Tillukku Annika!

Tillukku við fløguni og teimum seksti árunum.

Í hesum døgum kemur út nýggj barnafløga við Anniku Hoydal. Talan er um fløguna "Til børnini hjá børnunum" og "kanska eisini fyri mammur og pápar teirra", sum tað stendur. Hetta skuldi verið ræði og náttúrligt fyri Anniku. Her verður hugsað um tøttu bondini til børnini hjá brøðrunum og børnum teirra, og til mong onnur útisataforeldur og børn teirra. Sum samlandi eind fyri fleiri útisetar við børnum og hennara einastandandi gestablídni, hevur hon bæði listarliga og menniskjaliga førleikan at røkka fleiri ættarliðum. Ein eldsál, til íblástur fyri tey, ið hava tað eydnu, at hava hana tætt hjá.

Hetta kann lættliga yvirførast á listarliga pallin. Annika er ikki hvør sum helst. Hon er eitt av okkara undangongufólkum tá ið talan er um listarliga pallin. Langt áðrenn tað var gerandis at tosa um yrkislist, fór hon til Danmarkar at royna flogið. Hon gjørdist soleiðis ein av fyrstu føroysku yrkissjónleikarunum. Fyrsta plátan Annika gav út var til børn. Ein gleði fyri nógv foreldur og børn teirra. Fleiri ættarlið eru vaksin upp við hesum sangperlum og duga sangirnar uttanat.

Fyri at venda aftur til nýggju fløguna, so er tað áhugavert at staðfesta, at samarbeiðsfelagin enn einaferð er Ian Mcalman. Her er talan um sera gott samarbeiði. Annika ger orð og løg, Mcalman leggur til rættis. Skotsk/føroyska samantvinningin er sera heppin. Tú kemur inn í kjarnuna av teksti og melos ( melodiføring) á ein náttúrligan hátt.

Annika byggjur síni løg eftir strofiskum mynstri. Hetta ger at tey, hóðast ymiskan íblástur, kennast sum ein heild. Hesin mátin at smíða løgini er sera heppin, serliga tá ið børnini eru málbólkurin. Sum áður nevnt fær Annika íblástur ymsa staðni frá. Eitt nú hoyra vit suðuramerikanskan og skotskan fólkatónleik, eins og føroysk skjaldu, í tónleiki hennara. Hóast henda fjøltáttaða íblástur, hoyrist týðuligt at Annika eigur lagið. Løgini eru heldur ikki bert løg til eina yrking. Hinvegin er tað huglagið í yrkingini, ið ger av hvussu lagið verður smíða og eyðsæð er, at orðini stýra lagsniginum. Um orðini krevja at rytman brádliga skiftur, verður hetta gjørt, tó á ein náttúrligan hátt, ið ikki virkar torskildur.

Ì dag er sera vanligt, at barnaløg venda sær til smá vaksin, heldur enn børn. Hetta ger Annika ikki. Fløgan "Til børnini hjá børnunum" er til børn. Mín vón er tí, at børnini fara at taka fløguna til sín, hóast miðla og undurhaldsráki í størri og størri mun vendir sær til børn sum smá vaksin.

Á fløguni "Til børnini hjá børnunum" eru nógvar perlur. Vónandi fáa tey líka góðan byrð inn í ríka tilfeingi av góðum barnasangum, eins og undanfarna pláta megnaði tað.

At enda ein áheitan á Landsmiðstøðina um at geva fløgutilfarið út sum bókling, so hetta viðkomandi tilfar dagliga kann vera til taks í barnagørðum og skúlum.

Tillukku Annika, og takk fyri eitt týðandi og alneyðugt listarligt ískoyti til børn og okkum eldru barnsligu.



Sunleif Rasmussen