Ættarstevna við Neyst: Koma heilt frá Hawaii

Leygardagin 2. august verður ein stór ættarstevna í Hvalba. Tað eru eftirkomarar hjá Jóan Paula og Elin Poulsen við Neyst í Hvalba, sum hittast. Tað er ymiskt, sum ættir kunnu fjølgast, men hjá teimum báðum kann sigast, at nógv er komið burtur úr

Ættartalvan hevur ikki færri enn 760 nøvn á beinleiðis eftir­komarum. Við makum er talið 1.060. Tað kann sigast, eingin vandi er fyri, at henda ættin fer at doyggja út!

Hon hevur spjatt seg um allan heimin, og tað eru eftirkomarar millum annað í Australia, USA, Grønlandi og í Mexico, umframt tey sum eru í londum nærri við.

Hesir hava eisini gjørt seg galdandi innfyri øll øki í sam­felagnum. Her eru politikkarar, kendir skiparar og trúboðarar.

Tey verða gott 400, sum savnast í Hvalba, og tey koma so langt burtur frá sum Hawaii í Kyrrahavinum, sum er beint hinumegin knøttin.

Merkisfólk

Jóan Pauli Poulsen (1853–1944) við Neyst var ein merkismaður. Hann var bóndi og bátasmiður. Her kann sigast, at góða handa­lagið er farið víðari til eftirkom­ararnar, har fleiri bátasmiðir hava verið Afturat tí róði hann út.

Pápi hansara, Poul Hansen, var í síni tíð saman Giljabóndanum í Hvalba við til at til at keypa Lítlu Dímun í kapping við Mortensen­menninir á Tvøroyri. Hetta hevur verið eitt hent keyp hjá hvalbing­um heilt fram til dagin í dag.

Jóan Pauli var tiltikin fyri at vera hittinorðaður, og er hetta ein eginleiki, sum ikki er heilt ókend­ur í ættini! Elin hevur eisini verið ein merkiskvinnan, eisini tá ið hugsað verður um øll børnini, ið hon aldi upp.

Jóan Pauli og Elin og annars teirra ætt hevur hann ein serligan týdning fyri brøðrasamkomuna bæði í Hvalba og aðra staðni.

Tey bæði vóru millum tey fyrstu, sum komu uppí ta tá nýggju brøðrasamkomuna.

Í 1866, tá ið Jóan Pauli var 13 ára gamal, vitjaði Gamli Sloan fyrstu ferð í Hvalba, og 10 ár seinni, 28. mai í 1876, vóru nógv fólk í Hvalba á møti hjá Gamla Sloan og vóru ávirkaði av tí tey hoyrdu.

Gamli Sloan og Alexander Mitchell (Sloana-Mikkjal) vitjaðu Hvalba av og á, og Jóan Paula dámdi væl at lurta eftir teimum.

Um várið 1906 kom D.J. Danielsen (Dollin, nevndur) suð­ur til Hvalbiar at halda møti eina tíð. Hann talaði, og konan Lina spældi urgu og sang. Dollin hevur fyrr verið umrøddur í Miðvikuni her í blaðnum. Tað, sum hevur áhuga í hesum sambandi, er, at tað tykist at hava blivin ein serligur vinskapur millum teirra. Tá ið Dollin og Lina fóru til Danmarkar í 1916 í ein roynd hjá honum at fáa lekidóm á sjúkrahúsi, búði Lina hjá Elspu Frederikku, dóttir Elin og Jóan Paula, meðan Dollin var innlagdur.

Dollin doyði 16. oktober 1916, tveir dagar eftir, at tey vóru komin heim aftur til Føroyar.

Byrjað varð við tað sama at hava møti og breyðbróting í hús­unum hjá Jóan Paula, og hildið varð fram við tí, til salur varð bygdur í 1914.

Ættin

Her skal verða greitt eitt sindur frá ættini. Nevnd verða børn og barnabørn hjá Elin og Jóan Paula. Afturat tí eru nøkur strok um einstakar eftirkomarar, sum koma til hugs, meðan hetta verður skrivað.

Elin (1854-1921) og Jóan Pauli (1853-1944) fingu 10 børn. Tey blivu øll gift og fingu sjálvi 52 børn, so hetta var ein gott grund­arlag fyri eini stórari ætt! Sum tað sæst doyði Elin bert 67 ár gomul, meðan Jóan Pauli gjørdist 91 ár. Ein abbadóttir, 87 ára gamla Ragnhild Fuglø, minnist ikki ommuna, men hon minnist væl abban sum ein fittan gamlan mann. Ragnhild er eitt av teimum elstu av børnunum í 3. ættarlið. Hon greiðir frá, at Jóan Pauli og presturin í Hvalba Busch vóru sera væl. Jóan Pauli helt eisini, at teir vóru so samsintir, at prestur fyri tað kundi lagt kragan!

 

Børnini hjá Elin og Jóan Paula vóru hesi:

1. Christine Michelsen, * 03 Apr 1877 í Hvalba, † 29 Dec 1957. Hon var gift við Hans Jacob Michelsen, * 01 Aug 1867 í Tórshavn, † 29 Jun 1936.

Børn :

Johan Sofus Michelsen, * 12 Sep 1899, † 23 Maj 1978.

Ætt hjá soni hansara Aage Sumberg Michelsen er endað í Mex­ico. Ætlanin var at umboð fyri hesa grein av ættini skuldi koma úr Mexico til ættarstevnina, men okkurt forfall forðaði hesum.

Ella Marie Michelsen, * 12 Sep 1899, † 11 Apr 1902.

Juliane Michelsen, * 13 Aug 1900, † 01 Mar 1901.

Jacob Pauli Marsten, * 20 Sep 1901, † 24 Jan 1985.

Hans Jacob Venned, * 05 Okt 1902, † 23 Jan 1959.

Ella Juliane Jacobsen * 31 Dec 1905.

Sigurd Christian Michelsen * 26 Dec 1909, † 29 Apr 1988.

 

2. Susanne Olsson, * 24 Apr 1878, í Hvalba, † 30 Jun 1949, giftist við Napoleon Olsson, * 18 Sep 1878 í Trongisvági, † 11 Jan 1931.

Børn :

Hugo Olsson, * 27 Okt 1902, † 26 Jul 1974.

Edith Marie Nikoline Johnson, * 05 Jun 1905, † 29 Jan 1989. Verður umrødd seinni.

Niels Olaf Olsson, * 17 Dec 1908, † 03 Dec 1989.

Joen Pauli Olsson, * 14 Jan 1917, † 14 Apr 1978.

 

3. Poul Poulsen, * 08 Aug 1879, f. Hvalba, † 26 Dec 1961, g. Anna f. Christiansen * 02 Jul 1882, f. í Tórshavn, † 30 Sep 1933.

Børn :

Joen Pauli Poulsen * 18 Okt 1914, † 30 Okt 1928,

Mikkel Pauli Poulsen * 02 Feb 1916, † 20 Jul 1982

Eli Christian Poulsen * 29 Mar 1918, † 17 Maj 2005

 

4. Sophie Margrethe Frederikke Joensen * 29 Okt 1880 í Hvalba, † 13 Dec 1961, g. v. Michel Pauli Joensen * 04 Jan 1870 í Sørvági, † 25 Jan 1941.

Gretha var tað elsta av trimum av systkjunun, sum flutti vestur til Sørvágs.

Børn :

Peter Mohr Christian Joensen, * 30 Aug 1905, † 17 Apr 1998.

Edith Klein, * 23 Nov 1907, † 13 Mar 2007.

Joen Pauli Joensen, * 05 Jul 1909, † 06 Jan 1993.

Karolina Weihe, * 06 Nov 1914, † 09 Sep 2005.

 

5. Pouline Frederika Thomsen, * 28 Dec 1882 í Hvalba, † 11 Maj 1971, g.v. Daniel Johan Thomsen * 04 Apr 1882 í Tvøroyri, † 02 Feb 1946.

Børn :

Jóhanna Carolina Godtfred, * 29 Nov 1907, † 01 Okt 1942.

Einar Johan Daniel Thomsen, * 28 Nov 1908, † 19 Dec 1964.

Joen Pauli Thomsen, * 09 Aug 1910, † 13 Mar 1991.

Ella Túná, * 17 Jul 1914, † 23 Maj 1976.

Esther Susanna Thomsen, * 20 Dec 1918, † 03 Okt 1988.

Herborg Johannesen, * 12 Nov 1923. Hon var fyrst gift við Mikkjal Godtfred * 30 Nov 1906 í Porkeri, † 06 Okt 1971, og síðan við Hans Pauli Johannesen, * 26 Okt 1917 í Hvannasundi, † 01 Okt 1988.

Um Daniel kann sigast, at hann hevði handilin í Hvalba, sum pápin byrjaði. Men í 1936 var hann eisini við Ananu, sum er eitt tað størsta vinnuliga stig, sum er tikið í Føroyum. Teir róðu út undir Grønlandi við bátum. Manningin var ikki færri enn 160. Daniel skrivaði eina sera áhugaverda dagbók frá hesi ferðini, og hevur hon verið prentað í FF-blaðnum í 2004.

 

6. Anna Elisabeth Jacobsen, * 19 Mar 1884 í Hvalba, † 28 Aug 1925, g.v. Jacob Jacobsen * 10 Dec 1884 í Leynum, † 17 Dec 1957.

Jákup var kallaður Jákup í Skálavík, hagar hann kom sum ungur. Men hann var ættaður úr Leynum, abbasonur prestin í Kvívík Niels Lassen Holm, sum hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Hann man hava verið systkinabarn Niels Holm, sum greinin snúði seg um.

Børn :

Kristianna Elisabeth Purkhús, * 17 Okt 1916, † 04 Jan 1980. Giftist til Kunoyar.

Ellen Nathalia Nónstein, * 08 Jul 1918, † 17 Sep 1995.

Ragnhild Fuglø, * 05 Jan 1921, g.v. Esmar Michael Fuglø * 04 Apr 1910 á Viðareiði, † 08 Jun 1994. Esmar var kendur sum skipari og vinnulívsmaður.

Niels Holm Jacobsen * 22 Jul 1922, † 27 Okt 2007.

Niels var kendur sum skipari á hvalabátum og eisini sum løgtingsmaður fyri fólkaflokkin 1958-1966. Enn minnast fólk, hvussu hittinorðaður hann var, sum abbin!

Johannes Holm Jacobsen, * 30 Okt 1924.

 

7. Daniel Pauli Poulsen, * 17 Nov 1885 í Hvalba, † 17 Okt 1986, g.v. Anne Jacobine Joseph­ine Sofie f. Jacobsen, * 24 Jul 1887 í Sørvági, † 01 Jan 1971.

Hann var eitt av systkjunum, sum flutti Sørvágs. Seinni gjørd­ust hann og konan eitt av niður­setu­fólkunum á Vatns­oyrum. Hann gjørdist 100 ára gamal.

Børn :

Emma Kruse, * 22 Okt 1913, † 24 Apr 2004.

Amanda Joensen, * 17 Apr 1915. Amanda er elsti eftirkomari í 3. ættarliði, 93 ára gomul.

John Poulsen, * 08 Apr 1918, † 24 Jun 1998.

Esther Bertholdsen, * 25 Aug 1921, † 25 Sep 2007.

Poulina Poulsen, * 28 Jul 1923, † 23 Mar 1993.

 

8. Niels Johan Poulsen, * 15 Mar 1888 í Hvalba, † 23 Okt 1973, g.v. Anna f. Larsen * 30 Aug 1892 í Porkeri, † 12 Apr 1966.

Børn :

Anna Sofia Mouritsen, * 18 Feb 1918, † 31 Jul 2005.

John Einar Poulsen, * 27 Okt 1921.

Hans Christoffer Larsen við Neyst, * 03 Feb 1923, † 23 Apr 2006.

William Martin Poulsen, * 13 Nov 1924.

Ebba Joensen, * 13 Aug 1926.

John Erling við Neyst, * 07 Jun 1929, † 30 Okt 2003

Judith við Neyst, * 08 Feb 1931.

 

9. Elsebeth Frederikke Hansen, * 07 Maj 1890 í Hvalba, † 05 Mar 1979, g.v. Hans Henrik Elias Sofus Hansen, * 22 Okt 1888 á Eiði, † 04 Nov 1965.

Børn :

Erling Eide Hansen, * 1918, † 1920.

Erling Eide Hansen, * 24 Sep 1921, † 29 Mar 1998.

Lydia Eide Arge, * 30 Jul 1924.

Her kann verða nevnt, at Hans Hendrik sigldi sum skipari undir krígnum. Hann átti tríggjar beiggjar, sum eisini vóru sjó­menn. Teir vóru Laurits, Jóan Pauli og Hans Jacob, sum eisini giftist við konu úr Hvalba. Jóan Pauli var trúlovaður við Elisabeth hjá Jóan Paula við Neyst. Hann var av raskastu sjómonnum, kønur við línu, kunnigur sum fáur við leiðirnar, og hann legði nógv til. Men í februar 1909 legðist hann sjúkur, meðan hann varð staddur á Eiði. Hann varð fluttur við opnum báti á hospi­talið í Havn, men hóast Jóan Pauli var av sterkastu monnum, mátti hann lúta fyri sjúkuni og doyði 23. mars, bert 28 ára gamal.

Elisabeth giftist so við Jákup Holm Jacobsen, men hon doyði longu, tá ið yngsta barnið, Johannes, var ársgamalt.

 

10. Karen Marie Elene Mortensen, * 20 Maj 1897 í Hvalba, † 07 Jul 1974, Tórshavn. Hon flutti eisini til Sørvágs og giftist við Poul Andreas Mortensen * 14 Jan 1890 í Sørvági, † 20 Jan 1970.

Børn :

Herluf Erling Mortensen, * 03 Sep 1920, † 25 Mar 1947.

Einar Johan Mortensen, * 02 Okt 1922, † 19 Aug 2004.

Arne Mohr Mortensen, * 18 Nov 1923, † 18 Feb 2008.

Eskild Mortensen, * 15 Mar 1926, † 01 Nov 1986.

Hans Mogens Mortensen, * 23 Jul 1927, † 22 Jun 2007.

Maja Alvilda Elida Reinert, * 07 Feb 1929. Er gift við Jákup Reinert á Sundi, hvørs lív eisini sum útróðrarmaður, hevur verið greitt frá í Miðvikuni.

Margreth Augusta Poulsen, * 28 Jul 1930.

Elin Kristina Poulsen, * 20 Jul 1935.

Augusta og Elin giftust norð til Ljósáir við brøðurnar Andreas og Poul Johannes Poulsen, kendir útróðrarmenn.

Ættin úr Amerika

Teir helst mest forvitnisligu gest­irnir til veitsluna eru komnir úr USA. Tey eru 10 í tali og komu til landið mikudagin eftir at hava verið nakrar dagar í Keyp­mannahavn.

Tey sum eru komin higar er ættin hjá Susanne hjá Elin og Jóan Paula. Hon var gift Olssson, sum greitt er frá í yvirlitinum.

Ein dóttir hennara var Edith Marie Nicoline (1905-1989), sum giftist Carlson í Svøríki. Hann doyr og 1961 giftist hon við Richard H. Johnson úr USA, men hann doyði longu í 1968. Zach­arias Zachariasen í Gøtu, sum var giftur inn í Neyst-ættina, vitjaðu Edith í 1972 og hevði samband við hana aftaná tað.

Við sær til Amerika hevði Edith sonin Eigil Carlson (1931-2001), sum var føddur í Keypmannahavn.

Eigil giftist við Lloys Ramond f.1934.

Tey fingu trý børn.

Michael Lloyd f. 1958. Hann er giftur við Naomi Escana f. 1967, sum kemur frá tí Dominikanska Lýðveldinum. Tey eiga børnini Eimy Ecano f. 1986, sum er fødd í Dominikanska Lýðveldinum og David Raymond f. 2003 á Hawaii, har tey búgva.

Lisa Anne f. 1960. Er gift við Dale. Tey eru barnleys.

Kristen Marie f. 1963 er fødd í statinum New York og er gift við Christopher Plancich f. 1966. Tey eiga børnini Paige f. 1995 og Cason Alexander f. 1997. Kristin og Lisa búgva á Seattleleiðini í statinum Washington vestast í USA.

Tey gleða seg øll til ættar­stevn­una. Tey hava ikki verið í Føroyum fyrr og eru spent uppá at síggja landið og ættina. Men tey hava longu sæð, hvussu veðrið kann vera. Tá ið tey lendu fóru tey til Gásadals, har tað var sólskin. Í Havn var greytasvart í mjørka. Vónandi verður tað frægari í Suðuroy.

 

155 ára føðingar­dagur hjá Jóan Paula

Ættarstevnan, sum er á 155 ára føðingardegnum hjá Jóan Paula, byrjar leygardagin kl. 11 í Vitn­inum í Hvalba, har tað verður etin morgunmatur. Kl. 18 verður døg­urði í Ítróttarhøllini í Trongisvági.

Vit ynskja allari ættini ein góðan dag í morgin.