Korona: Kostar tvær milliónir um dagin - men tað er ein góð íløga

Vit skulu ikki sáa iva um, hvussu nógv tað hjálpir, sigur Pál Weihe

##med2##

 

Í hesum døgum verða so nógv fólk kannað fyri koronu kring landið, at tað kostar landskassanum ímillum 1,6 og tvær milliónir – um dagin. Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, upplýst fyri FM1 í morgun.

 

Samstundis eru bæði politikarar og onnir, farin at sáa iva um, hvussu nógv vit skulu gera burtur úr at kanna

 

Men í samrøðu við við útvarpið á FM1, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, at hetta er ein góð íløga, tí slaka vit í við kanningum, kann tað elva til útreiðslur ymsastaðni í heilsuverkinum, sum eru nógvar ferðir størri. Hann sigur, at verða arbeiðspláss og framleiðsluvirki avmarkað, ella løgd lamin av koronu, fær tað stórar avleiðingar fyri framleiðsluna og tað kann eisini verða ein dýr søga.

 

Hann hevur áður ført ta sjónarmiðið fram, at tað hevur eisini fíggjarligar avleiðingar fyri foreldur, fyritøkur og samfelagið sum heild, at barnagarðar og skúlar verða partvís, ella heilt, afturlætnir.

 

Tí mælir Pál Weihe til, at lata okkum kanna fyri fyri koronu og tað bæði ofta og títt, tí tað hevur stóran týdning fyri royndirnar at tálma smittuspjaðingina. Hann vísir eisini á, at koronupassi er eitt hent amboð, men tað er altso eingin vissa fyri, at fólk ikki eru smittað, og tí eru kanningar framvegis eitt ómetaliga hent amboð - ikki bara tá ið ítøkiligur illgruni er um koronu, men eisini sum ein fyribyrging, tá ið vit skulu til ymisk tiltøk

 

FM1 upplýsir somuleiðis, at Michael Boolsen, fúti, sum eisini er formaður í farsóttarnevndini, er samdur við Pál Weihe um at vit eiga at gera sum mest burtur úr at lata okkum kanna fyri koronu.

 

Trýst á pílina undir myndin og hoyr Pál Weihe greiða frá sínum sjónarmiði um, hvønn týdning koronu-kanningar hava.