Samb. reglurnar fyri kommunalu fíggjarætlaninar so skulu kommununar innan 1. okt. hava gjørt uppskot til fíggjarætlan fyri næsta ár, sum síðan skal sendast landsstýrinum til kunningar.
Í heyst, meðan kommunurnar eru við at leggja seinastu hond á uppskotið til fíggjarætlan, koma boð úr landsstýrinum um at koma til fundar at viðgera íløgukarmin hjá kommununum.
Á fundi í fíggjarmálastýrinum vóru umboð fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag móttikin av løgmanni, sum eisini er landsstýrismaður í kommunumálum og fíggjarmálaráðharranum, og fingu hesi at vita, at landsstýrið vildi hava ein íløgukarm fyri kommunurnar - helst fyri eini 5-10 ár fram - og metti landsstýrið at árligu kommunalu íløgurnar ikki áttu at fara upp um 130 mill. kr. - samanlagt fyri alt landið.
Samstundis sum kommunufeløgini fingu hesi kongsboð so fingu tey eisini áheitan um at skipa so fyri, at kommunurnar sjálvar skuldu býta ílgurnar sínámillum.
Hóast hesi fyri kommunurnar ókendu mannagongd og vitandi um, at henda uppgáva var sera trupul at loysa, so vístu umboðini fyri kommunufeløgini stórsinni við í fyrsta lagi at taka undir við at lagdur var ein íløgukarmur fyri kommunurnar og vildu eisini royna at finna eitt rímuligt býti millum kommunurnar.
Men samstundis gjørdu umboðini fyri kommunufeløgini greitt, at hetta ikki skuldi skiljast sum, at ein íløgukarmur fyri kommunurnar uppá 130 mill. harvið var góðtikin.
Kommunufeløgini hava hvørt sær og eisini saman viðgjørt málið o geru vorðin samd um, at tíðin hevur verið alt ov stutt til viðgerð av hesum stóra máli og, at umstøðurnar ikki hava verið til staðar til at koma til eina niðurstøðu sum skal verða fíggjarligi karmurin fyri føroysku kommunurnar næstu 5-10 árini.
Á fundi í fíggjarmálastýrinum hósdagin 18. nov. saman við løgmanni og fíggjarmálaráðharranum løgdu umboðini fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag fram einsljóðandi frágreiðing har víst var á tað sama sum nevnt er omanfyri - nevniliga at kommunurnar í prinsippinum taka undir við at lagdur verður ein íløgukarmur framyvir og at kommunurnar ivlja viðvirka til, at vit kunnu náa hesum endamáli.
Men vegna serligu umstøðurnar sum eru galdandi í løtuni, at tíð ikki hevur verið til at viðgera máilð o nóg gjølla, so verður skotið upp, at tann íløgukarmur, sum kommunurnar hava lagt fyri ár 2000 - áleið 200 mill. kr. verður góðekndur, og at kommunurnar saman við landsstýrinum frá byrjan av ár 2000 fara undir at leggja ein íløgukarm fyri 2001 og árini fram í trá við ynskini hjá lansdstýrinum.
At kommunurnar hava ein íløgutørv uppá 200 mill. kr. næsta ár kemur millum annað av, at tær, nógvu seinastu árini, hava verið afturhaldandi í íløgum við tí fylgju, at mong málsøki eru misrøkt.
Umframt hetta, so eru kommunurnar við lóg álagdar nógvar kostnaðarmiklar uppgávur sum t.d.:
1.At húsarhald og virkir fáa sóttreinsað vatn.
2.At kloakkviðurskiftini verða fingin í lagi.
3.At karmar samb. nýggju fólkaskúlalógina verða útvegaðir.
4.At skipa fyri burturbeining av øllum avfalli.
5.At skapa karmar um barnaansingina.
6.At skapa neyðugar karmar um eldrarøkt.
Og ikki minst áliggur kommununum at skapa neyðugar karmar fyri vinnulívið - t.d. víðkan av havnaløgum og útvegan av grundøkjum til ídnaðarbygging.
Samstundis sum allar hesar mongu uppgávur liggja á kommununum, so hevur landsmyndugleikin tikið burtur allan fíggjarligan stuðul til kommunurnar - tað verið seg til bygging av skúlum, barnagørðum, læknamiðstøðir, havnaløg o.m.a.
Alt hetta samanlagt setir kommununum sera stór krøv - og átti hetta eisini at sagt landsmyndugleikunum, at ynskini frá kommununum um íløgupening eru ikki tikin úr leysum lofti.
Viðmerkingar annars: Aftaná seinasta fundin við landsstýrið sum hildin var hósdagin 18. nov. høvdu bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin viðmerkingar í ávíkavist sjónvarpinum og útvarpinum og varð greitt soleiðis frá, at kommunurnar ikki høvdu megnað at finna fram til eitt býti av íløgunum, og vildi landsstýrið tí sjálvt taka sakin aí egnar hendur og siga hvat kommunurnar skuldu nýta av peningi.
Tað er beinleiðis skeivt tá sagt verður, at kommunurnar onki uppskot hava um býti av íløgunum.
Sum nevnt omanfyri so vísti vit á, at tíðin ehvði verið ov stutt at viðgera málið og mæltu tí til, at nýta fólkatalið sum býtislykil til eitt møguligt býti fyrsta árið, men nevndu samstundis at aðrir lyklar eisini kundu koma uppá tal seinri - t.d. at taka hædd fyri íløgum í havnaløg.
Annars er at siga, at fundurin endaði við, at landsstýrið vildi umhugsað spurningin nærri og síðan koma aftur til kommunufeløgini.
Eg eri tí vónsvikin av, at ein gjøgnum fjølmiðlarnar fær at vita, at landsstýrið nú einvegis fer at skera ígjøgnum uttan fyrst at venda aftur til kommunurnar.
Eitt minsta krav má vera, at menn halda gjørdar avtalur.