luttaka í ólavsøkuróðrinum. Bátarnir eru Klaksvíkingur, Eysturoyingur, Nólsoyingur, Havnarbáturin og Vestmenningurin. At tað bara eru omanfyri nevndu pláss og øki, sum eru umboðað í tí, sum ofta verður mett [...] dreingirnir umborð á Dúgvuni vunnu FM trý ár upp í slag ? í 1969, 1970 og í 1971. Hóast teir ikki hava luttikið í ár, so hava menninir í Vágum áður róð við fleiri bátum. Umframt Miðvingin kunnu vit nevna Fríggjarin [...] sínum lagi at røkka upp ímillum tey allar bestu. Royndin við FS Vágum hevur onkuntíð kenst trilvandi. Nú er FS Vágar í 2. deild, men tað gongst væl, og eingin, sum hevur við FS Vágar at gera, ivast í, at
Virksemi var á flakavirkinum Polarfrost, sum Faroe Seafood átti. Virksemi var á turkivirkinum Apama, á saltfiskavirkinum Løðhamar Seafood, á Uppboðssøluni og á stóru frystigoymsluni á havnarlagnum. Á fjørðinum [...] útróðrarbátar – og á landi var eisini atknýtt skrivstovuvirksemi og tænastuveiting til skip og bátar. Nógva virksemi á virkjunum á keiini førdi eisini við sær, at onnur skip komu inn á fjørðin at landa. [...] Virksemi var eisini á kryvjivirkinum hjá Faroe Farming. Í 2010 arbeiddu umleið 280-300 fólk fisk í virkjum á keiini ella umborð á skipum og bátum, sum hoyrdu heima á fjørðinum. Í nýggjársrøðu løgmans
hermenn takka fyri at teir fingu heilsubót á Highclere Castle, varðveitt. Teir báðir greivarnir á slottinum hava ikki eins nógv til felags sum kvinnurnar, men báðir eru vísir í, at teir skulu varðveita slottið [...] sonurin taka yvir á slottinum, og hetta hevur við sær, at Lady Almina flytur til London, har hon seinni verður uppafturgift. Árið er tá 1923. Hvussu endin á Downton Abbey verður, vita vit sjálvandi ikki. [...] filmskaparir eru kendir fyri at verða nágreiniligir, tá ið tað kemur til søgu, pallsetingar og sjónleikarar. Tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at sjónvarpsrøðin Downton Abbey verður spæld inn á veruligum
eta døgurða saman. Á fundinum varð tosað um at seta orð á trupulleikarnar hjá útjaðaranum. ? Vit viðgjørdu í álvara, hvussu finnast kann út av, hvørjir trupulleikarnir hjá útjaðaranum eru og um talan er um [...] , ið tað á ein ella annan hátt ber til at stuðla at seta í gongd. Men beinleiðis stuðul til útjaðaran haldi eg ikki eigur at koma upp á tal. Marjus Dam vísir á, at hóast nógvir fyrimunir eru í miðstaðarøkinum [...] útjaðaraøkjunum, og eg vist ikki í, at teir eisini eru góðir vinir fyri útjaðaran. Útjaðaratingmaðurin úr Vágum vísir á, at endmálið við fundinum var at fáa greiðu á trupulleikunum, so allir tinglimir í felag
forvitnisligu gestirnir til veitsluna eru komnir úr USA. Tey eru 10 í tali og komu til landið mikudagin eftir at hava verið nakrar dagar í Keypmannahavn. Tey sum eru komin higar er ættin hjá Susanne hjá Elin [...] enn 760 nøvn á beinleiðis eftirkomarum. Við makum er talið 1.060. Tað kann sigast, eingin vandi er fyri, at henda ættin fer at doyggja út! Hon hevur spjatt seg um allan heimin, og tað eru eftirkomarar [...] Australia, USA, Grønlandi og í Mexico, umframt tey sum eru í londum nærri við. Hesir hava eisini gjørt seg galdandi innfyri øll øki í samfelagnum. Her eru politikkarar, kendir skiparar og trúboðarar. Tey verða
møguleikan, sum hann nú hevur fingið, tykist heldur ikki at vera nakar ivi um. Sum nevnt, so hevur hann áður havt samband við 12. mann, tá eitt flagg skuldi keypast, og nú áskoðararnir eru komnir til land hansara [...] var fyrst og fremst orsøkin til, at nú var saman við 12. manni. - Júst nær eg fór at hava serligan áhuga fyri Føroyum, dugi eg ikki at siga við vissu, sigur Jan, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at [...] skuldi ogna mær eitt føroyskt flagg, fekk eg fatur á tykkara 12. manni, og soleðis kom sambandið í lag okkara millum. Jan lesur annars búskaparfrøði á universitetinum í heimbýi sínum, Lüzern, men hetta
vísir eisini á, at tað ikki er so lætt at fáa spælarar úr Havn at koma út á bygdirnar at spæla. Hetta er annars nakað, fólk hava víst á sum ein møguleika, nú teir ungu havnarmenninir ikki sleppa á 1. lið í [...] verður við nú. Søren Skov Jørgensen ikki við aftur í ár Í fjør hevði GÍ danan Søren Skov Jørgensen við á liðnum. Hann kom upprunaliga til Gøtu sum áleypari, men bleiv seinni fluttur aftur á miðjuna og [...] sum tað gjørdi fyrr í 90-unum, tá liðið vann føroyameistaraheitið ikki minni enn fýra ár á rað. Spælarar eru farnir síðani tá, og serliga hevur saknur verið í John Petersen í álopinum og Jens Martin Knudsen
tamarhald á nýtsluni. Í USA eru viðgerðarhættir fyri tey, ið eru sálarliga bundin at alnótini, kendir. Á okkara leiðum kenna vit ikki so nógv til trupulleikan enn, men við menningini, ið er á økinum, er [...] av listaligum kynstri á alnótini. Alnótin gerst skjótt eitt stað, har allar kvinnur eru tryggar við seg sjálvar og tora, allir menn eru 25 ár, ljóshærdir og vakrir og øll børn eru framúr kreativ og búgvin [...] ganga skjótt, frá tí ein á fyrsta sinni roynir seg spakuliga fram á alnótini, til ein er 40 tíma alnótajunkie. Tað kann tá ikki ganga nóg skjótt við at koma heim og til sínar vinir á alnótini. - Halló, halló
Murphy, ið øll eru úr USA. Tó eru tað europeisku dótturfeløgini, ið hava ábyrgdina fyri arbeiði teirra á føroyskum møki. ARCO bjóðaði Uppá fyrispurning hvør tók stig til ferðina vísti Eyún Elttør á, at Oljufelagið [...] grunnin. Á gáttini til eina oljuvinnu Landsstýrismaðurin endaði svar sítt við at vísa á, at Føroyar standa á gáttini til eina oljuvinnu, har altjóða oljufeløgini sýna okkara øki stóran ans. Eisini nú oljuprísirnir [...] samtakinum. GEM samtakið eru 23 oljufeløg sum í felag og í samstarvi við føroyskar myndugleikar og stovnar gera ymiskar umhvørviskanningar við atliti til komandi oljuleitingar á føroyskum øki. Umboðsmaður
at undrast á, um vit, sum gingu í skúla hjá honum, komu at vera góð við Danmørk. Tá ið vit vórðu konfirmerað og fóru úr skúlanum, segði hann við okkum, at hann vildi geva okkum eitt lítið orð á vegnum, tað [...] bert lærdóm, vit fingu frá gamla Lützen, hann var okkum í øllum eitt gott fyridømi. Hann lærdi okkum góðan fólkaskikk, og ikki var hann vanur at gera mannamun hvørki á tilkomnum fólki ella á børnum. Tá [...] Fyrstur at prædika á føroyskum í kirkju Í 1903 varð fyri fyrstu ferð prædikað í føroyskari kirkju á føroyskum. Tað var, tá ið A. C. Evensen fekk loyvi úr Kirkjumálaráðnum at prædika á føroyskum í Skopunar