Vit eiga at lýsa tað út í æsir, hvørjir fyrimunir og vansar tað eru við at leggja kommunurnar í Suðuroy, saman. Tað halda tey í Tvøroyrar býráð. Í kvøld hava tey einmælt samtykt eitt uppskot frá borga [...] Michelsen skal kalla hinar borgarstjórarnar í Suðuroynni saman til fundar at viðgera eina slíka ætlan, eitt nú, hvussu arbeiðsbólkurin skal skipast og setast saman. Samstundis skal arbeiðssetningurin eisini viðgerast [...] at kommunurnar skulu semjast um at seta eina nevnd at kanna, hvørjir fyrimunir, og hvørjir vansar, eru fyri hvørja einstaka kommunu, at leggja saman við øðrum kommunum. Kristin Michelsen leggur dent á,
uni AFP. Sambært forsetaskrivstovuni verða minst 20 ríkis- og stjórnarleiðarar við. Teirra millum eru um framt Danmark millum annað týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz og pólski forsetin Andrzej Duda [...] van. Harumframt verður ráðstevnan høvi til, at ríkis- og stjórnarlieðararnir aftur vátta, at teir eru fast avgjørdir, at »vinna álopskríggið, sum Russlandi førir«. Tað verður ukrainski forsetin, Volodymyr [...] d. Nakrir statir verða ikki umboðaðir við stjóra- ella ríkisleiðarum, men av øðrum ráðharrum. Eitt nú verður Bretland umboðað av uttanríkisráðharranum, David Cameron. USA og Kanada verða umboðað við høgum
framsýningar í Føroyum síðani 1991, millum annað á Listasavninum, har hon eisini eigur listaverk, sum eru partur av føstu framsýningini hjá Listasavninum. - Og tað er ikki bara í Føroyum, at Jóna hevur havt [...] ein viðurkend og dugnalig listakvinna, sum undirvísir næmingum á kvøldskúlanum, og tað haldi eg, at vit kunnu vera errin av. Eg kann leggja afturat, at Tórshavnar kommuna eigur fleiri listaverk hjá Jónu [...] í øllum broytingum á økinum. Tú hevur undirvíst í millum annað í Kongagøtu, í J.H.Schrøtersgøtu og nú í ListaGrafo í Finsen. Og eg má siga, at eg haldi, at umstøðurnar í Finsen er rættiliga góðar. ##med4##
andstøðan, sum kemur at leggja eitt slíkt mál fram, og sambært spurnarrundini hjá høvuðsstaðarmiðlinum eru einans níggju av 21 samgongulimum fyri at gera Føroyar til eitt valdømi. Tað kemur ikki upp á tal, [...] løgið, tí hann er einasti føroyski løgmaðurin, sum bleiv koppaður av sínum egna veljarafelag. Leita vit so her norður til Karsten Hansen - so er hann einasti norðoyatingmaðurin, sum vil avtaka umboðan norðoyinga [...] nokkso nógv um, hvørjar møguleikar norðoyatingmaðurin metir seg sjálvan hava at verða afturvaldur, nú hann so bráddliga gjørdist Jenisarmaður. Fólkið eigur at tala Skulu Norðoyggjar avtakast sum eitt valdømi
lítið og einki fyri tey deyðu djórini, tí tey eru at kalla bara skinn og bein. Í Somalia doyggja fólk av vætutroti á veg til brunnarnar, og sum altíð eru tað børnini, sum líða mest. ST hevur sett sær fyri [...] svøltandi í Eritrea, Djibouti, Somalia og Kenya, tí at 6,2 milliónir fólk har høvdu hjálp fyri neyðini. Nú sigur WFP, at talið er 11 milliónir, og at tað veksur dag frá degi. Hjálparfelagsskapurin Oxfam [...] røkka málinum um at skerja talið á teimum svøltandi eina helvt innan 2015. Tvørturímóti helt hann, at vit fara at hava umleið 100 milliónir svøltandi um níggju ár, verður einki munagott gjørt. Tað fer at
Tað eru tó ikki óroyndir menn, sum hava sett seg handan árarnar á Havnarbátinum. Manningin hevur mest sum øll roynt hetta áður. - Tað er eingin ivi um, at manningin á Havnarbátinum er góð. Tað eru góðir [...] 10-mannaførum, og serliga lága luttakaratalið hjá 10-mannaførunum var skuffandi fyri nógvar av áskoðarunum. Nú er tó líkt til, at ein bátar afturat ætlar sær við í kappingina hjá 10-mannaførunum, tí Havnarbáturin [...] um kanska ikki verður tann besta. - Í øllum førum ikki teir fyrstu róðrarnar. Eg vænti tó, at sum vit nærkast ólavsøku, so fara úrslitini hjá Havnarbátinum at gerast betri og betri. Tað er heldur eingin
bátin Tvíburðar og roynir burtur av við snellu. Hann stúrur álvarsliga fyri gongdini við toskinum, nú fiskurin bara gerst smærri og smærri, sum tíðin gongur. - Umframt at eg sjálvur eri útróðrarmaður, [...] er til negativu og skelkandi gongdina, sum hann rópar hana. - Útróðrarbátarnir, sum royna við línu, eru so ógvuliga nógvir í tali, og teir royna heilt inn í klettin. Hetta er nakað, sum má halda uppat. Eingin [...] eisini, sum hann tekur til. - Tað er ein sannroynd, at glastrevjabátarnir, sum royna við línu í dag, eru líka so effektivir og seta og draga líka nógva línu, sum teir gomlu línubátarnir við 27 monnum gjørdu
arlógini. Fyrsta kunnandi tiltakið hjá barnaverndarstovuni verður nú leygardagin, og er fyri allar barnaverndarlimir í landinum. - Vit bjóða øllum barnaverndarlimum í Føroyum á skeið á Hotel Føroyum. Á [...] at Barnaverndarstova Føroya fer at virka longu í ár, soleiðis at kommunalu barnaverndartænasturnar eru til reiðar, tá nýggja barnaverndarlógin, sum leggur barnaverndarøkið til kommunurnar at umsita, kemur [...] Ætlanin er at skipa fyri fleiri skeiðum í november og desember, soleiðis at barnaverndartænasturnar eru tilreiðar at taka við avbjóðingunum í nýggju lógini á nýggjárinum, sigur Anna Dam, leiðari.
av, so heldur Allan, at stigini kunnu vera tað, sum kemur at lyfta liðið til røttu hæddirnar. - Nú hava vit so ÍF næstu ferð, og tað rokni eg við fer at hóska okkum væl. NSÍ, TB og EB/Streymur hava øll spælt [...] Men er tað ikki tungt at spæla sum einsamallur miðframherji, tá tú ert vanur við, at fleiri leikarar eru rundan um teg? - Jú. Tú stendur ofta øgiliga einsamallur, og tá spælið ikki koyrir, so kann tað vera [...] Tað hevur annars gingið fínt í venjingardystum, men við eini slíkari byrjan upp á landskappingina eru nervar og annar komið í spælið. Spælararnir fara kanska at ivast í egnum dygdum, og tá verður tað
felagnum í fjør. Eru nøgdir Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sigur, at í HB eru tey tó væl nøgd við úrslitið, tí tey høvdu roknað við einum undirskoti í sambandi við føðingardagin. - Nú hevði móðurfelagið [...] Havnar Fótbóltur, sum rekur 1. deildarliðið, og eisini hevði aðalfund mánakvøldið, yvirskot, og leggja vit úrslitini hjá hesum báðum og HB-stuðlum í ein pott, so gevur tað tilsamans eitt yvirskot, sigur Birgir