Havnin stagnerar ikki

- Eg beri ongan ótta fyri, at fólkatalið í Havn stagnerar fyri tað, um nøkur fá grundøki verða tøk við Skálafjørðin, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Nú borgarstjórar og kommunustýrislimir í Eysturoy hava tosað um stóran vøkstur í eftirspurninginum eftir grundstykkjum, nú Eysturoyartunnilin nærkast, hevur In.fo spurt Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, um hon væntar, at vøksturin í Havn fer at stagnera, sum onkur hevur hildið.

 

- Tá vit tosa um stóran vøkstur, mugu vit altíð spyrja í mun til hvat? Tað, at søkt verður um nøkur fá grundstykki á Strondum og á Toftum, er kanska ein stórur vøkstur eftir teirra mátistokki, men tað er lítið í mun tann tørv, sum vit hava í høvuðsstaðnum.

 

Annika Olsen vísir á, at 56 prosent av fólkavøkstrinum í Føroyum í fjør var í Havn, har fólkatalið vaks við 413. Hetta svarar til eina meðalstóra føroyska bygd.

 

- Um vit rokna allar ætlaðar og samtyktar bústaðarætlanir í høvuðsstaðnum næstu 3-4 árini, vísir ein leystlig meting, at umleið eitttúsund nýggjar bústaðareindir verða tøkar í Havn, og tá er hædd tikin fyri lestrar- og eldraíbúðum.

 

Annika Olsen heldur, at fyrigyklingin hjá fleiri av teimum, sum nú hava sagt, at lesandi uttanlands fara at leita aftur í heimbygdina, tí so stutt verður at koyra til Havnar, tykist ikki at hava hald í veruleikanum.

 

- Bæði útisetakanningar og egnar kanningar vísa, at meginparturin av teimum, sum ætla sær at flyta heim aftur til Føroya, vilja búgva í høvuðsstaðnum.

 

Borgarstjórin sigur, at Bústaðir eisini vísa á, at av samlaða limatalinum hjá teimum hava 86 prosent Havnina sum fyrsta val til bústað - og millum útisetarnar, sum standa á bíðilistanum, hava heili 90 prosent bústað í Havn sum fyrsta val, tá tey flyta heim.

 

- So, eg beri ongan ótta fyri, at fólkatalið í Havn stagnerar, tí nøkur fá grundøki verða tøk við Skálafjørðin, sigur Annika Olsen.