gongustjørnunum og royna at savna kunnleika um lofthavið rundan um tær. Heilt lætt er tað ikki. Granskarar hava uppdagað stjørnurnar, við at hyggja at stjørnuni TRAPPIST-1. Tá sóu teir, at í stutt, reglulig, [...] Soleiðis komu teir fram til, at gongustjørnur eru rundan um hana. Nú skal Hubble so aftur halda eyga við stjørnuni. Í tí at gongustjørnurnar fara framvið, fer ljósið frá TRAPPIST-1 at ferðast ígjøgnum lofthavið [...] hevur ferðast ígjøgnum. Skuldi tað víst seg, at gassið hevur ferðast gjøgnum bæði hydrogen og oxygen, er hetta enn eitt tekin um, at møguleikarnir fyri at finna lív eru góðir. Kelda: VG.no
lesandi uttanlands fara at leita aftur í heimbygdina, tí so stutt verður at koyra til Havnar, tykist ikki at hava hald í veruleikanum. - Bæði útisetakanningar og egnar kanningar vísa, at meginparturin av teimum [...] Tórshavnar kommunu, um hon væntar, at vøksturin í Havn fer at stagnera, sum onkur hevur hildið. - Tá vit tosa um stóran vøkstur, mugu vit altíð spyrja í mun til hvat? Tað, at søkt verður um nøkur fá grundstykki [...] meting, at umleið eitttúsund nýggjar bústaðareindir verða tøkar í Havn, og tá er hædd tikin fyri lestrar- og eldraíbúðum. Annika Olsen heldur, at fyrigyklingin hjá fleiri av teimum, sum nú hava sagt, at lesandi
– Vit fingu boð um í gjár, at tey á Tórshavnar kommunu eru farin at tekna upp á ein tunnil heldur enn at gera avtalaða innkoyringarvegin av Hvítanesi, norðan fyri Hoyvík og vestur í Villingardalsvegin [...] Men tað er eingin sjálvfylgja, at landskassin fer at bera størri part av teirri verkætlanini, sigur hann. – So má Tórshavnar kommuna sjálvandi gjalda tað meira, sum tað fer at kosta. Men fyri okkum kann tað [...] tunnil, sigur hann. Henrik Old sigur eisini, at enn er einki ítøkiligt komið fram um, hvat ein tunnilsloysn fer at kosta í mun til ætlaða vegin. Men avtalað er, at farleiðin skal vera klár, tá Skálafjarðartunnilin
Løgtingið at atkvøða um at fáa málið aftur fyri Løgtingið. Og tað fer Løgtingið at gera í morgin. Tað er greitt, at tað mangla 7,6 milliónir krónur í, áðrenn Salt kann gerast liðugt. Av teimum eru seks milliónir [...] givið tilsøgn um at játta tríggjar milliónir. Hinvegin hevur nevndin fyri Salt átikið sær at útvega restina, eitt nú hava tey nevnt møguleikan at taka lán. Men tað fer so afturfyri at avmarkað virksemið [...] oktober løgdu fýra tinglimir í andstøðu, eitt uppskot fyri Løgtingið um at játta mentanarhúsinum, Salt á Drelnesi, 1,6 milliónir krónur, so at húsið kann gerast liðugt. Uppskotið, sum teir fýra tingmenninir,
býráð kann sýta borgarstjóranum Kristin Michelsen at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin, hóast sama býráð 13. februar í ár samtykti at loyva honum at røkja báðar sessirnar. Tað staðfestir Hilmar Høgenni [...] einki, ið forðar fyri, at tað verður tikið til viðgerðar aftur, sigur Hilmar Høgenni. Les eisini: Kristin Michelsen sleppur at røkja bæði størvini Støðan er vorðin aktuell, eftir at býráðssamgongan á Tvøroyri [...] fyri alt valskeiðið, og tí ber ikki til at skifta borgarstjóra, hóast Kristin Michelsen nú er í andstøðu, men tað ber kortini til at noyða Kristin Michelsen at velja millum borgarstjórasessin og tingsessin
hevur eisini ljóðað, at Philippe Coutinho ikki ynskir at venja við felagnum í løtuni, men hetta verður eisini avsannað. Tó skal Philippe Coutinho hava sagt, at hann er sinnaður at skifta til Barcelona [...] Liverpool hava allatíð avsannað, at ein søla er upp á tal. Guillem Balague, sum millum annað arbeiðir fyri Sky Sports, hevur á Twitter boðað frá, at hann hansara keldir siga, at einki samband hevur verið millum [...] lokalar keldur í Liverpool og kendur viðmerkjari við góðum sambandi í Spania avsanna, at Philippe Coutinho er ávegis at skifta frá Liverpool til FC Barcelona. Tað siga leysa søgurnar annars. Les eisini: Hesir
orsøkin til, at Kim Hansen, sum er úr Nårup á Vesturfjóni, ikki orkar fyri trampolinum. Hann heldur, at trampolinir eru rótin til alt ilt, sum hann málber seg. Og ikki er tað løgið, at pápin at einum 15 ára [...] seg um bara einaferð at lenda skeivt, sigur pápin. Í løtuni er sonur hansara innlagdur á sjúkrahús í Skejby, og komandi tíðin fer at vísa, hvønn førleika hann hevur ella kemur at hava eftir vanlukkuna [...] knappliga at síggja sín egna son liggja soleiðis, men stuðulin tey hava fingið frá vinum hevur hjálpt teimum í truplu tíðini síðan vanlukkuna. Yvirlæknin, Jens Lauritsen, sigur, at tað er undantakið at síggja
tann hátt, at tað hevur ikki verið loyvt at skipa fyri dansi ella at hava livandi tónleik, staðfestur landsstýrismaðurin. Hetta verður nú strikað, men Poul Michelsen staðfestur samstundis, at aðrar broytingar [...] fyri dansi, stórar trupulleikar – fyri ikki um at tala øllum teimum, sum hava hug at stuttleika sær eitt kvøld upp undir ein halgidag. Poul Michelsen sigur, at verður grein fimm í halgidagslógini, strikað [...] verða ikki gjørdar í halgidagslógini. Hann sigur, at av tí at talan bara er um eina einstaka broyting, hevur hann avgjørt, í samráð við Mentamálaráðið, at taka hana við í hesum lógaruppskotinum.
svara, at tað er sera ella rættiliga umráðandi at svara skjótt. - Tær halda, at tá man ikki veit, hvør hevur sent boð, tá ið man hoyrir okkurt er komið, so er man noyddur at kanna tað við at hyggja í [...] hesum bólkinum er eisini, at hesi uppliva trýst í sambandi við at vera á sosialu miðlunum, skrivar Undirvísingarmálaráðið sambært Ritzau. Tað kemst sambært kanningini av, at fyri gentur í hesum aldursbólki [...] umráðandi at fáa "likes" ella "dáma". Tær eru bangnar fyri at tær missa okkurt, um tær ikki eru online, og fleiri eru online eftir klokkan 22.00. Millum tær 15 - 19 ára gomlu genturnar verður væntað, at man
i- – Kanningin vísti, at tað alt ov ofta kom fyri, at endurskoðanarfreistirnar ikki vórðu hildnar, sigur Umboðsmaðurin. Umboðsmaðurin staðfestir, at hetta als ikki er nøktandi at rættindini hjá foreldrum [...] barnaverndirnar og kommunurnar seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at freistirnar verða hildnar. Ein avleiðing av, at freistirnar ikki vera hildnar, er, at børn og ung eru longri undir barnaverndunum enn neyðugt [...] skyldu til at fylgja málum væl upp og regluliga meta um, antin umstøðurnar í familjuni eru broyttar. Barnaverndirnar eiga tí at seta tiltøk í verk sum bøta um mannagongdirnar, og tær eiga at syrgja fyri