Tá ið lítla spøkilsi hjá Snapchat lýsur á skíggjanum, so er tað torført ikki at hyggja, hvat nú er á vási. Fyri nógv ung - serstakliga ungar gentur - er nýtslan av sosialu miðlunum so umfatandi, at tað elvir til strongd.
Tað vísir ein greining, sum danska Undirvísingarmálaráðið hevur gjørt. Greiningin er gjørd út frá einari stórari spurnarkanning, har 4488 børn og ung hava svarað og 1791 foreldur. Størsta nýtslan av sosialu miðlunum liggju hjá 15 - 19 ára gomlum gentum. Í tí bólkinum nýta 39 prosent tveir til fýra tímar um dagin upp á sosialar miðlar.
- Tað serstaka við hesum bólkinum er eisini, at hesi uppliva trýst í sambandi við at vera á sosialu miðlunum, skrivar Undirvísingarmálaráðið sambært Ritzau.
Tað kemst sambært kanningini av, at fyri gentur í hesum aldursbólki er umráðandi at fáa "likes" ella "dáma". Tær eru bangnar fyri at tær missa okkurt, um tær ikki eru online, og fleiri eru online eftir klokkan 22.00. Millum tær 15 - 19 ára gomlu genturnar verður væntað, at man svarar skjótt, um vinirnir deila eitt hvørt á sosialu miðlunum. 52 prosent av gentunum í hesum aldursbólki svara, at tað er sera ella rættiliga umráðandi at svara skjótt.
- Tær halda, at tá man ikki veit, hvør hevur sent boð, tá ið man hoyrir okkurt er komið, so er man noyddur at kanna tað við at hyggja í telefonina, sambært kanningini.
66 prosent av 15 - 19 ára gomlum gentum í kanningini uppliva, at tað kann elva til strongd at fylgja við á sosialu miðlunum. Fyri aðrar bólkar í kanningini - gentur og dreingir í øðrum aldursbólkum - er talið lægri. Nýtslan av sosialu miðlunum er eisini órógvandi fyri undirvísingina, sambært kanningini.
/ritzau/