Sum heild ganga tølini rættan vegin við føroyska veðurlagspolitikkinum. Tað vísir ein uppgerð, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt yvir, hvussu nógv vakstrarhúsgass, føroyingar lata frá sær.
Úrslitið vísir, at útlátið er minkað og at minni olju verður brúkt til at hita hús við. Hinvegin verður meiri olja brúkt til at framleiða streym.
Av tí at minni brennievni er selt til fiskiskip seinastu tvey árini, er útlátið av vakstrarhúsgassi eisini minkað samsvarandi.
Í 2009 varð samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi heili 12% minni enn í 2005. Fallandi virksemi í fiskivinnuni hevur ivaleyst havt sínar avleiðingar við sær, men sum heild má eisini sigast at tølini ganga rætta vegin, tá ið hugsað verður um, at endamálið er at í 2020 skal útlátið vera 20% minni enn tað var í 2005.
Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum og flogførum var 30% minni í 2009, enn tað var í 2005. Høvuðsorsøkin er minni fiskiskapur. Útlátið frá flogførum var ein knappan fjórðing lægri enn tað var í 2005.
Uppgerðin vísir, at minni olja verður brúkt til at hita hús við, so eisini her gongur rættan veg. Útlátið av vakstrarhúsgassi frá sethúsum, handlum og stovnum, var 15% lægri í 2009 enn í 2005. Orsøkin til stóra fallið í oljunýtsluni í 2008 og serliga í 2009 er, at rættiliga nógv húsarhald fingið hitapumpu hesi árini og at tað var lutfalsliga lýtt, bæði í 2008 og 2009.
Hinvegin gongur skeivan veg í royndunum at menna varandi orku tí oljunýtslan til at gera streym, veksur.
Í 2005-2007 var 45% av elframleiðsluni gjørdur við vatni og vindi. Í 2008 og 2009 fall hetta talið til 39%.
Talvan vísir, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum hevur verið frá 2005-2009. Reyða punkteraða linjan vísir hvussu langt er eftir á mál, áðrenn vit røkka endamálinum í almenna veðurlagspolitikkinum, sum er at í 2020 skal útlátið verða 20% minni enn tað var í 2005.










