Nýggi býráðsmeirilutin í Tvøroyrar býráð kann sýta borgarstjóranum Kristin Michelsen at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin, hóast sama býráð 13. februar í ár samtykti at loyva honum at røkja báðar sessirnar.
Tað staðfestir Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Kommunudeildini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið umsitur kommunumál.
- Tað er ásett í kommunustýrislógini §6, stk. 2, síðsta punkt, at kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í punkt 4, tá tað umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald. Tann viðtøkan er galdandi inntil annað er samtykt, men tað er einki, ið forðar fyri, at tað verður tikið til viðgerðar aftur, sigur Hilmar Høgenni.
Les eisini: Kristin Michelsen sleppur at røkja bæði størvini
Støðan er vorðin aktuell, eftir at býráðssamgongan á Tvøroyri slitnaði í síðstu viku. Kristina Roest, ið var partur av meirilutasamgonguni hjá Kristin Michelsen, tók seg úr samgonguni millum Kommunulistan og Borgaralistan. Hon er farin í samstarv við Javnaðarflokkin, ið situr í andstøðu, og harvið hevur Javnaðarflokkurin saman við Kristinu Roest meiriluta í býráðnum, meðan borgarstjórin nú er í minniluta.
Borgarstjórar eru valdir fyri alt valskeiðið, og tí ber ikki til at skifta borgarstjóra, hóast Kristin Michelsen nú er í andstøðu, men tað ber kortini til at noyða Kristin Michelsen at velja millum borgarstjórasessin og tingsessin. Um hugt verður eftir atkvøðugreiðsluni í februar sæst, at Javnaðarflokkurin ikki tók undir við, at borgarstjórin kundi røkja báðar sessirnar.
Tá býráðið í februar skuldi geva borgarstjóranum loyvi at røkja báðar sessirnar, var tað nevniliga einans samgongan, ið atkvøddi fyri, meðan tveir býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum atkvøddu blankt og tann triði atkvøddi ímóti. Hetta er eisini í samsvar við samtykt hjá Javnaðarflokkinum, ið fyrr í ár staðfesti, at umboð floksins ikki kunna røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin.
So hóast nýggi meirilutin ikki kann koyra Kristin Michelsen frá sum borgarstjóri, hava tey møguleikan, um Kristina Roest tekur undir við tí, at geva honum valið millum borgarstjórasessin og tingsessin.