Ikki síðani onkra tíð í smádreingjadeildini ella har á leið hevur Allan Mørkøe roynt seg sum centerforward, men tað var so leiklutur hansara sunnudagin.
Og hóast óvanur á plássinum, so segði Allan, at hann treivst hampuliga væl í leiklutinnum.
- Eg havi so eisini roynt tað í onkrum venjingardysti í ár. Spælir hitt liðið nógv við longum bóltum, so kann tað jú vera ein fyrimunur at hava ein stóran mann í álopinum. Og har havi eg so verið royndur av og á.
Men er tað ikki tungt at spæla sum einsamallur miðframherji, tá tú ert vanur við, at fleiri leikarar eru rundan um teg?
- Jú. Tú stendur ofta øgiliga einsamallur, og tá spælið ikki koyrir, so kann tað vera trupult at gera nakað sum helst. Eg haldi, at eg bara ein skallara móti málinum fyri steðgin, so nógvar møguleikar gjørdist talan ikki um.
Møguleikar var heldur ikki tað, sum B36 skapti sær mest av í dystinum. Leingi var líkt til, at teir fyri triðju ferð í slag skuldu málleysir av vøllinum, og Allan viðgekk eisini, at tað var ein lætti, tá Óbi skoraði avgerandi málið.
- Tað var ordiliga forloysandi. Eisini tí at spælið hjá okkum ikki hevur koyrt serliga væl. Tað hevur annars gingið fínt í venjingardystum, men við eini slíkari byrjan upp á landskappingina eru nervar og annar komið í spælið. Spælararnir fara kanska at ivast í egnum dygdum, og tá verður tað krampaktugt, heldur hann.
Og hóast spælið sunnudagin ikki var nakað at reypa av, so heldur Allan, at stigini kunnu vera tað, sum kemur at lyfta liðið til røttu hæddirnar.
- Nú hava vit so ÍF næstu ferð, og tað rokni eg við fer at hóska okkum væl. NSÍ, TB og EB/Streymur hava øll spælt við longum bóltum, har miðvøllurin verður lopin um, og tá verður ofta lítið skipað fótbóltsspæl. Fuglfirðingum plagar at dáma væl at spæla fótbólt, og tað vænti eg eisini hóskar okkum betri, staðfestir Allan Mørkøre at enda.