Altartalvurnar tryggjaðar í Føroyum

Kirkjumyndugleikarnir í Føroyum hava gjørt avtalu við Statens Museum for kunst, sum eigur bæði altartalvuna í Christianskirkjuni í Klakvík og í Havnar kirkju. Altartalvurnar verða í Føroyum næstu 75 árini, og tað merkir fyri altíð, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur

Skiftandi kikrjuráð fyri Christianskirkjuna í Klaksvík hava arbeitt við spurningu um, hvør eigur altartalvuna. Kirkjan fekk alatartalvuna, tá ið kirkjan varð bygd, men ógreiða hevur verið um, hvør eigur talvuna.
Hesir spurningur hevur stóran týdning, tí neyðugt er at umvæla talvuna fyri stóra upphædd.
Í Havnar kirkju var spurningurin øðrvísi. Kirkjuráðini hava altíð, at kirkjan átti altartalvuna, men fyri tveimum árum síðan gjørdi Statanes Museum for Kunst vart við, at hetta listasavnið eigur talvuna.
Tí fór eitt fylgi við umboðum fyri bæði kirkjuráðini og hægstu kirkjuráðini í seinastu viku á fund í Keypmannahavn við Statens Museum for Kunst.
Tað vísir seg, at Statens Museum for Kunst eigur báðar altartalvurnar, men á fundinum gjørd avtala um, at báðar alatartalvurnar skulu vera í Føroyum næstu 75 árini.

Fyri altíð
- Ta avtaluna eru vit ovurfegin um, tí 75 ár merkir fyri altíð, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.
Við á fundinum vóru tvey umboðð fyri kirkjuráðið í Christianskirkjuni og eitt umboð fyri Havnar kirkju.
Jógvan Fríðriksson heldur, at tað hevði sína góðu ávirkan á úrslitið av fundinum, at lokalu kirkjuumboðini vóru við og ikki bara toppurin.

Tað kostar
Altartalvan í Havnar kirkju er í góðum standi, men verri er við altartalvuni í Christianskirkjuni. Hon krevur eina størri umvæling, ið er mett at kosta onkrastaðni millum tríggjar og fimm milliónir krónur.
Kirkjuráðið í Klaksvík ætlar at spíla seg út at finna pening til stóru umvælingina.
- Vit mugu vóna, at fáa pening frá góðum fólki, og neyðugt verður eisini at royna nakrar grunnar, sigur Jógvan Fríðriksson, sum væntar, at allar góðar kreftir vilja spæla við fyri at vaåveita kulturríkidømi, sum tær báðar altartalvunum eru partur av.
Jógvan Fríðriksson sær tað eisini sum eina trygd, at Statens Museum for Kunst eigur altartalvurnar, tí harvið átekur listasavnið sær fakliga eftirlitið av altartalvunum.