Løgmaður skal greiða løgtinginum frá, um hann heldur, at tað kann góðtakast, at bankaleiðsla, sum hevur stýrt einum banka í óføri, fær fleiri milliónir sum »gylt lógvatak«.
Tað snýr seg um milliónaupphæddir, sum Marner Jacobsen og Bjarni Olsen, fyrrverandi stjórar í kollsiglda Eik Banka fingu, tá teir fóru frá, beint áðrenn bankin fór á húsagang.
Tað er Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum setir løgmanni hendan fyrispurning. Hann vil eisini hava løgmann at greiða frá, um hann metir, at nevndin í Eik hevði heimild at útgjalda stjóranum milliónaupphæddina, tá bankin í veruleikanum var innsolventur. Hann spyr eisini, um Finansiel Stabilitet hevur sett kanningar í verk av húsaganginum hjá Eik Banka Føroyar til tess at fáa staðfest, um alt er farið rætt fram.
Víðari spyr Kári P. Højgaard løgmann, hvør hevur heimild og/ella skyldu at stevna eftir ov nógv útgoldnari samsýning og at stevna fyri ábyrgd, og um nøkur stig eru tikin frá føroyskari síðu til tess at fáa omanfyri nevndu spurningar svaraðar.
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Kári P. Høgjaard, at Eik Banki var ikki ein almennur peningastovnur, men tá Løgtingið samtykti bankapakkarnar, vóru almennu Føroyar við til at spenna eitt trygdarnet undir føroyska fíggjarkervið.
- Grannaland okkara vestan hav, Ísland, hevur upplivað eina nógv størri bankakreppu enn vit. Íslendingar hava sett eina djúptøkna kanning í verk til tess at útgreina, hvør kann ábyrgdast fyri fíggjarliga óskilið. Í hesum sambandi, er útlendsk serfrøði við í arbeiðnum at staðfesta ábyrgd. Higartil hevur kanningin fingið álvarsligar fylgjur fyri leiðslufólk í bankaverðini og fólk innan politisku skipanina, sigur Kári P. Høgjaard.
- Av tí at eg í gerandisdegnum javnan møti omanfyri nevndu spurningum og ikki kenni nakað svar, loyvi eg mær at seta løgmanni skrivliga fyrispurningin, sigur Kári P. Højgaard.