Øll ferðafólkini lótu lív

- Hetta er hjartaskerandi og kann ikki lýsast við orðum. Mínir tankar eru hjá øllum, sum eru rakt, skrivar indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi

 

242 fólk vóru í flogfarinum, sum fyrrapartin í dag datt niður í býnum, Ahmedabad í India.

 

Flogfarið, sum var á veg til London, datt niður stutt eftir fráferð. 

 

Lokala løgreglan sigur, at roknað verður ikki við, at nakar av teimum, sum vóru í flogfarinum, hevur yvirlivað vanlukkuna. 

 

Flogfarið datt niður í einum íbúðarøki.

 

Tá seinasta signalið kom frá flogfarinum, var tað í 190 metra hædd, og ferðin var tá 322 kilometrar um tíman.

 

Við Indian Express sigur lokala løgreglan, at øll tey 242 ferðafólkini, sum vóru í flogfarinum, lótu lív í vanlukkuni.

 

Sum skilst, eru fleiri fólk, sum vóru í bygningum og uttandura í umhvørvinum, har flogfarið datt niður, helst eisini deyð.

 

##med2##

 

- Hetta er hjartaskerandi og kann ikki lýsast við orðum. Mínir tankar eru hjá øllum, sum eru rakt, skrivar indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, á X.

 

Tíðindastovan Reuters veit at siga, at í minsta lagi 30 lík eru tikin út úr einum bygningi, sum flogfarið rakti, tá tað datt niður.

 

Sambært útlendskum miðlum er tó óvist, um tey umleið 30 líkini eru komin úr flogfarinum - ella úr einum bygningi á vanlukkustaðnum.

 

Dagført: 

 

Í kvøld váttar flogfelagið, at 241 fólk lótu lív í flogfarinum, meðan eitt fólk av teimum tilsamans 242, sum vóru í flogfarinum, eftir øllum at døma er sloppið við lívinum og er til viðgerðar á sjúkrahúsi.

 

Sum skilst, er framvegis stór óvissa um, hvussu mong lótu lív, tá flogfarið rendi inn í ein íbúðarbygning.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/flogfar-vid-242-ferdafolkum-dottid-nidur-i-india

 

##med3##

 

 

 


 

 

Her sæst flogfarið á flogi, beint áðrenn vanlukkan hendir