Miðvarp, Kringvarp ella Míttvarp?

Samstundis sum Kringvarpið eigur tøkk uppiborna fyri Kjakaríið, sum varð sent beinleiðis úr Skopun við evninum kommunusamanlegging í Sandoynni, so eru tað eftirhondini nógv her á Sandi, sum hava lagt til merkis, hvussu selektivur tíðindaflutningurin úr Sandoynni er

Tí hóast vit á Sandi jú gleðast um tað góða, sum hendir kring landið av smásøgum og stórtíðindum, so er einki at taka seg aftur í, at tíðindaflutningurin úr oynni ikki hevur verið serliga myndandi fyri bygdina og virksemi á Sandi. Skal til kunningar nevna trinni evni, sum ein lættliga kundi viðgjørt í tíðindahøpi, ella sum smásøgur í morgunútvarpi.

 

Nýggi barnaskúlin á Sandi

28. februar var nýggi barnaskúlin á Sandi alment tikin í nýtslu. Hóast innbjóðing var hvørki sjónvarp ella útvarp á staðnum. Avgerðin um at byggja skúlan var jú ein av teimum heitastu í bygdini, og stríðið fekk rúma innivist í miðlunum. Júst tí kundi tað verið spennandi hjá Kringvarpinum at lisið kringumstøðurnar, nú skúlin varð liðugur. Vóru fólk nøgd, ónøgd og helt kostnaðarætlanin, sum “by the way” sigur at skúlin er bíligast bygdi skúlin í landinum. Samstundis sum almennu skúlabyggingarnar spreingja allar mettar fíggjarætlanir. Enn eitt viðkomandi sjónarhorn í kritiskum journalistikki. Harumframt er hettar fyrsti skúlin á Sandi í 125 ár. Hann hevur alskyns hentleikar. Er bygdur í samlóði við náttúruna, og so snýr hettar seg um bleyt virði, tá tey eru best!

 

Útivikan 2009

Fólkaheilsuráðið tók stig til eina Útiviku í mai. Sands Kommuna, saman við sjálvbodnum, tók tiltakið til sín og skipaði fyri nógvum útitiltøkum. Eitt nú varð tilhaldið Hugnin á grillútferð. Trinni kvøld vóru beach-volley tiltøk á sandinum, saman við øðrum bóltspølum, og grilltiltaki fríggjakvøldið. Fleiri skipaðir gongutúrar vóru við ferðaleiðara, og seinast men kanska týdningarmest, so skipa Sands Skúli og Sands Kommuna í felag fyri 6 vikur langari kapping millum skúlanæmingar um hvør teirra er raskast at ganga ella súkkla í og úr skúla í nevnda tíðarskeiði. Bleyt virðir so tað forslær, men einki afturljóð úr Kringvarpinum.

 

Fyrsta bygda bókasavnið uttan fyri Havnina

Í gjár var móttøka í samband við at Sands Kommuna takkaði Daniellu Olsen, (96 ár í gjár) fyri ovurhonds stóru gávuna hon hevur givið heimbygdini, nýggja bókasavnið á Sandi. Martin Næs frá Mentamálaráðnum upplýsti stóru samkomuni, at hettar er fyrsta bygda bókasavnið, uttan fyri høvuðsstaðin. Eitt hetjuavrik hjá Daniellu Olsen, sum ikki verður minni hetjukent, av at hon er kvinna og hevur strítt seg gjøgnum eitt avbjóðingaríkt lív á leiðini. Bleyt virðir við nærum vónleysum fortreytum, men ongan áhuga hjá almenna Kringvarpi okkara.

Felags fyri øll tiltøkini er, at tey eru lýst við kunningarskrivi, sum er sent til hvørt húsarhald í kommununi, og harumframt hava fingið innivist á www.sandportal.fo og HYPERLINK "http://www.visitsandoy.com" www.visitsandoy.com

Gamaní, at alt ikki verður tugt og tannlað í tíðindasendingum, men somikið av tíðindavirði er í hesum trimum dømum, at onkur við tí minsta av tilknýti til Sandoynna, ella við ábyrgd fyri almenna tíðindaflutinginum eigur at »fanga« hesi  avgjørt týdningarmiklu tiltøk á Sandi og fyri landið við.

 

Okkara Kringvarp?

Vóni ikki, at hvør ið heldur á mikrofonini, er avgerandi fyri hvagar mikrofonirnar hjá almenna Kringvarpi okkara røkka, men tað er nógv sum bendir á tann bógvin. Skuldi mín illgruni verið á leið, so er trupult framhaldandi at argumentera fyri einum óheftum public service stovni. Tí, skal stovnurin hava álit og undirtøku í fólkinum, so er týdningarmikið at Kringvarpið virkar um landið alt, og at tíðindavalini ikki byggja á litaðar persónligar støðutakanir, men á fakliga og sakliga journalistiska grund.