Hjarta var við Føroyum

Millum teirra, sum saman við 12. manni riggaðu til, tá farast skuldi til landsdystin, var í øllum førum ein, sum var eitt sindur í tvístøðu um, hvørjum liði hann skuldi halda við

Talan er um 22 ára gamla sveisaran, Jan Siegwalt, sum í nógv ár hevur havt sera stóran áhuga í Føroyum.

Ja, somikið stórur er áhugin, at hann hevur lært seg málið, og hetta var fyrst og fremst orsøkin til, at nú var saman við 12. manni.

- Júst nær eg fór at hava serligan áhuga fyri Føroyum, dugi eg ikki at siga við vissu, sigur Jan, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at hann soleiðis hevur lagt als á oyggjar okkara.

- Eg hevði sera stóran áhuga fyri fløggum, og var tað tá, at eg av fyrstan tíð legði merki til Føroyar. Hesin áhugin er ikki vorðin minni við árunum. Fótbólt dámar mær eisini væl at hyggja at, so a eg skuldi ogna mær eitt føroyskt flagg, fekk eg fatur á tykkara 12. manni, og soleðis kom sambandið í lag okkara millum.

Jan lesur annars búskaparfrøði á universitetinum í heimbýi sínum, Lüzern, men hetta er so ikki tað einasta, sum ber til at lesa á staðnum. Errin greiðir hann frá, at tað nú eisini er gjørligt at lesa føroyskt. Nakað sum er komið í lag fyri stuttum, eftir at tað annars bert hevur verið eitt samlað skeið fyri norðurlendskt.

Víðari sigur hann, at nú hann er saman við 12. manni, hevur hann endiliga fingið møguleikan at hoyra føroyskt. Nakað sum ikki er gjørligt umvegis orðabólina.

- Eg havi millum lítið og einki hoyrt av føroyskum máli, og tí er hetta eitt kærkomið høvið hjá mær til tess. Eg havi annars havt samband við eina gentu úr Vestmanna umvegis alnetið, men tað hevur so verið tað heila, segði Jan, sum ongantíð sjálvur hevur verið í Føroyum.

- Eg ætli mær tó at koma onkuntíð, og møguliga verður hetta komandi ár, tá Sveis skal til Føroyar at spæla.


Hjálpti til

At Jan er fegin um hendan møguleikan, sum hann nú hevur fingið, tykist heldur ikki at vera nakar ivi um.

Sum nevnt, so hevur hann áður havt samband við 12. mann, tá eitt flagg skuldi keypast, og nú áskoðararnir eru komnir til land hansara, hevur hann eisini gjørt nógv burturúr, soleiðis at teir skulu kenna seg væl.

Fríggjadagin var hann sostatt ferðaleiðari hjá føroyingunum, tá hesir fóru heimbý hansara, Lüzern, og eisini skipaði hann fyri eini ferð upp á eitt stórt fjall nærhendis býnum.

Takksemið frá 12. manni var eisini stórt, og Regin Egholm, formaður, vísti á, at tá men fekk slíka hjálp, lætti tað øgiliga væl um, tá ferðirnar skuldu fyriskipast.

Regin vísti tó eisini á, at tað er úr fleiri londum, at áhugi er fyri Føroyum, og hann var so als ikki var í iva um, at fótbótslandsliðið var eitt hitt besta umboðið, sum føroyska tjóðin kann hugsa sær.



Sum tað eisini sæst á myndunum, so riggaðu føroysku áskoðararnir seg rættiliga til leygardagin. Teir høvdu funnið sær eitt slag av miðdepli á eini enskari pub í býnum, og eigarin her var somikið bliður, at lata upp tíðliga leygardagin, so føroyingarnir sluppu inn.

Máling, fløgg og líknandi varð síðani riggað til, og tað er einki at taka seg aftur í, at rómurin var góður, tá teir við trummunum á odda settu kós móti Stadion Hardturm, har dysturin varð leiktur.

Jan var eisini við í hesum, men sum sæst á andlitsmálingini, so var hann tó eitt sindur í iva um, hvørjum hann skuldi halda við.

Spurdur um hetta svaraði hann, at hann ikki kundi siga við vissu, hvar hjartað lág.

- Eg vóni tó, at talan verður um rætta vinnaran, og at í øllum førum eitt av liðunum fer at megna at spæla seg fram til endaspælið í Japan og Korea.