Bretskir filmskaparir eru kendir fyri at verða nágreiniligir, tá ið tað kemur til søgu, pallsetingar og sjónleikarar. Tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at sjónvarpsrøðin Downton Abbey verður spæld inn á veruligum slotti og ikki í einum upptøkustudio í London.
Slottið eitur Highclere Castle og greivinnan, sum nú húsast har, er Lady Fiona Carnavon, ið hevur skrivað bókina "Lady Almina og veruliga Downton Abbey".
Lady Fiona hevur altíð havt áhuga fyri søgu og var í byrjanini mest áhuga í greivanum George Carnavon, men fann so við og við útav, at tað var kona hansara, Lady Almina, sum var tann, nógv av lívinum á slottinum snúði seg um.
Greivaslagið Carnavon hevur búð á Highclere Castle síðani 1600-talið, og Almina Wombwell var einans 19 ár, tá ið hon varð gift við tí fimta greivanum av Carnavon - George - í 1895.
Hjúnini Nora og Robert Crawley í Downton Abbey hava lænt nógv frá hjúninum Alminu og Georg.
Nora og Almina vóru báðar arvingar til nógvan pening. Nora eftir amerikanska pápa sín, og Almina eftir fosturpápanum Alfred de Rothschild. Hjúnarbondini hjá báðum vóru rímuliga eydnurík, hóast peningur var orsøkin til giftarmálini.
Nora fekk tríggjar døtur, Edith, Mary og Sybil, meðan Almina fekk tvey børn - eina dóttur og ein son.
Ferðaðist meira
Lívið á Downton Abbey broyttist nógv av fyrsta heimsbardaga, og soleiðis var eisini í veruleikanum. Lady Almina og Nora inrættaðu báðar slottið til sjúkrahús, og enn tann dag í dag eru nógv brøv, har hermenn takka fyri at teir fingu heilsubót á Highclere Castle, varðveitt.
Teir báðir greivarnir á slottinum hava ikki eins nógv til felags sum kvinnurnar, men báðir eru vísir í, at teir skulu varðveita slottið, og báðir hava peningarligar trupulleikar við hesum.
George Carnarvon var tó ikki líka nógv heima, sum Roberth Crawley er í Downton Abbey. Greivin George var ævintýrari og ferðaðist nógv til Egyptaland, har hann var við til útgrevsturin av grøvini hjá Tutankhamon.
Á sama hátt sum smábørnini í sendirøðini verða viðfarin, er lívið hjá dóttur og soni Alminu og Georg. Tey bæði hitta bara foreldrini eina løtu hvønn sunnudag, annars eru tað barnagentur, ið ansa teimum og uppala tey.
Stutt eftir at George fann grøvina hjá Tutankhamon, doyr hann av blóðeitran. Almina er einans 47 ár og einkja. Sum siður er, skal elsti sonurin taka yvir á slottinum, og hetta hevur við sær, at Lady Almina flytur til London, har hon seinni verður uppafturgift. Árið er tá 1923.
Hvussu endin á Downton Abbey verður, vita vit sjálvandi ikki. Fjepparar kring allan heimin vóna, at sendingin verður gjørd leingi aftrat, men filmskapararnir eru ivasamir, tí sendirøðin helst ikki skal útvatnast á sama hátt, sum man hevur sæð við øðrum sendingum.
Downton Abbey - veruleiki og sjónvarp
Veruleikans Lady Almina Carnavon og sjónvarps Nora Crawley
- Báðar eru døtur til ríkmenn og giftast inn á slottið. Báðar gera slottið um til sjúkrahús undir fyrra heimsbardaga.
Veruleikans George Carnavon og sjónvarps Robert Crawley.
- Báðir hava trupult við peningi og kenna stóra ábyrgd fyri slottinum og tænastufólkinum.
Veruleikans Porchy og Evelyn Carnavon og sjónvarps Mary, Edith og Sybil Crawley
- Systrarnar Crawley røkta sáraðar hermenn á sama hátt, sum Evelyn Carnavon gjørdi undir fyrsta heimsbardaga. Systrarnar Crawley kunnu tó ikki arva slottið, sum Porchy gjørdi - hann var mannfólk.