Bara fimm 10?mannafør hava luttikið í teimum fýra FM kappingunum, sum hava verið. Teir somu fimm bátarnir fara at luttaka í Miðvági í dag, og tað hevur so við sær, at tað eisini verða hesir bátarnir, sum fara at hava rætt til at luttaka í ólavsøkuróðrinum. Bátarnir eru Klaksvíkingur, Eysturoyingur, Nólsoyingur, Havnarbáturin og Vestmenningurin.
At tað bara eru omanfyri nevndu pláss og øki, sum eru umboðað í tí, sum ofta verður mett at vera størsta avbjóðingin at luttaka og vinna í, ber kortini ikki boð um, at áhugin fyri 10?mannaførunum ikki er aðra staðni í landinum.
Sambært luttøkulistan hjá Róðrarsambandinum fyri í ár, so vórðu Kjølur, Suðuroyingur og Vágbingur meldaðir til kappingina. Teir hava kortini ikki luttikið. Tá tað var greitt, at tað ikki fór at eydnast at manna hesar bátarnir, vórðu feløgini noydd at frámelda, og so gjørdist dreymurin ikki til veruleika ? í hvussu so er ikki í hesum umfarinum.
Upp og niður við FS Vágum
Í fótbólti hava teir vesturi í Vágum síðani 1994 staðið saman um FS Vágar. Tað hava teir gjørt, tí teir undir kreppuni ásannaðu, at tað fór ongantíð at bera til hjá SÍ, MB og SÍF hvørt í sínum lagi at røkka upp ímillum tey allar bestu. Royndin við FS Vágum hevur onkuntíð kenst trilvandi. Nú er FS Vágar í 2. deild, men tað gongst væl, og eingin, sum hevur við FS Vágar at gera, ivast í, at hetta er rætta konseptið. Tað er ikki talingur um at fara frá oyggjafelagnum og til bygdafeløgini aftur ? í hvussu so er ikki, um málið skal vera at vera við ímillum tey bestu.
Í kappróðri er eingin yvirbygningur í Vágum, men har hevur tað kortini verið soleiðis, at fólk úr fleiri bygdum eru við til at manna bátarnar. Her verður hugsað um gentubátarnar Ørnina úr Sandavági, Frúnna úr Miðvági og Dúgvuna úr Sørvági og 6?mannafarið hjá miðvingum, sum eitur Riddarin. Tað er eisini mannað við kvinnum, og kvinnurnar í Vágum hava staðið seg so mikið væl, at tær kappast við tær í Klaksvík um at vera næstar eftir Jarnbard.
Í undanfarnu róðrunum hevur eingin bátur úr Vágum verið mannaður við monnum. Á vestanstevnuni í Miðvági í dag fara menn at manna Riddaran, men tað verður mest fyri at vera við í heimasjógvi. Áhugin at rógva kapp er ikki so stórur millum mannfólkini í Vágum, at tey hava megnað at manna nakran bát, sum hevur verið førur fyri at taka lut í FM kappingini.
Dreymurin
Men formaðurin í Miðvágs Róðrarfelag veit at siga okkum, at áhugin fyri kappróðri er ikki heilt sørur millum mannfólkini í Vágum:
? Tað verður av og á tosað um at fáa eitt 10?mannafar. Teir, sum royna at birta uppundir tað takið, halda, at eitt 10?mannafar hevði havt við sær, at áhugin, sum er fyri kappróðri í oynni, hevði sást aftur í, at tað hevði borið til at manna eitt 10?mannafar, sigur Hans Jákup Jacobsen, formaður í Miðvágs Róðrarfelag.
Hann hevur ikki nakað boð uppá, hvussu ein sovorðin bátur skuldi verið nevndur, men vit kunnu ditta okkum at skjóta upp, at tað hevði verið hugaligt, um eitt 10?mannafar, sum bar navnið Vágabáturin, kappaðist við klaksvíkingar, eysturoyingar, havnarmenn, nólsoyingar og vestmenningar.
Hans Jákup Jacobsen heldur, at veruleikin vísir, at tað er langt inntil dreymurin hjá teimum omanfyri nevndu verður veruleiki:
? Í vár var ætlanin at manna Miðving. Hann var flotaður einar tvær ferðir. Men báðu ferðirnar miseydnaðust royndirnar, tí onkrir fóru av. Teir hildu seg ikki hava tíð ella umstøður at venja so nógv, og tískil stendur 8?mannafarið í neystinum. Tað eydnaðist heldur ikki at manna Riddaran, og tá tað ikki eydnaðist at manna 6?mannafarið, so haldi eg, at tað, tíverri, er langt inntil dreymurin um 10?mannafarið verður veruleiki. Tað hevði helst verið soleiðis, at áhugin fyri at rógva hevði verið øktur, um vit fingu eitt 10?mannafar, men tað skal helst vera ein nátúrlig menning, er skilagóða staðfestingin hjá formanninum í Miðvágs Róðrarfelag.
Søgan
Vágabátarnir hava ikki vunnið nógv FM heiti, men teir hava heldur ikki verið heilt sørir. Sum fleiri ferðir áður nevnt, so gongur FM søgan í kappróðri aftur til 1964. Fram til og við 1972 varð í serstøkum róðri eftir ólavsøku kappast um FM. Síðani 1973 hevur skipanin við stigum, sum framvegis verður nýtt, verið galdandi.
8?mannafarið úr Miðvági var serliga tey fyrru árini oftast við í kappingini, og tað er ikki so langt síðani, at teir vunnu. Miðvingur var føroyameistari í 1988 og aftur í 1993. Burtursæð frá hesum báðum sigrunum hava vágamenn ikki vunnið nógv, síðani FM skipanin varð broytt í 1973. Men frammanundan vóru teir ikki sørir: Miðvingur vann í 1965, og Sørvingur, sum eisini var eitt 8?mannafar, vann í 1970. Um hetta mundi hevði kappróðurin í Sørvági tað heilt gott, tí dreingirnir umborð á Dúgvuni vunnu FM trý ár upp í slag ? í 1969, 1970 og í 1971.
Hóast teir ikki hava luttikið í ár, so hava menninir í Vágum áður róð við fleiri bátum. Umframt Miðvingin kunnu vit nevna Fríggjarin, Sørvingin, Norðurstovu Dánjal og Sandavágsbátin.
Í gentukappingini hevur gingið betur hjá teimum í Vágum. Frúgvin úr Miðvági vann FM í fyrraárið, og Ørnin úr Sandavági hevur vunnið FM fimm ferðir. Dúgvan úr Sørvági og Beinta úr Miðvági eru kend kappróðrarnøvn. Og so er tað 6?mannafarið Riddarin úr Miðvági, sum hevur staðið seg so væl í ár. Tað kunnu vágafólk gleða seg um.
10?mannafarið er framvegis ein dreymur!