt so roynir Hanus av og á at minnast aftur á sínar næmingar, og fleiri minnist hann sjálvandi
at leika, komu tær á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, tá ið Anna Kristina Samson legði tær á odda 16-15. Nú gekk leikur ógvuliga javnt á seinastu løtuna, og áskoðarafjøldin sat sum á nálum - tey sum sótu [...] odda við tveimum málum, tá ið Alina skoraði upp á brotskast og legði klaksvíkskvinnur á odda 20-18, men enn var nógv tíð eftir. Nú vóru nervarnir nógvir á báðum liðum, góðar tveir minuttir fyri leiklok fekk [...] ordans neyðbremsu á Aukse á miðjun vølli og fekk steðgað skjótálopinum. Hetta kostaði Anniku eitt reytt kort, men nú vóru bert átta sekund eftir at leika, og VB hevði bóltin mitt úti á vøllinum. Tær skundaðu
arbeiða við og vísa á. Wilhelm Petersen: -Vit hava longu fingið eina ábending um, at nettup spurningurin um at geva samtakinum eitt føroyskt innihald, er nakað, sum vit mugu taka okkum av. Vit skulu ikki bara [...] Lasmo. Herfyri var hann fyri fyrstu ferð við á fundum í arbeiðsbólkum hjá samtakinum í London. Talan var um tveir fundir, annar á tekniskum stigi og hin á leiðslustigi. Her vórðu seinastu úrslitini løgd [...] umsókn skal gerast. Wilhelm Petersen leggur dent á, at føroyska luttøkan í samtakinum hevur einki við leveransir av vørum og tænastum at gera. -Men vit hava hinvegin eitt innlit í, hvat hvør kann og ikki
sum teir nógvu pengarnir eru. Tvs. í sjúkrahúsverkinum. Tað ljóðar ófrættakent, tá vit samstundis vita, at nógvar sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt [...] vónbrot, nú eg havi sæð frágreiðingina frá Karsten um ta komandi, forloysandi “heilsunýskipanina”. Í mun til tey stóru orðini er frágreiðingin eitt stórt flopp – leyst orðaðar hugleiðingar á 25 síðum í [...] an” skal fíggjast. Men vit kunnu óttast fyri, at meginparturin skal heintast inn við uppaftur størri skerjingum í sjúkrahúsrakstrinum. Tað bendu m.a. orðini hjá Karsten Hansen á í tjakinum í sjónvarpinum
heyst, meðan kommunurnar eru við at leggja seinastu hond á uppskotið til fíggjarætlan, koma boð úr landsstýrinum um at koma til fundar at viðgera íløgukarmin hjá kommununum. Á fundi í fíggjarmálastýrinum [...] har víst var á tað sama sum nevnt er omanfyri - nevniliga at kommunurnar í prinsippinum taka undir við at lagdur verður ein íløgukarmur framyvir og at kommunurnar ivlja viðvirka til, at vit kunnu náa hesum [...] nógvu seinastu árini, hava verið afturhaldandi í íløgum við tí fylgju, at mong málsøki eru misrøkt. Umframt hetta, so eru kommunurnar við lóg álagdar nógvar kostnaðarmiklar uppgávur sum t.d.: 1.At húsarhald
Hyggja vit eftir listanum hjá Tjóðveldi til seinasta løgtingsval, so eru fleiri valevni uttan fyri Havnina á listanum, sum áður hava sitið í landsstýrinum. Eitt nú Páll á Reynatúgu, Annita á Fríðriksmørk [...] farið verður út um tingmanningina. Møguleikarnir í tingmanningini eru ikki so stórir. Av teimum seks tingfólkunum eru fleiri, sum eru útilokað. Sirið Stenberg og Høgni Hoydal sita í landsstýrinum. Av teimum [...] fyri at gerast landsstýrisfólk. Tí eru bara Hervør Pálsdóttir, tingkvinna, og Eirikur í Jákupsstovu, varatingmaður, eftir av teimum átta, sum í løtuni umboða Tjóðveldi á tingi og í landsstýri. Eirikur í
mátin at smíða løgini er sera heppin, serliga tá ið børnini eru málbólkurin. Sum áður nevnt fær Annika íblástur ymsa staðni frá. Eitt nú hoyra vit suðuramerikanskan og skotskan fólkatónleik, eins og føroysk [...] vaksin. Á fløguni "Til børnini hjá børnunum" eru nógvar perlur. Vónandi fáa tey líka góðan byrð inn í ríka tilfeingi av góðum barnasangum, eins og undanfarna pláta megnaði tað. At enda ein áheitan á Land [...] eldsál, til íblástur fyri tey, ið hava tað eydnu, at hava hana tætt hjá. Hetta kann lættliga yvirførast á listarliga pallin. Annika er ikki hvør sum helst. Hon er eitt av okkara undangongufólkum tá ið talan
egnu sjónarmið tekur man nú til eitt nýtt propagandatrick: man uppfinnur nøkur kritikkpunkt, íð verða sett fram sum spurningar. Á henda hátt tekur man so at siga orðið úr munninum á lesarunum: ?Jú, men andstøðan [...] gjørdist ein eirindaleysur kritikkur av hesum sokallaða kunningarpolitikkinum hjá landsstýrinum. Tí vit kunnu nú, við hesum propagandafaldaranum sum tað higartil síðsta tiltakið í ?kunningini? hjá landsstýrinum [...] til og fremja á ein hátt so tað verður øllum fólkinum at gagni. Tí er so umráðandi at kunningin verður meira álítandi enn higartil, og at henda kunningin virðir tann veruleikan, at tað eru fleiri leiðir
havi fest á blað, eru um listaligu eyðkennini hjá Hansi. Hann hevði jú eisini sítt borgarliga yrki, men tað lati eg liggja. Heilin hjá Kvium, sum datt mær í hugan, nú eg festi hesar reglur á blað, avspeglar [...] Eygað leitar av Borgini niður á Svarthamar, niður av Stígnum, um bøgarðarnar, oman eftir Falkarás, Tróndargøtu, út eftir firðinum, upp á Gjógvarahamar, Nón og setir av á Gjógvarafjalli, Kambi og Blábjørg [...] og okkara, at hava heilan ovast uppi a "skallatekjuni" er ein viðkvom frásøgn, hvussu viðbrekin vit eru. Bert eitt lítið orð? bert eitt lítið dism av fákunnleika kann kollrenna "harddiskin" ovast uppi
virksemi á Sandi. Skal til kunningar nevna trinni evni, sum ein lættliga kundi viðgjørt í tíðindahøpi, ella sum smásøgur í morgunútvarpi. Nýggi barnaskúlin á Sandi 28. februar var nýggi barnaskúlin á Sandi [...] tók tiltakið til sín og skipaði fyri nógvum útitiltøkum. Eitt nú varð tilhaldið Hugnin á grillútferð. Trinni kvøld vóru beach-volley tiltøk á sandinum, saman við øðrum bóltspølum, og grilltiltaki fríggjakvøldið [...] tiltøk á Sandi og fyri landið við. Okkara Kringvarp? Vóni ikki, at hvør ið heldur á mikrofonini, er avgerandi fyri hvagar mikrofonirnar hjá almenna Kringvarpi okkara røkka, men tað er nógv sum bendir á tann