din fyri hvalir ikki, at orsøk er at stúra fyri at føroyska gagnnýtslan av grindahvalum gongur stovninum ov nær. Kortini verður NAMMCO vísindanevndin biðin um at hyggja nærri at hesum spurningi á sínum [...] komandi árini at dagføra ráðgevingina um grind í sínari heild við støði í nýggjastu gransking. Viðurkent varð, at arbeiðið í Føroyum við at seta sendarar á grind hevur stóran týdning fyri at fáa betri vitan [...] metingina á 778.000 hvalir frá 1989, tí at økið, sum nýggja metingin byggir á, er munandi minni og teljingin var gjørd fyr rum árið. Við øðrum orðum ber ikki til at siga, at stovnurin er minni ella størri nú
kanning hjá Alex Rogers. Kanningin vísur at havið er illa dálkað og at støðan er verri enn vit óttaðust. Fiskur, hávar og hvalir eru í verunligum vanda fyri at verða útruddaðir. Og hetta gongur nógv skjótari [...] og vanda fyri, at okkara børn kunnu uppliva at høvini tømast fyri fisk og súgdjór, skrivar Jákup Petersen. Alex Rogers, sum stendur fyri kanningini, sigur við enska blaðið The Guardian at nú sleppst ikki [...] Petersen. Granskarnir aftanfyri rapportina siga, at líknandi støða hevur fyrr verið at sæð og førdi hon tá til hópdeyða í høvunum. Og sum nú sær út, kemur tað helst at henda í livitíðini hjá okkara børnum. Støðan
umvæling, ið er mett at kosta onkrastaðni millum tríggjar og fimm milliónir krónur. Kirkjuráðið í Klaksvík ætlar at spíla seg út at finna pening til stóru umvælingina. - Vit mugu vóna, at fáa pening frá góðum [...] góðum fólki, og neyðugt verður eisini at royna nakrar grunnar, sigur Jógvan Fríðriksson, sum væntar, at allar góðar kreftir vilja spæla við fyri at vaåveita kulturríkidømi, sum tær báðar altartalvunum eru [...] spurningur hevur stóran týdning, tí neyðugt er at umvæla talvuna fyri stóra upphædd. Í Havnar kirkju var spurningurin øðrvísi. Kirkjuráðini hava altíð, at kirkjan átti altartalvuna, men fyri tveimum árum
sum setir løgmanni hendan fyrispurning. Hann vil eisini hava løgmann at greiða frá, um hann metir, at nevndin í Eik hevði heimild at útgjalda stjóranum milliónaupphæddina, tá bankin í veruleikanum var [...] Føroyar til tess at fáa staðfest, um alt er farið rætt fram. Víðari spyr Kári P. Højgaard løgmann, hvør hevur heimild og/ella skyldu at stevna eftir ov nógv útgoldnari samsýning og at stevna fyri ábyrgd [...] Løgmaður skal greiða løgtinginum frá, um hann heldur, at tað kann góðtakast, at bankaleiðsla, sum hevur stýrt einum banka í óføri, fær fleiri milliónir sum »gylt lógvatak«. Tað snýr seg um milliónaupphæddir
hesum førinum býr aftanfyri er, at JFK nýtir gott av, at Føroyar hava givið russum 25.000 tons av makreli í umbýti við tosk fyri 2011. Um tað eydnast JFK at bera so í bandi, at Føroyar fáa eina skjóta og vánaliga [...] teirra skip loyvi at fiska tosk í norskum sjógvi. Taparin verður Føroya land við einum árligum missi á fleiri hundrað milliónir krónur. Undir samráðingum átti tað at verið bannað, at einoghvør kann úttala [...] og vilja brúka hettar ímóti okkum. At sjónvarpsverturin er sonur fyrrverandi stjóran á føroysku Havstovuni, setir eisini aðrar tankar í gongd. Hettar átti somuleiðis at fingið álvarsligar avleiðingar fyri
lata frá sær. Úrslitið vísir, at útlátið er minkað og at minni olju verður brúkt til at hita hús við. Hinvegin verður meiri olja brúkt til at framleiða streym. Av tí at minni brennievni er selt til fiskiskip [...] er, at rættiliga nógv húsarhald fingið hitapumpu hesi árini og at tað var lutfalsliga lýtt, bæði í 2008 og 2009. Hinvegin gongur skeivan veg í royndunum at menna varandi orku tí oljunýtslan til at gera [...] ivaleyst havt sínar avleiðingar við sær, men sum heild má eisini sigast at tølini ganga rætta vegin, tá ið hugsað verður um, at endamálið er at í 2020 skal útlátið vera 20% minni enn tað var í 2005. Útlátið av
fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett. Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar. Skúlar og dagstovnar, har smittan ger um seg, eiga at lata aftur. Ráðgevandi nevndin [...] Frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum eigur at steðga, har smittan ger um seg. Náttarlívið eigur at lata aftur. Hetta er tó ikki galdandi fyri matstovur. Øll eiga framvegis at kanna seg annan dagin eftir komu. [...] setur nú avmarkingar í verk fyri at tálma smittutrýstinum. Fyri eini løtu síðani komu boð úr landsstýrinum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Landsstýrið sigur, at nú verða hesi tiltøk sett í verk
hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, [...] lið, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarandi. Nevnast skal eisini, at fyri uml 15 árum síðan var í Danmark, við lóg, ásett bann fyri at gera mismund á arbeiðsmarknaðinum [...] Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis at vit fáa bannað hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð
Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tað er so arbeiðskrevjandi, at tey vilja hava koppsetingar og kanningar av sjúkrahúsunum. Hann sigur, at tað er trot á heilsustarvsfólki frammanundan, so [...] nú verður tað kanska hallar helst eisini so, at tey 5-11 ára gomlu eisini skulu koppsetast fyri koronu, og so verður upp aftur meiri at gera. Hann sigur, at hetta fær eisini avleiðingar fyri annað virksemið [...] eru ovbyrjaðir við eykavaktum, sum eisini mugu taka sær av at koppseta og kannað. Tað hava tær gjørt nú í tvey ár skjótt, so nú eru eru tey við at lúgvast av yvirarbeiði. Sum er, dríva vit ránsdrift upp á
tiltøk FM1 upplýsir somuleiðis, at Michael Boolsen, fúti, sum eisini er formaður í farsóttarnevndini, er samdur við Pál Weihe um at vit eiga at gera sum mest burtur úr at lata okkum kanna fyri koronu. Trýst [...] bæði politikarar og onnir, farin at sáa iva um, hvussu nógv vit skulu gera burtur úr at kanna Men í samrøðu við við útvarpið á FM1, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, at hetta er ein góð íløga, tí slaka [...] fram, at tað hevur eisini fíggjarligar avleiðingar fyri foreldur, fyritøkur og samfelagið sum heild, at barnagarðar og skúlar verða partvís, ella heilt, afturlætnir. Tí mælir Pál Weihe til, at lata okkum