Í kvøld kunngjørdi NASA, at teir hava funnið fleiri gongustjørnur, sum minna nógv um jørðina og tískil eru go´ð sannlíkindi fyri, at lív kann vera á teimum.
Talan er um sjey gongustjørnur í sólarskipanini TRAPPIST-1, sum liggur 40 ljósár frá okkum.
Tað eru 20 ár síðani, at vit fyrstu ferð sóu gongustjørnur uttan fyri okkara egnu sólarskipan. Nú hava vit funnið um 3.000 slíkar, men einans nakrar heilt fáar hava neyðugu eginleikarnar fyri at lív kann vera á teimum.
Nú hevur NASA so funnið sjey gongustjørnur, sum teir halda kunnu hava lív. Allar sjey gongustjørnurnar eru á stødd við jørðina, og góður møguleiki skuldi verið fyri at funnið vatn á teimum. Vatn er heilt neyðturviligt, um lív skal vera á gongustjørnunum. Av teimum sjey liggja tríggjar teirra eisini væl fyri, um hugsað verður um hitan á gongustjørnuni.
Komandi tíðina skal teleskopið Hubble 1 halda eyga við gongustjørnunum og royna at savna kunnleika um lofthavið rundan um tær. Heilt lætt er tað ikki. Granskarar hava uppdagað stjørnurnar, við at hyggja at stjørnuni TRAPPIST-1. Tá sóu teir, at í stutt, reglulig, tíðarskeið minkaði ljósstyrkin frá stjørnuni. Soleiðis komu teir fram til, at gongustjørnur eru rundan um hana.
Nú skal Hubble so aftur halda eyga við stjørnuni. Í tí at gongustjørnurnar fara framvið, fer ljósið frá TRAPPIST-1 at ferðast ígjøgnum lofthavið hjá gongustjørnunum. Á ferðini ígjøgnum lofthavið og gjøgnum ymisku gassini í lofthavinum. Ljósið brýtist ymiskt av ymiskum gassum, og tí kunnu røttu tólini á hendan hátt lesa, hvat slag av gassum, ljósið hevur ferðast ígjøgnum.
Skuldi tað víst seg, at gassið hevur ferðast gjøgnum bæði hydrogen og oxygen, er hetta enn eitt tekin um, at møguleikarnir fyri at finna lív eru góðir.
Kelda: VG.no