Korona: Vit dríva ránsdrift upp á starvsfólkini - og nú eru tey troytt

Sjúkrahúsverkið vil hava broyttar mannagongdir í sambandi við koronu

Hvønn dag er tað eitt stórt tal á fólki, sum verður kannað fyri koronu, og sum verða koppsett. Allar koppsetingar, og heilt nógvar av kanninginum, verða gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum. Men Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tað er so arbeiðskrevjandi, at tey vilja hava koppsetingar og kanningar av sjúkrahúsunum.

 

Hann sigur, at tað er trot á heilsustarvsfólki frammanundan, so táið tær harafturat skulu seta so nógv fólk av til koppsetingar og kanningar, er tað ein trupulleiki fyri sjúkrahúsið.

 

– Samstundis eru allar fyriskipanir bara fyribils loysnir upp á kanska tríggjar mánaðir í senn, og tað gongur ikki væl at seta fólk í starv í tríggjar mánaðir í senn, tí tey søkja heldur onnur, varandi, størv.

 

– Sostatt eru tað sjúkrarøktarfrøðingar, ið frammanundan eru ovbyrjaðir við eykavaktum, sum eisini mugu taka sær av at koppseta og kannað. Tað hava tær gjørt nú í tvey ár skjótt, so nú eru eru tey við at lúgvast av yvirarbeiði. Sum er, dríva vit ránsdrift upp á starvsfólkini, og tað kunnu vit ikki longur, sigur Tummas í Garði.

 

Og nú verður tað kanska hallar helst eisini so, at tey 5-11 ára gomlu eisini skulu koppsetast fyri koronu, og so verður upp aftur meiri at gera. Hann sigur, at hetta fær eisini avleiðingar fyri annað virksemið á sjúkrahúsinum. Tey gera, hvat tey kunnu fyri at halda stand, og tað hava tey klárað so dánt. Men tað slepst ikki undan at útseta tilrættislagdar skurðviðgerðir, og aðra viðger, serliga har sjúklingar skulu leggjast inn.

 

Tí hevur tað leingi verið eitt ynski hjá sjúkrahúsverkinunum at fáa lagt koppsetingar og kanningar út um sjúkrahúsverkið. Tummas í Garði vísir á, at vanliga hava tað verið kommunulæknar, sum hava koppsett fólk og í Danmark verður eisini koppsett á apotekum. Tummas í Garði sigur, at virka verður fyri eini loysn, hvat úrslitið verður, dugir hann ikki at siga.