Grindahvalur útdeyður um 50 ár?

Tað kann gerast veruleikin sambært Jákupi Petersen, ið vísur til kanning hjá Alex Rogers. Kanningin vísur at havið er illa dálkað og at støðan er verri enn vit óttaðust.

Fiskur, hávar og hvalir eru í verunligum vanda fyri at verða útruddaðir. Og hetta gongur nógv skjótari fyri seg enn óttast hevur verið fyri. Vit hava við okkara dálking bent okkara høvum móti einari biologiskari vanlukku sum nú ikki sleppst undan, skrivar Jákup Petersen í skrivi til Sosialin og vísur til seinastu útgávuna av www.stateoftheocean.org/ .

Seinasta útgávan ber skelkandi boð um okkara verunligu trupulleikar. Um dálking og hópdeyða í høvunum og vanda fyri, at okkara børn kunnu uppliva at høvini tømast fyri fisk og súgdjór, skrivar Jákup Petersen.

Alex Rogers, sum stendur fyri kanningini, sigur við enska blaðið The Guardian at nú sleppst ikki undan hópdeyða í høvunum. Urslitini eru skelkandi tá hugt verður eftir samlaða árininum sum vit hava á havið. Niðurstøðan er, at støðan er nógv verri enn vit óttaðust, skrivar Jákup Petersen víðari.

Tað er sjálvandi neyðugt, at minka CO2 útleiðingina munandi. Men sjálvt um hetta kuldið eydnast sleppst tíverri ikki undan, at høvini verða rakt álvarsliga um eini 40 ár. Trupulleikin er ovurfisking, dálking, landbúnaðartøðing, súrgerðing ársaka av CO2 og eftirfylgjandi hitahækking sum harafturat sær út til at fara illa við koralrivum, skrivar Jákup Petersen.

Granskarnir aftanfyri rapportina siga, at líknandi støða hevur fyrr verið at sæð og førdi hon tá til hópdeyða í høvunum. Og sum nú sær út, kemur tað helst at henda í livitíðini hjá okkara børnum. Støðan er sera álvarslig leggur Oxford-professarin afturat. Vit standa her fyri ógvusligum avleiðingum fyri allari mannaættina, sum fer at fáa avleiðingar longu í okkara livitíð, okkara børnum og komandi ættarliðum, skrivar Jákup Petersen at enda.