Ótolnast eftir pengum til Salt á Drelnesi

Freistin er langt síðani farin og nú vilja tingmenn farnir at ótolnast

Tann 19. oktober løgdu fýra tinglimir í andstøðu, eitt uppskot fyri Løgtingið um at játta mentanarhúsinum, Salt á Drelnesi, 1,6 milliónir krónur, so at húsið kann gerast liðugt.

 

Uppskotið, sum teir fýra tingmenninir, Jenis av Rana, Edmund Joensen, Jacob Vestergaard og Jári P. Højgaard, løgdu fyri Løgtingið, varð til umrøðu eina góða viku seinni, tann 28. oktober. Síðani fór málið í Fíggjarnevndina til víðari viðgerð - men so hoyrdist einki aftur.

 

Ein nevnd hevur í mesta lagi ein mánað at viðgera eitt mál, og sostatt skuldi málið verið lagt fyri Løgtingið aftur til støðutakan í seinasta lagi tann 28. november, ella fyri sløkum tveimum vikum síðani.

 

Og nú eru tveir av teimum, sum løgdu uppskotið fram, farnir at ótolnast. Í hesum sambandi hava Jenis av Rana og Kári P. Højgaaard sent Løgtinginum skriv, tí teir vilja hava málið fyri Løgtingið aftur nú.

 

Tí heita teir nú á løgtingsformannin um at fáa Løgtingið at atkvøða um at fáa málið aftur fyri Løgtingið. Og tað fer Løgtingið at gera í morgin.

 

Tað er greitt, at tað mangla 7,6 milliónir krónur í, áðrenn Salt kann gerast liðugt. Av teimum eru seks milliónir útvegaðar. Tvøroyrar Býráð hevur játtað tríggjar milliónir, og A.P. Møller Grunnurin hevur somuleiðis givið tilsøgn um at játta tríggjar milliónir.

 

Hinvegin hevur nevndin fyri Salt átikið sær at útvega restina, eitt nú hava tey nevnt møguleikan at taka lán. Men tað fer so afturfyri at avmarkað virksemið rættiliga nógv næsta ár.

 

Tí tóku fýri tingmenn í andstøðuni seg saman og vildu hava Løgtingið at játtað tær 1,6 milliónirnar, sum mangla.

 

Men nú hevur málið so ligið í Fíggjarnevndini meiri enn ein mánað, og nú vilja teir so hava Løgtingið at taka støðu.